Málningar, tekningar, tónleik, yrkingar, listabøkur… Alt hetta er nakað, sum Øssur Johannesen fæst við. Hann er fjøllistamaður og er rættiliga aktivur innan sítt øki.
Hann býr í Sundby í Keypmannahavn, her hann hevur búð síðan 2012.
Í summar hava vit hitt kreativa mannin til eitt lítið prát um hansara list og lív.
Tá man kemur til bústað hansara í Sundby, sæst ein serligur veggur. Og tað sæst beinanvegin, at hendan veggin hevur Øssur málað, tí motivini og úttrykkini eru sera eyðkend.
– Eg málaði hatta fyri nøkrum árum síðani. Her var so grátt og trist. Eg haldi, at grátt er ein forferdiligur litur. Óestetiskt. Mær dámar betur at fáa litirnar fram, so hetta var ein máti at fáa umhvørvið her vakrari, fortelur Øssur og vísir á, at kommunan í Keypmannahavn stuðlaði tí.
##med2##
– Vilt tú hava eina cola? spyr Øssur og er skjótur at viðmerkja:
– Nú reklameri eg ordiliga fyri amerikanskari imperialismu… Tað var ikki meiningin. Nåh, men skál fyri tí, flennir hann, meðan vit sessast inni hjá honum.
Øssur er føddur í Glyvrum í 1970 og gekk í skúla Søldafirði og Runavík.
– Eg var ein ógvuliga anarkistiskur næmingur. Um eg keddi meg í einum tíma, so pillaði eg bara av, tá tað passaði mær. Skúlin var ikki akkurát eg, fortelur hann.
Hinvegin dámdi honum væl at vera kreativur.
Hann byrjaði skjótt at tekna sum smádrongur, og í tannárunum fór hann í holt við at tekna tekniseriur. Íblásturin fekk hann millum annað frá Tintin og Sølvpil.
Sum 14 ára gamal byrjaði hann at mála landsløg, og um hetta mundi hevði hann eisini sína fyrstu framsýning í Lions Club í Runavík.
Nøkur ár seinni, sum 23-ára gamal, sýndi hann fram á Listasavni Føroya.
– Tá hevði eg skift stíl frá landsløgunum til at gera menniskjalýsingar í staðin. Daprar, tungar myndir, sigur Øssur, sum fekk heilt góð ummælir tá.
Tað endaði við, at Listasavnið keypti nakrar av myndunum hjá Øssuri.
##med3##
Sum myndlistamaður er Øssur Johannesen umboðaður á Listasavni Føroya og í fleiri bókum um føroyska list. Eisini eru myndir hjá honum at síggja á Ovartaci Museum í Århus, European Art Museum í Vordingborg og Sankt Hans Museum í Roskilde.
Hann hevur havt framsýningar í Føroyum, Danmark, Álandi, Svøríki, Norra, Fraklandi, Eysturríki og Hollandi.
Listin hevur alt at siga
Hvat hevur list at siga fyri teg?
– Listin hevur alt at siga. Tað er ringt at seta orð á. Men tað snýr seg um at úttrykkja, hvat eitt menniskja inniheldur, hvat menniskjað er, og hvat menniskjað upplivir.
Sum listamaður arbeiðir Øssur Johannesen nógv við einsemi, lýðing, longsli og deyðanum.
Hann vil treyðugt sjálvur lýsa sína egnu list. Tað kunnu onnur gera, meinar hann.
– Eg haldi, myndirnar tala fyri seg sjálvar, sigur hann.
Seinasta árið hevur Øssur gjørt nógv burturúr at lýsa kríggið í Ukraina, flóttafólk, heimleys og sálarliga sjúk.
– Sosial empati hevur nógv at siga í mínari list. Eg haldi, eg eri tann einasti, ið arbeiðir við tí, av teimum føroysku listafólkunum, sigur Øssur, hvørs list brýtur nógv frá tí, man annars sær í Føroyum.
##med4##
– Føroysk list er øgiliga popput, haldi eg. Koyrir nógv uppá lekkrar popplitir og populer bygdamotivir. Eg passi ikki ordiliga inn í tað.
Hetta slagið av list kemur undir tað, sum hann kallar “smáborgarligt veggjaprýði”.
– Smáborgarligt veggjaprýði er, tá man málar tað, sum man veit, mann kann selja. Tað eru nógv, sum gera tað. Tá man ongantíð torir út á eggina. Men heldur seg til tað trygga og tann góðkenda smagin av, hvat list er. Eg havi roynt at gjørt uppreistur móti hesum.
– Tónleikurin er ein óendalig rannsakan
Umframt listina, so er Øssur Johannesen við nógvum fløgu-útgávum á baki eisini virkin við tónleikinum. Talan hevur fyri tað mesta verið um instrumentalverk síðan 1996, har hann spælir bass og guitar, men á nýggjaru útgávunum syngur hann eisini. Hann syngur millum annað yrkingar eftir Regin Dahl og Alexandur Kristianssen.
