soleiðis forða stovnunum at koma ordiliga fyri seg. Verandi veiðutrýst liggur tætt við málið, tá stovnarnir eru væl fyri, men av tí at stovnarnir als ikki eru væl fyri, er eisini neyðugt at skerja veiðutrýstið [...] 13/14. Hetta svarar til ein niðurskurð á 11 prosent í mun til tillutaðar dagar fiskiárið 14/15. Stovnsmetingarnar hjá Havstovuni vísa, at toska- og hýsustovnarnir eru sera illa fyri. - Tilgongdin hjá toski [...] tó væl fyri, sambært Havstovuni, og hetta sæst aftur í tilmælinum. Her verður mælt til, at trolarar, ið fiska upsa, verða tillutaðir sama dagatal, sum teir brúktu fiskiárið 13/14, sum svarar til eina lækking
tunlum til ymsar smábygdir í Føroyum. Í morgun eru umboð fyri Landsverk eru nevniliga farin til Noregs at hyggja at útgerð at bora við sum ætlanin so er at leiga, ella í øðrum lagi, at keypa til Føroya [...] Tí hevur hann fingið játtan á fíggjarlógini til eitt sjakk, sum aftur skal bora tunlar fyri Landsverk og í hesum sambandi eru umboð fyri Landsverk farin til Noregs í morgun at hyggja at útgerð. Í Noregi [...] verður sett av á fíggjarlógini frá ári til ár. Í ár eru sjey milliónir settar av til tunlasjakkið hjá Landsverki. Løgtingsmenn ivast í, hvussu nógv verður eftir at bora fyri, tá ið peningur fyrst er tikin burtur
mugu kommunulæknaváttanir til fyri at fáa játtan uppá tænasturnar frá Almannastovuni, ikki bara eina ferð, men ferð eftir ferð má farast til kommunulækna eftir læknaváttan til barnið, sum sum er føtt við [...] Fólk, sum hava verið til serlæknaviðtalu á sjúkrahúsi og skulu søkja Almannastovuna um stuðul til heilivág, sum serlæknin ordinerar, verða send til kommunulækna eftir læknaváttan, eisini tá serlæknin hevur [...] ábyrgd fyri teirra viðgerð. Eg rokni við, at sama er galdandi fyri onnur autoriseraði heilsustarvsfólk í Danmark, t.d. fysioterapeutar. Ræðumyndin hjá danska ergoterapeutfelagnum, um at tænastan til borgaran
lesa svar til undurritaða. Tað vóru nøkur starvsfólk í Útvarpinum, sum gjørdu vart við, at tey onki vistu um, at umboð fyri Moldvarp Føroya vóru til staðar og gjørdu upptøkur, tá tey skipaðu fyri kjakfundi [...] kjakfundi dagin fyri løgtinsvalið, undurskrivað av Sigmari Bláberg, Jón Briani Hvidtfeldt, Elini Winther Poulsen, Finni Jensen. Eg vil takka tykkum fyri hesa tykkara upplýsan, samtíðis vil eg biða tykkum um eina [...] upplýsan, tað átti at verið Kringvarpsleiðslan ella tey, sum hava evstu ábyrgd fyri, hvat kann fara út til allmennu Føroyar, sum skuldu verið tykkara verja í slíkum føri.
