Røða hjá Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni, á hátíðarhaldi í Hoydølum í sambandi við 70 ára dagin hjá skúlanum.

Góða samkoma, rektari, núverandi og fyrrverandi lærarar og onnur starvsfólk. Góðu næmingar.


Fyrsti og størsti miðnámsskúlin fyllir í dag 70 ár. Tað er Føroya Studentaskúli og HF skeið, og eg ynski tykkum øllum, sum varða av skúlanum, hjartaliga tillukku. Tað er hugaligt at vera her í dag og síggja, at tað grør um gangandi fót. Eg hugsi um alt tað fakliga innihaldið og hugflogið, sum sæst í framsýningunum og tiltøkunum annars, sum eru runt í húsinum í dag.

Eisini hugsi eg um skránna fyri kvøldsetuna, sum verður í morgin. Sangleikirnir bera avbjóðingar fyri so mong og á so mongum økjum við sær. Og tit hava seinastu tíggju árini ferð eftir ferð prógvað, at tað ber til her á landi at vera við í hesum.

Tað frøddi meg, tá ið eg í útvarpinum í gjáramorgunin hoyrdi rektaran siga, at málið er, at tað um fimm ár – tá ið skúlin verður 75 – skal framførast ein føroyskur sangleikur. Við SHEYK prógvaðu tit, at hetta ber til, og nú gleða vit okkum til, hvat henda fjøltáttaða avbjóðing, sum tit hava sett tykkum fyri, fer at bera við sær. Avbjóðingar av hesum slagnum – projektarbeiði ella verkætlanir við produkti sum mál – hoyra nútíðar skúla og undirvísing til. Lærarar og næmingar leggja stórar byrðar á seg sjálvar. Trýstið fær potentialið at blóma, og nøgdsemið hjá lærarum og næmingum er stórt, tá ið verkið er fullborið og gerst alment. Hetta er spennandi.


VBV og Hoydalar eru hugtøk, sum hava verið og eru góð ungdómsýti hjá einari rúgvu av føroyingum, og tað ber illa til at ímynda sær, hvussu stóran týdning studentaútbúgvingin og studentarnir hava havt fyri okkara samfelag.

Søgan hjá skúlanum er undirstriking av, at tað er ikki altíð, at umstøður og umhvørvi eru avgerandi fyri, at nakað gott og konstruktivt fæst burturúr.

Eg hugsi í hesum sambandi aftur á millumkrígstíðina og tríatiárini, sum búskaparliga var kørg tíð bæði burturi í heimi og í Føroyum. Vaðbeinið og sluppirnar vóru framvegis álitið, tá ið ungir føroyingar, sum høvdu hættað sær at fara undir útbúgving í Danmark, settu sær sum mál, at tað skuldi bera til at taka studentsprógv í Føroyum.

Hetta er gott dømi um, at tað loysir seg at stríðast fyri tí, sum tú heldur vera gott og rætt. Í 1926 sendu 13 føroyskir akademikarar løgtinginum bræv, har teir heittu á tingið um at seta 5-10 túsund krónur um árið í ein grunn, ið skuldi lata studning ella lán til studentar. Tingið gekk ikki hesi áheitan á møti, men í staðin varð samtykt at biðja skúlastjórnina hjá amtinum gera eitt uppskot um at fáa studentaskúla settan á stovn í Havn. Uppskotið skuldi leggjast fyri tingið á ólavsøku 1927.

Vit leypa millumrokningina um og staðfesta, at tað í dag eru 70 ár síðani, at skúlin varð settur á stovn. Tað gingu altso 10 ár at fáa hetta upp á pláss, og tað er áhugavert at síggja, at tá ið tað var komið har til, so vóru undangongumenninir so mikið spentir og grammir, at teir fóru í gongd, áðrenn tingið hevði samtykt málið, og uttan at peningur var játtaður, men teir høvdu fingið grønt ljós fyri arbeiðinum. Tað kann ikki sigast annað enn, at teir vóru eldsálir.

Fyrsta tvey ára studentaskeiðið byrjaði 1. september 1937, og tingið góðkendi skeiðið og játtaði teir neyðugu pengarnar seinni um heystið.

Vit minnast aftur á teir, sum gingu undan og vóru eldsálir: Fyrsti rektarin, Thomas Nygaard, Christian Haraldsen og Erik Petersen. Allir føroyskir bygdardreingir, sum hvat lærdómi viðvíkur høvdu fingið blóð upp á tonna, og sum brendu eftir at geva nýggjum ættarliðum av føroyskum ungdómum betri møguleikar at útbúgva seg, enn teir sjálvir høvdu havt.

Allir vóru teir eysturoyingar!! Nygaard var eiðisdrongur, lærdi til lærara her í Havn, var lærari á Eiði, í Leirvík og suðuri í Vági, áðrenn hann fór niður at ganga í studentaskúla og at lesa eingilskt og týskt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og so fór hann heimaftur til føðilandið at arbeiða fyri visiónini, sum hann hevði.

