Tann stóra avbjóðingin

- Eg føli, at hetta er nakað, sum eg kann klára. Tað ræður um at hava sjálvsálit og at trúgva uppá seg sjálvan, sigur 19 ára gamli Ingi Højsted, ið júst er komin til enska Premier League felagið Birmingham. Hann skal sannføra venjaran Steve Bruce um, at júst hann er tann rætti maðurin at satsa uppá í framtíðini

Premier League

Tá Ingi Højsted fyri einum ári síðani vendi nøsina heimaftur til B36 eftir nøkur ár í Arsenal, kundi ein ímynda sær, at dreymur hansara um at gerast yrkisleikari var brostin. Men Ingi Højsted gav ikki skarvin yvir, hóast hann nú endaði aftur í barndómsfelagnum B36 eftir uppihaldið í Arsenal. Ingi vildi út aftur í heim at royna síni fótbóltsevnir, og sjálvur misti hann ongantíð trúnna uppá egin evnir.
Tíðin í Arsenal var nógv merkt av skaðum, og nógv tíð varð nýtt í einsemi í venjingarhølinum heldur enn á vøllinum saman við hinum leikarunum.
- Tað var ikki vist, at eg slapp útaftur at spæla, aftaná at eg kom heimaftur til B36, tí tú mennist ikki stórvegis við at spæla í føroysku landskappingini, greiðir Ingi Højsted frá, tá vit hava hann í telefonini úr Birmingham. Hann varðveitti tó alla tíðina trúnna uppá, at tað skuldi eydnast enn einaferð at fáa ein sáttmála uttanfyri landoddarnar.
Ingi gjørdi beinanvegin vart við seg sum ein av teimum bestu leikarunum í Formuladeildini, og tað var næstan synd at síggja eitt so stórt talent spæla í føroysku landskappgini. Hann var ein av grundstuðlunum undir B36-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í ár, og tað er ein stórur missur fyri høvuðsstaðarfelagið, at Ingi ikki verður at síggja í B36-troyggjuni komandi ár.
Men fyri einari viku síðani skrivaði Ingi Højsted undir sáttmála við Birmingham City, og hóast bert ein vika er fráliðin, eru framtíðarvónir hansara bjartar.

Ein stórur gloypubiti
Birmingham City er eitt felag, ið flutti upp í bestu deildina í 2002, og tað hevur sostatt bert trý ár á baki millum tey bestu í Onglandi í hesum umfarinum. Frammaundan hevði felagið ikki spælt í bestu deildini síðan 1985.
Tað er navnframi verjuleikarin hjá Manchester United, Steve Bruce, ið hevur staðið á odda fyri framgongdini hjá felagnum. Fyrst førdi hann liðið upp í Premier League, og síðani hevur hann eisini megnað at vart borg, hóast tað onkuntíð hevur riðið um snarið.
Bruce hevur lokkað fleiri royndar leikarar til felagið, og tað hevur tryggjað Birmingham eitt pláss í Premier League seinastu trý árini.
Á miðvøllinum eru fleiri navnframir leikarar, ið hava drúgvar royndir. Eitt nú er Nicky Butt leigaður úr Newcastle, og aðrir frægir miðvallarar eru David Dunn og Jiri Jarosik.
Hóast Ingi ikki bangin fyri at taka dystin upp við tær royndu stjørnurnar í Birmingham, ásannar hann, at hetta er ein stór og torfør uppgáva, ið stendur fyri framman.
- Tað er eingin ivi um, at støðið er sera høgt í mun til tað, sum eg eri vanur við, tí at hetta eru klassaleikarar, ið spæli saman við. Hinvegin føli eg, at eg væl kann fylgja við, hóast leikferðin er høg. Eg havi kanska gjørt nøkur mistøk undir venjing, sum eg ikki hevði gjørt, um eg var í betri venjing, sigur Ingi um tær fyrstu venjingarnar saman við 1. liðshópinum í Birmingham.
Tað er einki at siga til, at tann fyrsta tíðin kann kennast heldur hørð, tí at fleiri av leikarunum í Birmingham hava spælt landsdystir við eitt nú Onglandi og øðrum londum í Evropa.
- Eg haldi tó, at eg eri væl fyri, og eg havi sjálvsálit, sum er sera umráðandi, um tú ætlar tær at gera teg galdandi í Premier League. Eg trúgvi uppá meg sjálvan, og eg smæðist als ikki burtur undir venjing.
Ingi leggur afturat, at um tú ikki hevur tað neyðuga sjálvsálitið, hevur tú lyndi til at goyma teg undir venjing, og tað ber ikki á mál í hesum starvinum.