Tað var H71, sum á sinni tók stig til at skipa fyri einum gallakvøldið fyri hondbóltin. At byrja við skiftust ymsu feløgini um at skipa fyri veitsluni, men seinastu fýra árini hevur tað verið hondbólt [...] kosnir. Atkvøðuseðlarnir til hetta eru sendir út til feløgini. Sum vant, so verður talan eisini um dans eftir tiltakið, og er tað nærum fastur siður, at tað er Spaðar 5, sum stendur fyri hesum. Borð- og und [...] hondbóltsdómarafelagið, sum hevur staðið fyri kvøldinum. Fyrireikararnir siga, at nú talan er um 10. veitsluna, er ætlanin at gera eitt sindur eyka burturúr. Millum annað verður sagt, at øll tey, sum hava tikið
Økið, sum verður boðið út til bygging og leiguumsiting, er 10.500 fermetrar. Arbeiðið við einum nýggjum bústaðarpolitikki fyri kommununa, sum varð almannakunngjørdur her fyri, vísti greitt, at stórur tørvur [...] ætlanini fyri økið, er pláss fyri trimum íbúðarhúsum afturat sunnanfyri verandi hús á matr. nr. 255a, Argir, ið kommunan eisini eigur. Niðanfyri hettar økið liggur raðhúsabygging, og oman fyri økið liggja [...] bústaðarmarknað verður hendan verkætlanin boðin út til bygging og umsiting av leiguíbúðum. Økið verður tískil karmur um ymisleika, har leigubústaðir kunnu fáast til taks hjá borgarum við ymiskum tørvi. Ynski er
tóku avgerðir fyri land og fólk. Serfrøðingar eru neyðugur eisini fyri politikkarar, men avgerðirnar taka politikkarar. Sjálvt rættarskipanin brúkar vanliga fólkið í nevningatingi til at taka truplar [...] gera heilsuverkið sterkari. Skjótleiki, nærleiki og kapping eru lykilin til besta heilsuverkið. At seta eina leiðslu í Havn fyri øll trý sjúkrahúsini, kann fara at gera enda á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Einum [...] síðuspor her eisini, tí teir ikki hava skil fyri landbúnaði og skúlaskapi osv. Ein kundi blivi við, men tað liggur heilt fast, at politikarnir eru valdir til at taka avgerðir, sum tæna heildini. Serfrøðin
ber til at tosa um burðardygga veiði fyri kensluligari øsing um djóraetikk. Feskasta dømið er øsingin, sum Sea Shepherd hevur skapt um grindadrápið. Ráðstevnan á Christiansborg skal rudda slóð fyri einum [...] miðlar at fáa ljóð fyri sjónarmiðum. Kunnu teir brúkast til at fáa fólk á stóru meginlondunum at skilja, at burðardygg veiða er í lagi og neyðug? 5. Vísindalig tøl finnast longu fyri m.a., hvussu nógvur [...] maður hjá Tjóðveldi, sum ætlar at fáa hini norðuratlantisku fólkatingsumboðini at vera við til at skipa fyri ráðstevnuni. Farnu hálvu øldina hava víðgongdir felagsskapir og persónar lagt í oyði lív og
liðnum. Hetta førdi til, at Sir Alex Ferguson seldi hann til Juventus fyri 1,5 milliónir pund. Nú er hann so aftur ávegis til Manchester United, ið væntandi keypir sama leikara fyri 100 milliónir pund, [...] Í gjár váttaði Manchester United á heimasíðu síni, at Paul Pogba er ávegis til Manchester United. Hann skal til læknakanning í felagnum, sum ikki plagar at vera nakar trupulleiki, og síðani verður hann [...] Barcelona, ið kunnu gjalda so garrvillar upphæddir fyri ein leikara. Sambært venjaranum hjá Manchester United, José Mourinho, er tað tó ein góð orsøk til, at Pogba ikki fer at umboða nakað av sponsku st
avleiðingin av tí er, at ALS ikki fer at standa fyri ullainnsavnan í ár. – Vit hava fingið upplýst, at um so er at grunnurin vil stuðla verkætlanini við fimm krónum fyri hvørt kilo av ull, so verður úrslitið kortini [...] kortini, at ullin verður seld av landinum til ein enskan keypara fyri tríggjar krónur kilo og kemur tí ikki í føroyska framleiðslu, sigur Regin I. Jakobsen og heldur fram: – Vit síggja als einki endamál [...] r skal stuðla eini verkætlan, har úrslitið verður at ein enskur framleiðari fær føroyska ull til keyps fyri lítið og lætt. Tá tað er sagt, so vil Regin I. Jakobsen fegin leggja afturat, at sæð úr sjón