– Fyrstu ferð, eg sang á einum sangi, var eg 50. Tað kann undra meg, at eg ikki tordi at syngja inntil tá, sigur hann.
##med15##
Hvat hevur tónleikurin annars at siga fyri teg?
– Tónleikurin hevur eins og listin alt at siga fyri meg. Tað er ein óendalig rannsakan í kenslum, tankum og upplivingum.
##med5##
Øssuri hevur altíð dámt væl tónleik.
– Har var nógvur tónleikur í heiminum, har eg vaks upp. Mamma mín sang í kirkjukórinum. Hini systkini hava eisini altíð verið musikalsk. So eg byrjaði at spæla bass sum 14 ára gamal.
– Eg var í einum dansiorkestri. Ella ballingarorkestri, kann man siga. Tað var ein stuttlig tíð. Tað var tað… Nokkso vilt eisini, sigur Øssur flennandi.
Psykiatriin
Øssur Johannesen hevur verið partur av psykiatriini í nógv ár. Hetta er eitt gjøgnumgangandi tema í hansara list eisini.
– Eg havi verið maniodepressivur í nógv ár og havi verið innlagdur fleiri ferðir. Eg kenni systemið innanífrá, og tí royni eg eisini at lýsa tað í listini.
Sum heild er Øssur kritiskur um psykiatriina.
– Eg havi fingið nógvan heilivág gjøgnum árini, og eg havi prøvað at ligið doyvdur nógvar tímar í songini. Tvangsmedicineraður ímóti mínum vilja. Eg eri ímóti, at man gevur fólki so nógvan heilivág, sigur hann og kemur við einum tanka um alternativ:
– Man burdi heldur skapt eitt betri meira uppbyggjandi kreativt umhvørvi, har man kann útfolda seg kreativt innan ymisk handverk og ganga túrar í náttúruni. Kanska onkur hevði fingið okkurt burturúr hjálp frá clairvoyantum heldur enn psykiatarum?
##med6##
Øssur leggur aftrat, at starvsfólkini hava stóran týdning:
– Um man skal arbeiða innan psykiatriina, so skal mann innihalda kærleika, umsorgan og empati. Man skal vera nærverandi og duga at lurta og vera hjálpsamur.
Øssur vísir á, at hann eisini hevur havt rústrupulleikar í nógv ár, og hetta er eisini nakað, sum hevur myndað hann sum listamann.
Politiskar meiningar
Øssur gongur høgt uppí samfelagsviðurskifti, og hann letur ongan Iva vera um, at hann hevur sterkar meiningar um politisk viðurskifti.
– Eg haldi, at Føroyar skulu loysa frá Danmark. Og so haldi eg, at Føroyar skulu gevast við at brúka Danmark sum eina skrellispann fyri útstoyttar føroyingar. Her hugsi eg bæði um sálarsjúk og um kriminellar fangar, sigur hann.
– Og orsakað av ringa bústaðarpolitikkinum, so hava fátækir føroyingar ikki ráð at búgva í Føroyum. So nú eksporterar man eisini føroyska fátækradømið til Danmarkar, tað er ikki í lagi. Man má hava eitt samfelag, sum klárar at taka sær av sínum egna fólki.
Tey, ið fylgja almenna kjakinum á Facebook, hava kanska lagt merki til viðmerkingar frá Øssuri um grindadráp. Spurdur um hetta, fer Øssur at flenna.
– Eg haldi, at føroyingar skulu gevast at drepa grind, harur og fugl. Tað er ein ógvuliga brutal, primitiv, maskulin og blóðtyrst siðvenja.
– Sjálvur bleiv eg vegetarur fyri sjey árum síðani. Eg vil ikki fylla búkin við ósekum dripnum djórum.
– Føroyar kundu saktans framleitt nógv meira grønmeti. Tað haldi eg, føroyingar burdu farið í holt við.
##med8##
Framtíðin
Øssur hevur ikki ætlanir um at flyta aftur til Føroya, sigur hann.
Men hann hevur nógvar verkætlanir á veg – bæði myndlist, tónleik og yrkingar:
– Eg havi í løtuni trý yrkingasøvn, sum eru klár at geva út. Arbeiði eisini við einari listabók og nýggjum tónleiki. Tað kemur vónandi alt út skjótt, sigur Øssur Johannesen.
– Tað er eisini ein spurningur um pengar, tí tað skal alt fíggjast. Men eg livi ein dag í senn.
##med9##
Síðsta vetur hevði Øssur Johannesen framsýning í Keypmannahavn. Tað var í gallarínum UnderKant, sum er í Kofoeds Skole á Amager.
Her eru nakrar myndir frá framsýningini:
##med10##
##med11##
Evnið í framsýningini var “Heimloysi, sálarsjúka og flýggjan”.
##med12##
##med13##
##med14##