Býr hjá familju
Tá Ingi flutti til Birmingham fekk hann møguleika at velja, hvussu hann vildi búgva. Antin kundi hann hava egna íbúð ella búgva hjá einari vertsfamilju, ið hevur havt fleiri leikarar hjá Birmingham búgvandi.
- Eg valdi at búgva hjá einari familju, tí so sleppi eg frá at vaska klæðir og annað tílíkt, sigur Ingi flennandi.
Hann er komin at búgva hjá einum sera fyrikomandi eldri pari, ið eisini hevur havt aðrar leikarar búgvandi. Tann seinasti leikarin, ið búði har, er júst leigaður út til Millwall, og so flutti Ingi inn ístaðin.
Gerandisdagurin hjá Inga gongur annars við, at venjing er hvønn dag klokkan hálvgum ellivu, og venjingin varðar í tveir tímar. Summar dagar eru tvær venjingar um dagin, men tað vanliga er ein venjing. Síðani hava leikararnir møguleika at nýta venjingarhølið hjá felagnum til styrkivenjing og annað.
Tað fyrsta inntrykkið, ið Ingi hevur fingið í Birmingham, er sera positivt.
- Fólkið í felagnum eru sera fyrikomandi, og fleiri av leikarunum hava heilsað uppá meg og bjóðað mær vælkomnum. Felagið líkist kanska meira B36 enn Arsenal, tí Birmingham er eitt lítið felag, og teir góðu leikararnir eru ikki hástórir á nakran hátt, greiðir Ingi frá.
Hóast Birmingham er í niðurflytingarvanda, er hetta ikki nakað, sum merkist í skiftingarrúminum ella undir venjing. Eisini hevur Steve Bruce gjørt sítt til, at Ingi skal kenna seg heima í Birmingham, og tað hevur óivað tikið broddin av spenninginum hjá tí unga havnarmanninum.
- Lagið er gott millum leikararnar, og eg havi ikki merkt nakað til vánaligan stemning, hóast úrslitini ikki hava lagað seg serliga væl higartil, sigur Ingi.

Torfør uppgáva
Ingi fær ikki spæliloyvið til Premier League fyrr enn 1. januar, og tí verður hesin fyrsti mánaðurin nýttur at koma í góða venjing, soleiðis at Ingi vónandi kann pikka á dyrnar til 1. liði, áðrenn langt umlíður í 2006.
- Eg veit, at tað verður sera torført hjá mær at koma inn á liðið, men eg satsi uppá, at tað skal eydnast. Fleiri av leikarunum eru ikki heilt ungir meira, og tað kann vera, at venjarin velur at geva onkrum av okkum ungu ein møguleika, um teir føstu leikararnir ikki standa seg nóg væl.
Ingi sigur, at ein av hansara liðfeløgum frá tíðini í Arsenal, nevndur Neil Kilkenny, eisini er í felagnum, og hann byrjaði inni um vikuskiftið.
- Kilkenny er ein leikari, ið eg kann sammeta meg sjálvan við, og tí gevur tað mær góðar vónir, at ein leikari sum hann er sloppin inn í hitan á besta liðnum, sigur Ingi uttan at á nakran hátt at undirmeta ta avbjóðing, ið nú stendur fyri framman.
Núverandi sáttmáli hjá Inga rennur út í summar, og tá skal Steve Bruce so taka støðu til, um felagið ynskir at leingja sáttmálan. Tí hevur Ingi Højsted eitt hálvt ár at sannføra venjaran um, at júst hann er tann rætti at styrkja um liðið í framtíðini.
Sáttmálarnir hjá fleiri leikarum renna út í summar, og felagið hevur aftrað seg við at leingja sáttmálarnar, nú tá liðið ikki stendur seg serliga væl í Premier League.
Steve Bruce hevur sagt á almennu heimasíðu felagsins, at hetta ikki er tíðin at samráðast um lønarhækking ella leingjan av sáttmálum, og tí eru ongar samráðingar við leikarar í løtuni. Orsøkin er sjálvsagt, at Birmingham liggur næstniðast á stigatalvuni, og tí er ikki ráðiligt at spenna seg hart fyri fíggjarliga.

Mentist í Føroyum
Hóast støðið í føroysku landskappingini ikki er serliga høgt samanborið við londini kring okkum, heldur Ingi, at árið heima í Føroyum hevur ment hann sum fótbóltsleikara.
- Eg haldi sjálvur, at eg havi tikið meg fram tað seinasta árið. Eg havi ikki havt nakran álvarsligan skaða og havi eisini havt møguleika at spæla meg inn á landsliðið, sigur Ingi.
Og júst plássið á miðvøllinum á landsliðnum hevur havt stóran týdning fyri menningina hjá Inga.
Ingi sigur, at tá tú spælir fyri landsliðið, eru sum oftast nógv fólk og hyggja, og tú lærir ikki at vera bangin fyri mótstøðuleikarunum, hóast teir kunnu vera navnframir á altjóða pallinum.
Ingi metir, at venjingarstøðan hevur alstóran týdning fyri, at hann kann standa seg í Birmingham. Spælistílurin hjá Inga krevur nevniliga, at hann skal kunna renna nógv ígjøgnum ein heilan dyst.
- Tá eg spældi í B36 fekk eg ofta krampa ímóti endanum av dystinum, tí eg vildi altíð vera í brennideplinum og hjálpa liðnum. Eg royni at náa eitt støði, har eg kann renna allan dystin uttan at fáa krampa ella tílíkt, sigur Ingi.
- Magni Mohr (hjálparvenjarin hjá B36, blðm.) legði mær eina við at hvíla, tá eg hevði møguleikan inni á vøllinum, men eg klári heilt einfalt ikki at spara meg í einum dysti. Eg vil altíð vera har, sum tað hendir, greiðir Ingi frá.
Hetta er eisini eyðsýnt fyri tey, ið hava eygleitt Inga á vøllinum. Maðurin leggur ongantíð árarnar inn fyrr enn síðsta bríksl, og hetta er óivað týdningarmesti eginleikin, um tú ætlar tær at gerast fast inventar á einum Premier League liði.