Føroyar og Ísland í EM-dysti í talvi í gjár. Fremst á myndini vinstrumegin Martin Poulsen á fjórða borði móti stórmeistaranum Hannesi Stefanssyni, sum eigur metið sum íslandsmeistari heilar trettan ferðir. Myndatøka: Ingvar Thor Johannesson

Ov stuttir móti Íslandi

Føroyar vórðu í gjár fyri teprum ósigri í dystinum móti Íslandi í EM-stevnuni í talvi fyri landslið í Georgia.

Føroyar og Ísland í EM-dysti í talvi í gjár. Fremst á myndini vinstrumegin Martin Poulsen á fjórða borði móti stórmeistaranum Hannesi Stefanssyni, sum eigur metið sum íslandsmeistari heilar trettan ferðir. Myndatøka: Ingvar Thor Johannesson

Vit taptu 1½-2½. Rógvi Egilstoft vann eitt rættiligt álopsstalv á triðja borði. Yngri bróðirin helt javnvágina á fyrsta borði móti sterkasta íslendinginum. Men tíverri vórðu bæði Luitjen og Martin við undirlutan við svarta fólkinum.

EM - 7. umfar, Batumi

Føroyar - Ísland 1½ - 2½

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - GM Vignir Vatnar Stefansson 2506 ½ - ½

Luitjen A. Apol 2318 - GM Guðmundur Kjartansson 2422 0 - 1

Rógvi Egilstoft 2304 - IM Dagur Ragnarsson 2385 1 - 0

Martin Poulsen 2276 - GM Hannes Stefansson 2408

Móti Portugal í dag

Í dag telva Føroyar móti Portugal, sum er styrkismett heldur ovari enn Føroyar. Skulu vit fáa eitt kærkomið dystarstig aftrat - t.v.s. ein javnleik - krevst eitt dygdargott heildaravrik. Allir fýra mugu telva lýtaleyst.

Tað hevur fyrr borið til móti Portugal. Í OL 1998 vunnu Føroyar óvæntað stórsigur. John Rødgaard, John Arni Nilssen, Rógvi W. Rasmussen og Flóvin Tór Næs tryggjaðu okkum ta ferðina ein sera flottan 3½-½ sigur á Portugal.

Portugisar hava hægri styrkitøl á øllum borðum, so ein javnleikur hevði í dag verið nøktandi.

EM - 8. umfar, Batumi

Føroyar - Portugal

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - IM Andre V. Sousa 2433

Luitjen A. Apol 2318 - Jose Barria 2376

Rógvi Egilstoft 2304 -  Bruno Martins 2363

Martin Poulsen 2276 - IM David Martins 2430