Amtssjúkrahúsið í Esbjerg hevur hug at draga í land, eftir at Sosialurin hevur fingið hendur á einum skrivi, sum sjúkrahúsið fyri trimum vikum síðani sendi føroyskari kvinnu.
Í hesum brævi noktar psykologdeildin á sjúkrahúsinum at veita kvinnuni, sum í næstan 10 ár varð misnýtt av pápa sínum, sálarfrøðisliga hjálp, hóast læknin hjá henni helt, at neyðugt var við slíkari hjálp.
Grundgevingin hjá Amtssjúkrahúsinum fyri at siga nei til føroysku kvinnuna kom óvart bæði á kvinnuna og danska lækna hennara, og nú Sosialurin hevur avdúkað innihaldið í brævinum, hevur leiðandi sálarfrøðingurin hug at draga í land.
- Kanska kann eg teska til tín, at eg átti helst ikki at havt orða meg soleiðis, sigur Ib Svennild, leiðandi sálarfrøðingur á Amtssjúkrahúsinum í Esbjerg.
Óvanlig orðing
Í summar flutti tann 24 ára gamla kvinnan av Skála til Esbjerg, eftir at hon hevði tikið uppgerðina við pápa sín, sum hevði misnýtt hana frá tí at hon var seks ára gomul, til hon var 15 ár.
Í Esbjerg royndi hon at fáa sálarfrøðisliga hjálp, og læknin hjá henni sendi psykologdeildini hjá Amtssjúkrahúsinum í Esbjerg eitt skriv, har hann greiddi frá, at føroyska kvinna hevði hjálp fyri neyðini.
Men sjúkrahúsið í Esbjerg kveistraði kvinnuna burtur.
- Grænseoverskridende adfærd synes at være temmelig almindeligt forekommende i dele af den færøske kultur, og der viser seg i behandlingsforløbet ofte vanskeligheder med kulturforskelle mellem patient og psykolog, skrivar psykologdeildin á Amtssjúkrahúsinum millum annað í brævinum til føroysku kvinnuna og lækna hennara.
- Eg gjørdist sera ill, tá eg fekk hetta brævið, tí fyri mær er hetta ein fullkomiliga órímilig grundgeving fyri ikki at geva mær hjálp. Læknin segði seg ikki hava sæð slík bræv áður, greiðir 24 ára gamla kvinnan frá.
Hevði orðað seg øðrvísi
Leiðandi sálarfrøðingurin á sjúkrahúsinum heldur, at orðingin í brævinum kann tykjast óheppin.
- Vit klára ikki at taka at taka allar sjúklingarnar, sum verða vístir til okkara, og ístaðin fyri bara at siga nei, royndi eg at geva kvinnuni eina grundgeving fyri, hví vit ikki kundu veita henni hjálp, sigur Ib Svennild við Sosialin.
- Um eg skuldi skriva brævið umaftur í dag, hevði eg helst valt at orða meg øðrvísi, tí eg dugi at síggja, at handan orðingin kann tykist rættiliga óheppin, um hon stendur einsamøll, sigur danski sálarfrøðingurin.
Ger ikki mun á
Á psykologdeildini á Amtssjúkrahúsinum arbeiða tríggir sálarfrøðingar, og sambært Ib Svennild verða tvífalt so nógvir sjúklingar vístir til sjúkrahúsið, sum tey klára at viðgera.
- Tí verða vit noydd at velja og vraka, hóast tað kann tykjast rættiliga kensluleyst við hvørt. Í hesum førði skal tað viga mest, at vit ikki hava mett okkum at hava orku til at viðgera føroysku kvinnuna, sigur Ib Svennild.
- Hetta skal ikki skiljast sum, at vit ikki kunnu veita føroyingum sum heild hjálp, tí vit viðgera eisini føroyingar, men í hesum førði kendu vit okkum noydd at siga nei, soleiðis sum vit gera við so nógv onnur fólk.
Hann leggur dent á, at psykologdeildin ikki ger mun á føroyingum og dønum, tá tað verður mett um, hvør skal fáa viðger á sjúkrahúsinum, hóast orðingin í brævinum gevur ábendingar um hetta.