fram til 30. juni 2019. Sonni Larsen verður høvuðsvenjari og Jeppe Borch hjálparvenjari. – Tað er mær ein heiður at skula venja A-landsliðið hjá Føroyum. Føroyskur hondbóltur er í menning, og eg vil fegin [...] . Sonni var eisini venjari hjá U21-landsliðnum, sum í summar skrivaði søgu til HM-endaspælið í Algeria. Jeppe Borch stendur nú á odda fyri besta mansliðnum hjá Neistanum. Farna kappingarár var hann venjari
alt meira við. Næsta settið varð vunnið við maner, og eftir hetta var kósin fyri tað mesta einvegis, soleiðis at talan hóast alt gjørdist um ein hampuliga tryggan sigur. Leygardagin vitjaði Fleyr í Fuglafirði [...] dysturin ásettur at verða leiktur sunnudagin. Leygardagin var KÍF eisini á Tvøroyri, so liðini bæði sluppu rættiliga at læra hvørt annað at kenna, men hetta broytti tó ikki nevnivert við úrslitini. Meistararnir [...] við sær, so góvu tær ÍF ein lítlan hvøkk. Eftir at alt gekst sum ætlað í fyrsta settinum, kom ÍF undir hart trýst í øðrum setti. Tær megnaðu tó at knólgva Fleyr 26-24, og eftir hetta fór luftin úr gestunum
og lækna hennara. - Eg gjørdist sera ill, tá eg fekk hetta brævið, tí fyri mær er hetta ein fullkomiliga órímilig grundgeving fyri ikki at geva mær hjálp. Læknin segði seg ikki hava sæð slík bræv áður [...] eftir at hon hevði tikið uppgerðina við pápa sín, sum hevði misnýtt hana frá tí at hon var seks ára gomul, til hon var 15 ár. Í Esbjerg royndi hon at fáa sálarfrøðisliga hjálp, og læknin hjá henni sendi [...] næstan 10 ár varð misnýtt av pápa sínum, sálarfrøðisliga hjálp, hóast læknin hjá henni helt, at neyðugt var við slíkari hjálp. Grundgevingin hjá Amtssjúkrahúsinum fyri at siga nei til føroysku kvinnuna kom óvart
skuldi eydnast enn einaferð at fáa ein sáttmála uttanfyri landoddarnar. Ingi gjørdi beinanvegin vart við seg sum ein av teimum bestu leikarunum í Formuladeildini, og tað var næstan synd at síggja eitt so stórt [...] stórt talent spæla í føroysku landskappgini. Hann var ein av grundstuðlunum undir B36-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í ár, og tað er ein stórur missur fyri høvuðsstaðarfelagið, at Ingi ikki verður [...] Birmingham, ásannar hann, at hetta er ein stór og torfør uppgáva, ið stendur fyri framman. - Tað er eingin ivi um, at støðið er sera høgt í mun til tað, sum eg eri vanur við, tí at hetta eru klassaleikarar, ið
ketlavirkið, Hógv, nú hevur sítt virksemi. Sosialurin var fram við eitt kvøldið, teir vandu. Løgdu botnin - Vit vandu onkra løtu í summar, men hetta var bara til stuttleikar. Tá vit umsíðir vóru savnaðir [...] savnaður í meira enn 20 ár, var fyri fyrstu ferð síðan ársskiftið 1984/1985 aftur á pallinum í Losjuni í Gøtu seinasta leygarkvøld, tá ið bólkurin spældi til dans. Bólkurin var nógv frammi í fyrru helvt [...] kend nøvn innan føroyska tónleikaheimin, men hetta er sum nevnt fyrstu ferð, at bólkurin Kíkar er á pallinum aftur í øll hesi mongu ár undir gamla navninum. Ein av upprunaligu tónleikarunum í bólkinum, Jóhann
hvat var galið, og hann segði bara, at vit høvdu sitið stillir ov leingi, sigur Alex. Tíðin í Paraná er ein góð tíð fyri Alex. Umstøðurnar eru væl betri enn í heimbýnum, og venjing er mennandi. Eins og [...] ókent felag í einum landi, sum Alex als ikki visti var til. Í Tjekkia gekk væl, men eftir uppflyting var umboðsmaðurin ikki nøgdur við sín part. Síðani var farið til Danmarkar og BK Frem, men Alex fær onga [...] eina ferð komu fram, vóru føturnar hjá mær hovnar, og eg visti ikki hví, sigur Alex og vísur á fótinum, hvar hann var hovin. Teir vóru ikki meir enn komnir fram, so var venjing á skránni. Tíbetur, so hevði
sinni. Men veruleikin er ein heilt annar. Arbeiðsósemja var als ikki ímillum áðurnevndu partarnar. Tvørturímóti var semja um sáttmálaviðurskiftini og ájourføring gjørd. Hetta kostaði landskassanum, sum [...] greitt at misbrúka ásetingarnar í føroysku kommunulógini, var veruliga orsøkin til streymskamtannina. Tað var ógvuliga naivt hugsað, at júst hetta ikki einaferð skuldi koma okkum aftur um brekku. Og nú gongur [...] Poulsen Nú Fiskavirking er einskild og hevur skift eigarar, kann ein og hvør gera sær tankar hesum viðvíkjandi. Havi í hvussu so er gjørt mær mínar. Ásannast má, at sluttspurturin í tilgongdini, kann samanlíknast
danskt og var eisini lærari í føroyskum. Tað var upplagt, at fyrstu næmingarnir gingu í málsligu deild. Stuðlarnir undir skúlanum vóru jú serliga útbúnir til tað. Arnbjørn Mortensen, sáli, sum var ættaður [...] málið er, at tað um fimm ár – tá ið skúlin verður 75 – skal framførast ein føroyskur sangleikur. Við SHEYK prógvaðu tit, at hetta ber til, og nú gleða vit okkum til, hvat henda fjøltáttaða avbjóðing, sum [...] og næmingum er stórt, tá ið verkið er fullborið og gerst alment. Hetta er spennandi. VBV og Hoydalar eru hugtøk, sum hava verið og eru góð ungdómsýti hjá einari rúgvu av føroyingum, og tað ber illa til at
sett síni spor var ein maður, sum helt sítt orð. Við honum er farin ein gamal í garði, ein álitismaður, tað var hansara varði. Í trongum tíðum tú vardi borg, tað var ein hørð tíð tú á odda var, einsamallur [...] bara hetta var torført. Og tá hetta samstundis var í ringastu niðurgangstíðum her á landi, so er væl skiljandi, at hetta var eingin løtt uppgáva. men við Ova sum leiðara hevði kommunan fingið ein persón [...] tilmálda tíðin var nú runnin út, og her og eins og hjá okkum øllum var nú farið um tað liðið, sum bert gongur ein vegin. Ove Djurhuus legði nú frá sær eftir eitt langt og innihaldsríkt lív. Mangan var tað meira
hevði ikki gáað eftir, at talan var um eitt parkeringspláss til avlamisbilar. - Eg skuldi í biograf og parkeraði bilin í skundi. Tað var myrk og eg varnaðist ikki, at talan var um eitt parkeringspláss til [...] harmur um hetta, tí hann kundi aldrin í lívinum funnið upp á at tikið parkeringsplássið frá einum avlamisbili. Eg kann ikki annað enn biðja um umbering. Eg ætli mær ikki at burturforklára hetta, tí tað kann [...] forsvarast, sigur hann. Hann sigur, at tá ið hann las um hetta, fekk hann ein skelk og mátti fara at hyggja fyri at síggja við sínum egnu eygum, at talan var um eitt parkeringspláss til avlamisbilar. Tað hevur