Onga heimild til ullastuðul

– Ein fortreyt fyri stuðli úr Búnaðargrunninum er, at verkætlanin hevur útlit fyri at gerast sjálvberandi, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Búnaðargrunninum

– Vit høvdu ímyndað okkum, at man staðfesti nøkur ting og lagaði framleiðsluna soleiðis at hon við tíðini gjørdist sjálvberandi. Tá vit ikki síggja tað, so hava vit ikki møguleika at halda fram við at stuðla ullaninnsavnan, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Búnaðargrunninum.

 

Tað kom óvart á tey flestu, tá tað um dagarnar var greitt, at eingin skipað ullamóttøka verður  í ár. Átakið dettur niðurfyri, hóast tey flestu eru á einum máli um, at royndirnar í fjør vóru góðar. Árið í fjør var eitt royndarár, og Búnaðargrunnurin stuðlaði við stívliga 220.000 krónum.

 

– Búnaðargrunnurin hevur heimild at stuðla verkætlanum innan gransking menning og nýbrot innan landbúnaðin. Og tað var eisini við hesum í huga, at grunnurin í fjør var við at seta ígongd arbeiðið at savna inn ullina. Men grunnurin gjørdi beinanvegin greitt, at her var talan um eina eingangsupphædd, sigur Regin I. Jakobsen.

 

Búnaðargrunnurin fer ikki at lata stuðul í ár, og avleiðingin av tí er, at ALS ikki fer at standa fyri ullainnsavnan í ár.

 

– Vit hava fingið upplýst, at um so er at grunnurin vil stuðla verkætlanini við fimm krónum fyri hvørt kilo av ull, so verður úrslitið kortini, at ullin verður seld av landinum til ein enskan keypara fyri tríggjar krónur kilo og kemur tí ikki í føroyska framleiðslu, sigur Regin I. Jakobsen og heldur fram:

 

– Vit síggja als einki endamál í at vit sum ein føroyskur búnaðargrunnur skal stuðla eini verkætlan, har úrslitið verður at ein enskur framleiðari fær føroyska ull til keyps fyri lítið og lætt.

 

Tá tað er sagt, so vil Regin I. Jakobsen fegin leggja afturat, at sæð úr sjónarhorninum hjá ALS kann tað vera sera gott at skapa eitt meiningsfult arbeiðstilboð, har føroyska ullin verður gagnnýtt.

 

– Men karmarnir fyri Búnaðargrunnin loyva ikki grunninum at vera stuðul fyri slíkari verkætlan, sigur Regin I. Jakobsen.

Vinnan, sum er vinnublaðið hjá Sosialinum, hevði mánadagin stórt tema um føroysku ullina. Blaðið tosaði við Arbeiðsloysisskipanina; við hjúnini Karin og Árna Brattaberg, sum síðani ár 2000 hava tikið ímóti umleið helvtini av føroysku ullini; við Búnaðarstovuna; við røktingarmann og við landsstýrismannin í landbúnaðarmálum.


Hoyr samrøðu við Regin I. Jakobsen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 

Les eisini:

Árni Brattaberg: Tak ábyrgd av ullini

Ullin fer fyri skeytið


http://www.in.fo/news-detail/news/i-ar-fer-alt-foeroya-gull-fyri-skeytid/