Gongst sum ætlað fer eitt sjakk hjá Landsverki nú undir at bora tann fyrsta av fleiri tunlum til ymsar smábygdir í Føroyum. Í morgun eru umboð fyri Landsverk eru nevniliga farin til Noregs at hyggja at útgerð at bora við sum ætlanin so er at leiga, ella í øðrum lagi, at keypa til Føroya.
Tað hevur verið eitt hjartamál hjá Henriki Old, landsstýrismanni at Landsverk skuldi aftur fara at bora tunlar í Føroyum, akkurát sum hann gjørdi fyrr í tíðini, áðrenn politisk avgerð varð tikin um, at øll arbeiðini skuldu bjóðast út.
Men Henrik Old er sannførdur um, at skal tað yvirhøvur eydnast at fáa tunnil til Fámjins, til Dals, Tjørnuvíkar, Gjáar, og kanska aðrar smábygdir við, verður tað neyðugt, at Landsverk sjálvur fær eitt sjakk at bora, tí politiski veruleikin er, at tað er aldrin politiskur vilji til at fara undir hesar tunlarnar.
Tað hevur verið tosað um teir í ein mansaldur, men tá ið orðini skulu vísast í verki, er tað dottið niður fyri hvørja einastu ferð. Og landsstýrismaðurin dugur ikki at síggja nøkur tekin til, at tað fer at broytast.
Hann vísir á, at ætlanir eru um at gera fleiri longri tunlar, eitt nú tunlar Norður um Fjall, til Vestmanna, undir Gøtueiði, og aðrastaðni við, so hann er sannførdur um, at við hetta lag verða summar smábygdir at bíða rættiliga leingi eftir tunli.
Tí hevur hann fingið játtan á fíggjarlógini til eitt sjakk, sum aftur skal bora tunlar fyri Landsverk og í hesum sambandi eru umboð fyri Landsverk farin til Noregs í morgun at hyggja at útgerð. Í Noregi hevur Landsverk fingið eygað á boriútgerð, sum verður mett at vera brúkilig, og norðmenn eru eisini sinnaðir at koma til Føroya eitt skifti at leggja lag á.
Henrik Old ætlar, at hetta sjakkið hjá Landsverki skal brúka tunnilin til Fámjins sum eina royndarverkætlan, og hann verður sostatt tann fyrsti tunnilin hjá tunlasjakkinum. Fámjinstunnilin er ikki meiri enn góðar 800 metrar langur, og beint við tunnilsmunnan í Ørðavík, hevur Landsverk longu bæði smiðju og manning. Sostatt er tað ómakaleyst at seta á at bora í Fámjin, tí har krevst lítið og onki av fyrireikingum.
Upplýst er í Løgtinginum, at ein Fámjinstunnil er mettur at kosta slakar 60 milliónir og Henrik Old sigur, at verður sett á at bora í ár, verður koyrandi ígjøgnum tunnilin næsta ár.
Tað verða eini fimm ella seks mans í hesum tunlasjakkinum hjá Landsverki og teir fara at bora, alt eftir, hvussu nógv verður sett av á fíggjarlógini frá ári til ár. Í ár eru sjey milliónir settar av til tunlasjakkið hjá Landsverki.
Løgtingsmenn ivast í, hvussu nógv verður eftir at bora fyri, tá ið peningur fyrst er tikin burtur av at útvega tunnilsútgerðina fyri.
Hinvegin eru Bárður á Steig Nielsen, løgtingsformaður fyri Sambandsflokkin, beinleiðis ímóti at eitt alment sjakk verður sett at bora tunlar, tí hann heldur, at tað er bíligari at bjóða teir út. Hann heldur, at Landsverk skal brúkast til at standa fyri verkætlanum og at halda vegir, tunlar, brýr og bygningar.