Moldvarpamentan í Sjónvarp Føroya 2

Thomas J. Askham
-------

Tann 28.12 2011 stóð at lesa svar til undurritaða. Tað vóru nøkur starvsfólk í Útvarpinum, sum gjørdu vart við, at tey onki vistu um, at umboð fyri Moldvarp Føroya vóru til staðar og gjørdu upptøkur, tá tey skipaðu fyri kjakfundi dagin fyri løgtinsvalið, undurskrivað av Sigmari Bláberg, Jón Briani Hvidtfeldt, Elini Winther Poulsen, Finni Jensen.
Eg vil takka tykkum fyri hesa tykkara upplýsan, samtíðis vil eg biða tykkum um eina umbering fyri at hava hildið tykkum verða partur í hasu moldvarpasendingini. Eg kann upplýsa tykkum, at tað eru fleiri enn eg, sum høvdu hesa fatan. Tað átti ikki at verið tit, sum komu við hasi upplýsan, tað átti at verið Kringvarpsleiðslan ella tey, sum hava evstu ábyrgd fyri, hvat kann fara út til allmennu Føroyar, sum skuldu verið tykkara verja í slíkum føri.