Liðugt: Petrolul vann 4-0

Seinni dysturin millum Víking og rumenska liðið Petrolul er farin í gongd á Svangaskarði.

 

Undan dystinum er støðan tann, at rumenska liðið er á odda við trimum málum, og tí er talan um eitt tungt tak hjá Víkingi.

 

Men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer.

 

Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði eru framúr. Hitin er 16 stig.

 

Hagtøl samanlagt:

Skot á mál: Víkingur 4, Petrolul 9

Bjargingar: Víkingur 6, Petrolul 4

Mál: Víkingur 0, Petrolul 2 (tað eina er skrásett sum sjálvmál)

Skot við síðuna av málinum: Vìkingur 1, Petrolul 7

Vandamikil álop: Víkingur 15, Petrolul 51.

Hornaspørk: Víkingur 1, Petrolul 3

Gjørd fríspørk: Víkingur 5, Petrolul 15.

Kelda: Uefa.com

 

 

Seinni hálvleikur:

90.: Dysturin er liðugur. Petrolul vinnur 4-0 á Víkingi í seinna dystinum og vinnur samanlagt 7-0. Víkingur er eisini liðugt í evropeisku kappingini í ár.

85.: Útskifting, Víkingur: Sam Jacobsen fer út og Heðin Hansen kemur inn ístaðin.

84.: Gult kort til Guilherme hjá Petrolul fyri eitt fríspark móti Kaj Leo í Bartalsstovu.

78.: Útskifting, Víkingur: Sølvi Vatnhamar fer út og Hjartvard Hansen kemur inn ístaðin.

77.: MÁL TIL PETROLUL. 0-4 De Lucas skorar eftir at hornaspark er skotið inn fyri málið.

69.: Enza-Yamissi fær gult kort fyri at hava gjørt fríspark.

63.: Útskifting, Petrolul, Younes fer út og Grozav kemur inn ístaðin

63.: MÁL TIL PETROLUL. 0-3 Younes skorar og verður skiftur út í somu løtu.

62.: Erling Jacobsen ger tvey fríspørk við stuttum millumbili, og fær gult kort.

53.: Víkingur hevur enn eitt skot, og enn einaferð er tað Kaj Leo í Bartalsstovu, sum er maðurin. Rumenski málverjin bjargar tó skotinum.

51.: Víkingur byrjar betur í seinna hálvleiki. Kaj Leo í Bartalsstovu sendir eitt skot móti málinum, men Bornescu.

46.: Útskifting, Petrolul. Teixeira fer út og Mustivar kemur inn ístaðin.

46.: Útskifting, Petrolul. Boudjemaa fer út og Achim kemur inn ístaðin.

46.: Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

Skot á mál: Víkingur 1, Petrolul 6

Bjargingar: Víkingur 5, Petrolul 1

Mál: Víkingur 0, Petrolul 2 (tað eina er skrásett sum sjálvmál)

Skot við síðuna av málinum: Vìkingur 0, Petrolul 2

Vandamikil álop: Víkingur 7, Petrolul 24.

Hornaspørk: Víkingur 0, Petrolul 2

Gjørd fríspørk: Víkingur 3, Petrolul 4.

Kelda: Uefa.com

 

Fyrri hálvleikur:

45.: Hálvleikur er á Svangaskarði, og støðan er framvegis 2-0 til Petrolul. Rumenska liðið hevur verið týðiliga omaná í dystinum, og tað vísa hagtølini eisini:

34.: Tað gekk góður hálvur tími, áðrenn Víkingur hevði sína fyrstu veruligu roynd á málið. Kaj Leo í Bartalsstovu roynir seg, men Bornescu bjargar.

28.: Hoban roynir seg við skoti, men Geza Turi bjargar.

26.: Geza Turi bjargar enn einaferð. Hesaferð er tað Younes sum roynir seg.

25.: Petrolul hevur havt fleiri fríspørk og horna hesa seinastu løtuna. Trýstið á Víking er enn stórt.

18.: Víkingur hevur verið undir rættiliga stórum trýsti fyrstu 20 minuttirnar. Geza Turi hevur longu havt fleiri bjargingar og tvey mál eru longu farin inn. Samlaða støðan er nú 5-0 til rumenska liðið.

11.: MÁL TIL PETROLUL. 0-2 Younes leggur rumenska liðið á odda 2-0.

05.: MÁL TIL PETROLUL. 0-1 Atli Gregersen skorar sjálvmál og tað ger brekkuna hjá Víkingi upp aftur brattari. Morar verður skrásettur fyri at hava lagt upp til málið.

 

Víkingur-Petrolul 0-4 (0-2)

05.: 0-1 Atli Gregersen, sjm.

11.: 0-2 Younes

63.: 0-3 Younes

77.: 0-4 De Lucas

Víkingur: Geza Turi - Atli Gregersen, Dánjal Pauli Lervig, Bárður Hansen, Erling D. Jacobsen, Sam Jacobsen (85.: Heðin Hansen), Hanus Jacobsen, Jann Ingi Petersen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Sølvi Vatnhamar (78.: Hjartvard Hansen), Finnur Justinussen.

Á bonkinum uttan at blíva skiftir inn: Elias Rasmussen, Bergur Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus, Ingi Sørensen, Filip Djordjevic.

Petrolul: Bornescu - Enza-Yamissi, Naziri, Guilherme, Boudjemaa (46.: Achim), Hoban, Romário, Teixeira (46.: Mustivar), De Lucas, Morar, Younes (63.: Grozav).

Á bonkinum uttan at blíva skiftir inn: Valincius, Geraldo Alves, Grecu.

Gult kort: Erling D. Jacobsen - Enza-Yamissi, Guilherme.

Dómari: Said Ennjimi, Eric Dansault, Cyril Lompre, Alexandre Castro (Frakland)