Norsk bløð eru nú av álvara farin at seta ljóskastaran á løgregluna og hennara handfaring av terroratsóknini, serliga á Utøya.
Aftenposten – og Dagbladet eisini – bóru í gjár tey tíðindi, at Anders Behring Breivik steðgaði á undir massakruni á Utøya fyri at ringja 112 og yvirgeva seg. Tað sigur verji
Hansara, Geir Lippe við Aftenposten.
Sambært verjanum ringdi Breivik heilar tíggju ferðir til lørgegluna, tó at hann »bert« kom ígjøgnum tvær ferðir.
Tað hevur fyrr verið frammi, at Anders Behring Breivik ringdi til løgregluna, men tá vóru boðini frá honum ikki nágreiniliga endurgivin. Nú sigur Geir Lippe – verjin hjá Anders Behring Breivik – at terrorskuldsetti maðurin undir longum avhoyringum týsdagin og mikudagin greiddi frá, at hann hevði givið alarmsentralinum boð um, at hann yvirgav seg.
- Hann greiðir frá, at hann í góðari tíð áðrenn hann varð handtikin sjálvur ringdi til løgregluna. Hann sigur, at hann ringdi tíggju ferðir, og at hann tvær ferðir slapp ígjøgnum. Hann presenteraði seg tá sum kommandør og uppgav fult navn. Klientur mín segði, at hann ynskti at yvirgeva seg – hann brúkti orðið »kapitulera« - og bað um váttan frá løgregluni um, at yvirgevingin var góðtikin. Hann pástendur, at hann fekk afturmeldingar, sum hann ikki skilti. Hann sigur, at hann bað um at verða ringdur upp aftur, so hann kundi fáa staðfest, at boðini um, at hann vildi yvirgeva seg vóru móttikin, sigur Geir Lippestad við Aftenposten.
Verjin undirstrikar, at hann ikki hevur sæð telefonloggin, men at hann hevur biðið um at hoyra upptøkurnar.
Eingin uppringing
Skuldsetti segði, at hann bíðaði eina løtu eftir, at løgreglan skuldi ringja aftur. Tað samsvarar eisini væl við frágreiðingar frá vitnum sum siga, at ein steðgur varð í skotriðini, sum samsvara við útsagnirnar hjá Breivik.
- Men hann varð ikki ringdur upp aftur. Í hansara høvdi gjørdi hann metingar, sum eru truplar at skilja: antin at gera av við seg sjálvan, ella at halda fram við operatiónini, sum hann nevndi tað. Sum kunnugt valdi hann at halda fram at skjóta, til løgreglan kom, sigur Geir Lippestad.
Spurdur, hví Breivik ikki steðgaði skjótingini sjálvur við hetta høvi, svarar Geir Lippestad, at tað er trupult at siga.
Verjin heldur ikki, at 32 ára gamli maðurin hevði aðrar ætlanir við telefonsamrøðunum til løgregluna, enn at yvirgeva seg, uttan at verða skotin. Anders Behring Breivik segði, at hann tá hevði nátt máli sínum.
- Hann sigur, at hann metti avrik sítt tá vera so umfatandi, at hann vildi fáa miðlapláss og breitt sítt manifest út, sigur Geir Lippe.
Ein NRK-tyrla sveimaði yvir Utøya áðrenn løgreglan kom á staðið. Lippestad tulkar sín klient soleiðis, at Breivik helt hetta vera eina løgreglutyrlu, og at hann kundi verða skotin nær tað skuldi vera.
Helt fram at skjóta
Sambært Anders Behring Breivik hevur hann ringt fleiri staðir frá á oynni.
- Seinasta uppringingin hendi helst gjørd niðri við sjóvarmálan, sigur Lippestad uttan at koma nærri inn á hvar á oynni tað var.
Behring Breivik skal hava ringið eina »nokk so langa rutu« á oynni eftir seinastu telefonsamrøðuna, áðrenn hann byrjaði at skjóta aftur.
- Eg fari ikki at uppgeva nakað tal fyri, hvussu nógv hann skjeyt eftir hetta. Men hann skjeyt móti tveimum bólkum aftrat og móti ungum úti í sundinum, sigur Geir Lippe.
Tá Delta-bólkurin kom til Utøya klokkan 18.25, sóu teir skotrøðir í sjónum sunnan fyri oynna. Anders Behring Breivik var handtikin í skóginum við suðurendan av oynni tveir minuttir seinni.
Hann stóð tá við armunum í veðrið og vápnunum 15 metrar aftan fyri hann.
Tað hevur áður verið borið fram í miðlunum, at hann skal hava ringt einaferð til løgregluna og boða frá, at »uppgávan er fullførd«. Tað hevur tá verið roknað við, at hann hevur ringt frá síni egni telefon.
Men í seinastu avhoyringunum hevur hann greitt frá, at hann fann ikki sína egnu fartelefon, og at hann í staðin ringdi við telefonini hjá onkrum øðrum. Hendan telefonin skal vera funnin í einari kiosk á oynni.
Spurdur, um Breivik greiðir soleiðis frá, fyri at seta løgregluna i eitt vánaligt ljós sigur hann:
Tað er møguligt. Men um so er, at hann hevur ringt, og løgreglan ikki hevur reagerað upp á tað, so er tað mín uppgáva sum verji at vísa á hetta. So má almeningurin og løgreglan meta um, hvat vit skulu halda um handfaringina hjá løgregluni av málinum, sigur Geir Lippe við Aftenposten.