##med3## Sum myndlistamaður er Øssur Johannesen umboðaður á Listasavni Føroya og í fleiri bókum um føroyska list. Eisini eru myndir hjá honum at síggja á Ovartaci Museum í Århus, European Art Museum í Vordingborg [...] umhvørvið her vakrari, fortelur Øssur og vísir á, at kommunan í Keypmannahavn stuðlaði tí. ##med2## – Vilt tú hava eina cola? spyr Øssur og er skjótur at viðmerkja: – Nú reklameri eg ordiliga fyri amerikanskari [...] Smáborgarligt veggjaprýði er, tá man málar tað, sum man veit, mann kann selja. Tað eru nógv, sum gera tað. Tá man ongantíð torir út á eggina. Men heldur seg til tað trygga og tann góðkenda smagin av, hvat list
spurningin: »Hvørjum eru vit føroyingar 100% lýdnir og loyalir ímóti?« og svarar, at vit eru klovin. Lýsingin av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark er á tann beiska bógvin: »Føroyar eru ein kambfjøður; [...] umráðandi at liva, meðan vit hava dagarnar og tey, sum eru okkum kær. Einaferð er eingin dagur í morgin. Erotiskt flogvit Tvær aðallyndir í skrivingini hjá Oddvør Johansen eru musikkur og erotikkur, bæði [...] aftur ein dagur«. Børnini hjá Dánjali í Køk eru musikalsk, tey læra at spæla upp á ymisk instrument og onkur lærir hjá Bakar Hansen. Sangur og tónleikur kemur á natúrligan hátt fyri í allari bókini. Erotikkur
kkurin stendur á odda fyri, saman við Tjóðveldi, Framsókn og Sonju Jógvansdóttir ger, at tað fer at loysa seg verri at arbeiða hjá pensjónistum. Orsøkin er, at flokkarnir eru lagstir á bulin í pensjónini [...] sjálvt, at tað ávirkar mótrokningina skeiva vegin, tí nú verður størri partur av pensjónini mótroknaður og skattaður. Pinkulítla økingin í viðbótini á 150 kr./mðr. bøtir ikki um skeivleikan. Tí viðbótin [...] grundupphæddini. Prinsippiellur munur Men við at økja um leiklutin hjá AMEG, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga, flyta vit okkum frá samhaldsføstu almennu pensjónini, sum øll hava kent seg sum part av, til
Petrolul er farin í gongd á Svangaskarði. Undan dystinum er støðan tann, at rumenska liðið er á odda við trimum málum, og tí er talan um eitt tungt tak hjá Víkingi. Men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur [...] leikur fer. Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði eru framúr. Hitin er 16 stig. Hagtøl samanlagt: Skot á mál: Víkingur 4, Petrolul 9 Bjargingar: Víkingur 6, Petrolul 4 Mál: Víkingur 0, Petrolul 2 (tað eina [...] seinastu løtuna. Trýstið á Víking er enn stórt. 18.: Víkingur hevur verið undir rættiliga stórum trýsti fyrstu 20 minuttirnar. Geza Turi hevur longu havt fleiri bjargingar og tvey mál eru longu farin inn. Samlaða
Norsk bløð eru nú av álvara farin at seta ljóskastaran á løgregluna og hennara handfaring av terroratsóknini, serliga á Utøya. Aftenposten – og Dagbladet eisini – bóru í gjár tey tíðindi, at Anders Behring [...] Breivik hevur hann ringt fleiri staðir frá á oynni. - Seinasta uppringingin hendi helst gjørd niðri við sjóvarmálan, sigur Lippestad uttan at koma nærri inn á hvar á oynni tað var. Behring Breivik skal hava [...] hevur ringt, og løgreglan ikki hevur reagerað upp á tað, so er tað mín uppgáva sum verji at vísa á hetta. So má almeningurin og løgreglan meta um, hvat vit skulu halda um handfaringina hjá løgregluni av málinum
