Mourinho: Tí fer Pogba ikki til antin Real Madrid ella Barcelona

Venjarin hjá Manchester United sigur seg vita, hví Paul Pogba ikki fer til antin Real Madrid ella Barcelona

Í gjár váttaði Manchester United á heimasíðu síni, at Paul Pogba er ávegis til Manchester United. Hann skal til læknakanning í felagnum, sum ikki plagar at vera nakar trupulleiki, og síðani verður hann helst kunngjørdur sum leikari hjá Manchester United fyrsta dagin.

 

Prísurin, ið Manchester United skal rinda til Juventus, sum Pogba hevur umboðað seinastu fýra árini, sigst at liggja um 100 milliónir pund - tað er umleið 880 milliónir danskar krónur. Sostatt verður Paul Pogba væntandi dýrasti fótbóltsleikarin nakrantíð.

 

Tað plagar bara at vera sponsku stórfeløgini, Real Madrid og Barcelona, ið kunnu gjalda so garrvillar upphæddir fyri ein leikara. Sambært venjaranum hjá Manchester United, José Mourinho, er tað tó ein góð orsøk til, at Pogba ikki fer at umboða nakað av sponsku stórfeløgunum.

 

- Um tú ynskir at blíva heimsins besti fótbóltsleikari og skiftir til antin Real Madrid ella Barcelona, so giti eg, at tað verður ein trupulleiki, at tveir leikarar ikki ynskja, at tú verður somikið góður, sigur José Mourinho sambært bretska Daily Star.

 

Her sipar Mourinho helst til ávíkavist Lionel Messi hjá Barcelona og Cristiano Ronaldo í Real Madrid, sum í fleiri ár hava stríðst um heiðurin sum heimsins besti fótbóltsspælari.

 

Mourinho er eisini av tí sannføring, at tað ikki hevur nakað við pengar at gera, at Pogba fer at spæla við Manchester United.

 

- Manchester United er perfekta felagið fyri Pogba. Her kann hann røkka tí støðnum, ið hann strembar eftir. Tað er í Premier League, at hann hevur bestu møguleikarnar fyri at menna seg, sigur Mourinho, áðrenn hann at enda slær fast:

 

- Vit vita, hví hann er skiftir til okkum. Pengar kann hann fáa í øllum stórum feløgum, so tað er ikki høvuðsorsøkin, sigur José Mourinho at enda.

 

Skiftir Paul Pogba sum væntað til Manchester United, so verður hetta aðru ferð, at hann verður Manchester United-leikari. Frá 2009-2012 spældi ein blaðungur Paul Pogba nevniliga við ungdómsliðum hjá Manchester United, men hann helt seg ikki fáa møguleikan á besta liðnum. Hetta førdi til, at Sir Alex Ferguson seldi hann til Juventus fyri 1,5 milliónir pund.

 

Nú er hann so aftur ávegis til Manchester United, ið væntandi keypir sama leikara fyri 100 milliónir pund, ið teir lótu fara fyri næstan onki fyri fýra árum síðani, tá ið Juventus streyk avstað við evnaríka fraklendinginum.

 

Pengar, hvat er tað?