Noy til eina leiðslu

Fyrst Javnaðarflokkurin og nú løgmaður ynskja eina leiðslu fyri øll sjúkrahúsini. Tað kemur ikki uppá tal. Tað er ikki her trupulleikin er. Vænti ikki at succes'in í heilsuverkinum verður at niðurleggja leiðslurnar á teimum smærru sjúkrahúsunum. Harafturímóti eru tað júst lokalu leiðslurnar, sum gera heilsuverkið sterkari.

Skjótleiki, nærleiki og kapping eru lykilin til besta heilsuverkið. At seta eina leiðslu í Havn fyri øll trý sjúkrahúsini, kann fara at gera enda á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Einum sera vælvirkandi sjúkrahúsi við tí hægsta sjúklinganøgdseminum.

 

Løgmaður Kaj Leo Holm Jóhannesen hevur nú verið frammi alment og sagt sína hugsan um, hvussu okkara heilsuverk skal skipast í framtíðini. Hann sigur, at vit skulu hava eina leiðslu til tey trí sjúkrahúsini. Hann sigur eisini, at politikarar nú skulu halda fingrarnar burtur frá heilsuverkinum. Vit skulu setast uttanfyri alla ávirkan, hvussu heilsuverkið skal skipast. Hesum  skal serkunnleikin finna útav, tí politikarar eru ikki førir fyri tí heldur løgmaður.

 

Serfrøðin

Hoyri oftari og oftari, at politikkarar ikki skulu taka avgerðir. Trúði, at grundarsteinurin í demokratinum júst var,  at tað var fólkið í landinum, sum gjøgnum politikkarar tóku avgerðir fyri land og fólk.

 

Serfrøðingar eru neyðugur eisini fyri politikkarar, men avgerðirnar taka politikkarar. Sjálvt rættarskipanin brúkar vanliga fólkið í nevningatingi til at taka truplar sakir.

 

Kundi spurt, hvussu við fiskivinnupolitikkinum? Skulu politikarnir eisini halda fingrarnar burtur her? Eru teir førir fyri hesum?

 

Hvussu við landbúnaði, skúlaverki og rúsdrekkapolitikki? Skal serkunnleikin innanfyri hesi økini taka avgerðirnar. Skulu politikarnir bara setast út á eitt síðuspor her eisini, tí teir ikki hava skil fyri landbúnaði og skúlaskapi osv.

 

Ein kundi blivi við, men tað liggur heilt fast, at politikarnir eru valdir til at taka avgerðir, sum tæna heildini. Serfrøðin skal altíð hoyrast og verður eisini hoyrd. Men gloymið ikki, tað eru politikarnir, sum taka avgerðirnar. Tað eru vit vald til. Tað er okkara ábyrgd.

 

Serfrøðin ofta ósamd

Eins og politikkarar, so eru serfrøðingar sanniliga eisini ósamdir. Um talan er um sakførarar, búskaparfrøðingar, fiskifrøðingar, læknar ella aðrar serfrøðingar, so eru hesi ymisk á máli.

 

Vit politikkarar skulu lurta eftir teirra ymsu sjónarmiðum, og so taka tað støðu, sum tænir heildini best. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fingið til uppgávu at finna útav, hvat virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsi. Løgmaður hevur sjálvur undirskrivað samgonguskjalið, har tað stendur skrivað at støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi. Um hansara einasta uppskot er ein leiðsla, verður tað als ikki góðtikið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur.