TB einsamalt á odda

Sum væntað fekk TB fult í báðum dystinum móti KÍF, og eru tær nú á odda í meistaradeildini hjá kvinnum

Kvinnuflogbóltur

Fýra dystir vórðu leiktir í bestu kvinnudeildini um vikuskifitð, og ikki kann sigast, at úrslitið í nøkrum teirra var av tí óvæntaða slagnum.
TB átti av røttum at verið í Havn til dyst móti KÍF fyri tveimum vikum síðani, men ta ferðina viðraði ikki. Ístaðin varð tann dysturin ásettur at verða leiktur sunnudagin. Leygardagin var KÍF eisini á Tvøroyri, so liðini bæði sluppu rættiliga at læra hvørt annað at kenna, men hetta broytti tó ikki nevnivert við úrslitini.
Meistararnir úr TB vóru nevnliga alt ov sterkar hjá uppflytarunum úr Kollafirði. Tó at TB í báðum førum tók sær hálvgum av løttum í pørtum av dystinum, so vóru tær úr KÍF ongan tíð nær námind einum setti og tíans heldur nøkrum stigi.

Mjølnir fekk ein hvøkk
Tey bæði liðini, sum stríðast við TB um oddasessin eru fyrst og fremst Mjølnir og ÍF, og tey bæði vóru eisini í dysti um vikuskiftið.
Mjølnir hevði tað á pappírinum truplaru uppgávuna, tá tær vitjaðu á Giljanesi, har Dráttur hevur fingið fleiri góð úrslit seinastu dystirnar. Fyrsta settið beit heimaliðið eisini frá sær, men eftir at hava rist hendan skelkin av sær, komu klaksíkvíkingarnir alt meira við. Næsta settið varð vunnið við maner, og eftir hetta var kósin fyri tað mesta einvegis, soleiðis at talan hóast alt gjørdist um ein hampuliga tryggan sigur.
Leygardagin vitjaði Fleyr í Fuglafirði, og tó at gestirnir ikki fingu nakað við sær, so góvu tær ÍF ein lítlan hvøkk. Eftir at alt gekst sum ætlað í fyrsta settinum, kom ÍF undir hart trýst í øðrum setti. Tær megnaðu tó at knólgva Fleyr 26-24, og eftir hetta fór luftin úr gestunum, sum rætt og slætt vórðu avbukaðar seinasta settið.
Komandi vikuskifti verður sannur toppdystur, tá oddaliðini fara undir seinna umfar av innanhýsis dystunum. Fyrstur av hesum verður í Trongisvági, tá Mjølnir vitjar TB, og einki er at ivast í, at hetta fer at geva eina ábending um, hvussu oddaliðini eru fyri, nú grndspælið er farið at nærkast endanum.