Havstovan er í dag komin við sínum tilmælum til Føroya Løgting um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa. ICES kom við sínum tilmælum í gjár og Havstovan hevur síðani bygd síni tilmæli á uppskotini frá ICES, tó tillaga føroysk viðurskifti.
Fyrst og fremt verður mælt til at taka allar óbrúktar dagar í fiskiárinum 13/14 úr skipanini. Havstovan vísir á, at seinastu trý árini eru einans helvtin av samlaðu tillutaðu fiskudøgunum nýttir. Hóast hetta í sær sjálvum ikki minkar um veiðutrýstið, so verjir hetta stovnarnar, um tilgongdin skuldi batna aftur, við tað, at skipini tá ikki brádliga fara út at nýta sínar dagar og soleiðis forða stovnunum at koma ordiliga fyri seg.
Verandi veiðutrýst liggur tætt við málið, tá stovnarnir eru væl fyri, men av tí at stovnarnir als ikki eru væl fyri, er eisini neyðugt at skerja veiðutrýstið.
Toskurin og hýsan á føroyska landgrunninum hava tað ikki gott, og hetta sæst aftur í tilmælunum. ICES mælir til als ikki at fiska hýsu undir Føroyum og at fiska so lítið av toski sum til ber, men her hevur Havstovan tó ikki fylgt tilmælunum frá ICES.
Havstovan ásannar, at hýsustovnurin hevur ongantíð verið minni enn hesi seinastu árini.
- Lívfrøðiliga hevði verið best at bannað allari veiðu eftir hýsu, men tað hevði elvt til, at næstan allur flotin varð lagdur, skrivar Havstovan í sínum tilmæli.
Í staðin mælir Havstovan tí til, at bólkur 3, 4 og 5, ið serliga veiða tosk og hýsu (tað vil siga línuskip, smáir trolarar og útróðrarbátar), fáa hevltina færri fiskidagar, enn teir brúktu fiskiárið 13/14. Hetta svarar til ein niðurskurð á 11 prosent í mun til tillutaðar dagar fiskiárið 14/15.
Stovnsmetingarnar hjá Havstovuni vísa, at toska- og hýsustovnarnir eru sera illa fyri.
- Tilgongdin hjá toski og hýsu hevur svikið í fleiri ár á rað enn nakrantíð áður í nýggjari tíð, og eingi útlit eru til bata komandi árið. Neyðugt er at taka støðuna í stovnunum og náttúruviðurskiftini til eftirtektar og seta álvarslig tiltøk í verk, í eini roynd at fáa stovnarnar upp aftur á føtur, skrivar Havstovan.
Upsin er tó væl fyri, sambært Havstovuni, og hetta sæst aftur í tilmælinum. Her verður mælt til, at trolarar, ið fiska upsa, verða tillutaðir sama dagatal, sum teir brúktu fiskiárið 13/14, sum svarar til eina lækking á 11 prosent í mun til tillutaðar dagar í fiskiárinum 14/15. Harumframt mælir Havstovan til, at tað verður sett krav um rist í øll upsatrol. Hetta fyri at verja tann smáa upsan og tryggja, at góða tilgongdin heldur fram.
Eisini mælir Havstovan til at flyta húkaveiðuna longur út.
- Tann vánaliga støðan á grunnum leiðum við Føroyar tykist ikki vera galdandi fyri tær djúpu leiðirnar. At fáa húkaroyndina longur út hevði lætt um trýstið á innaru leiðirnar, sigur Havstovan.
Lógin um vinnuligan fiskiskap verður løgd fyri Føroya Løgting á ólavsøku.