15 monnum umborð á einum lítlum 4-mannafari. Hetta er ein bók um týsku álopini og tíðina tá. Mathias Lassen Tá ið týskurin søkti sluppirnar á Føroyabanka í 1917 Undir Rókunum Vit eru í einum raðhúsum í [...] kavbátar søktu føroyskar sluppir Í góðveðrinum á sumri 1917 hoyrdust bumbubrestir og ógvuslig skot til lands í Suðuroynni. Sunnan fyri Føroyar leyp týskur kavbátur á føroyskar sluppur og søkti tær. Føroysku [...] síni, og hann og vinirnir finna upp á bæði eitt og annað. Men spurningar krevja svar. Hví kann Lars ikki møta ommu og abba sínum, og hví liggur pápi hansara onkuntíð mitt á gólvinum og starir upp í luftina
Vestmanna og Boga á Steig úr Sandavági. Bárður á Steig Nielsen býr og er uppvaksin í Vestmanna. Um tvær vikur eru 20 ár síðani, at Bárður Nielsen trein inn á politiska pallin. Hann varð valdur á ting fyrstu [...] Stórutjørn, sum kortini ongantíð bleiv til nakað. Á Løgtingsvalinum í 2008 stillaði hann tí ikki uppaftur, men tað gjørdi hanní 2011, tá hann varð afturvaldur á ting fyri Sambandsflokkin. Áðrenn hann kom upp [...] (1898-1968) 60 ár 1 1948 - 50 Andrass Samuelsen (1873-1954) 74 ár Onnur, sum hava føðingardag í dag, eru eitt nú Margreta drotning í Danmark, sum fyllir 82 ár í dag, og Benedikt fyrrverandi pávi, sum fyllir 95
útisetarnir á landsliðnum hava roynt seg. Nú hann er á veg til hús aftur, er venjarin væl nøgdur við, at landsliðsspælararnir í superliguni eru nógv á vøllinum. Tað ber við sær, at teir eru í betri dys [...] Tað sigur seg sjálvt, at spælarar, sum fleiri ferðir hvørja viku spæla á hægsta støði í Danmark, eru upplagdir lyklaspælarar á føroyska landsliðnum. - Christian Lamhauge Holst hevur ment seg til at vera [...] pláss á landsliðnum? - Símun er mest sum sjálvskrivaður í hópinum, og hann er alla tíðina við í myndini. At hann ikki hevur sama leiklut á landsliðnum, sum hann hevur í Keflavík kemst av, at vit spæla
viðgerð Jógvan Sundstein sigur, at tá ið ynski eru frammi í uttanlandsnevndini um at tilkalla serfrøðingar í nevndina at lýsa málini, átti nevndin at gingið tí á møti. ? Eg haldi, at uttanlandsnevndin átti [...] brúkt eina viku ella tvær, afturat upp á at samráðst um málið, til ein full semja varð funnin. ? Tað hevði eisini gjørt støðu okkara úteftir munandi sterkari, tá ið vit komu hartil, at lógin skal brúkast í [...] sigur gamli topp-politikarin. Men hinvegis skilir hann eisini, at tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin eru ónøgdir við ta viðgerð, sum yvirtøkulógirnar fingu í uttanlandsnevndini og í løgtinginum sum heild
lampuskermar og nógv annað. Hetta eru alt lutir, sum eru at finna inni í hølunum í Vertshúsinum niðan fyri Sjónleikarhúsið, har fyritøkan Mikkalina Glas nú heldur til. Hetta eru eisini lutir, sum seinasta árið [...] hugtakandi á tann hátt, at glas er sterkt tilfar, men samstundis er tað eisini skroypiligt, sigur Mikkalina og vísir á tunnu glasfuglarnar, sum standa í vindeygunum og stóru tungu skálirnar, ið standa á tveimum [...] veruliga brennir fyri, so eru tað nógv fólk, ið vilja lyfta uppgávuna saman við tær og royna at hjálpa upp á ymsar mátar. Í roynd og veru kenni eg tað, sum havi verið borin á lógvum gjøgnum alt hetta,