Nygaard tók læraraprógv í Havn í 1920, og í 1926 tók elduvíksdrongurin, Christian Haraldsen, læraraprógv her í Havn. Eisini hann var áhugaður í og brendi fyri størri lærdómi og kunnleika. Eftir at hava verið lærari í Kvívík og í Oyndarfirði tók Haraldsen studentsprógv í Keypmannahavn í 1929. Hann var liðugur at lesa franskt og týskt í 1937, og tá varð skúlin settur á stovn. Eg havi spurt meg sjálvan, hví elduvíksdrongurin og fólkaskúlalærarin fór at lesa franskt. Ivaleyst hevur hann eisini gjørt tað, tí hetta fakið var stórt í studentaskúlanum, og tí tað fór at verða torført at fáa aðrar fransktlærarar.

Bygdarmaður mín, Erik Petersen, fór beinleiðis frá Færøernes mellem- og realskole og á Høng at ganga í studentaskúla. Hann las danskt og var eisini lærari í føroyskum. Tað var upplagt, at fyrstu næmingarnir gingu í málsligu deild. Stuðlarnir undir skúlanum vóru jú serliga útbúnir til tað.

Arnbjørn Mortensen, sáli, sum var ættaður av Tvøroyri, kom á skúlan í 1954 og var rektari frá 1963. – Eg skal ikki fara longri inn á søguna. Tað er ikki tíð til tað, og vit minnast jú ta nýggjaru tíðina.


Skúlin hevur havt veldugan mentanarligan og samfelagsligan týdning. Hann var medvirkandi til, at Føroyar rættiliga tíðliga fingu nøkur ættarlið av ungfólki, sum høvdu áræði til at søkja sær hægri útbúgvingar uttanlands. Hesi vóru við til at menna samfelagið og við til at geva føroyingum nógvar av teimum tænastum, sum sera stórur tørvur er á í nútíðarsamfelagnum.

Tí eiga vit at minnast teir við størstu virðing, sum tóku fyrsta stigið, og sum megnaðu at sannføra Løgtingið um týdningin av skúlanum. Nygaard, Haraldsen og Erik Petersen vóru sannir og heilir hugsjónarmenn, og í tí næsta ættarliðnum var Arnbjørn Mortensen tann stabili og álitisfulli rektarin, sum stýrdi skúlanum tey nógvu fyrstu árini her í Hoydølum, tá ið næmingatalið eksploderaði, og HF skeið vórðu sett á stovn her í Hoydølum, í Suðuroy og í Klaksvík, og studentaskúlin í Eysturoy varð settur á stovn í 1982. Eg havi verið eygnavitni til, hvussu stóran týdning tann skúlin hevur havt fyri okkara øki í hesi 25 árini. Og tað sama kunnu vit siga um hinar miðnámsskúlarnar, handilsskúlarnar og teir teknisku skúlarnar.


Tað hevur verið hugaligt fyri meg at lesa tað, sum gamlir næmingar hava sagt og skrivað um sína studentaskúlatíð, og hvat tey minnast. Í 1960, tá ið skúlin fór frá at hava verið 2 ára studentaskeið og til at vera 3 ára studentaskúli - fóru átjan í skúlan – 12 málslingar og 6 matematikarar. Eg síggi, at tey høvdu samlestur í føroyskum, donskum, søgu, fornaldarfrøði og landalæru. Hetta er nakað, sum tað nú verður gjørt nógv av rundan um okkum.

At vera kreativur og eitt nú at leggja dent á sang og tónleik er ikki nakað nýtt í hesum skúlanum. Karin Kjølbro, sum fór í skúlan í 1960, fortelur hugtakandi um sang- og musikklívið. Christian Haraldsen skipaði fyri morgunsanginum, og Erik Petersen skipaði fyri, at skúlin fekk sangkór, ið sang saman við Tórshavnar Musikkskúla. Musikklærarin, Andreas Højgaard, sum seinni varð rektari á Læraraskúlanum, stjórnaði kórinum og orkestrinum við ta fyrstu konsertina, og Karin sigur seg í 50 ára minnisritinum hjá skúlanum minnast, at tað var mannsterkt kór, og at tey vóru ikki sørt errin, tá ið tað eydnaðist teimum at fáa oratoriið hjá Bach “Jesus bleibet meine Freude” at hanga saman.


Nú standa vit so her í Hoydølum. Dalurin fagri, sum Karsten Hoydal tekur til, hevur átt serligt pláss millum føroyingar ta seinastu øldina. Her var tað, at Magnussen og hansara starvsfólk stríddust við at fáa bilbukt við tuberklarnar, og tað var her, at Karsten Hoydal, fekk íblástur til sínar framúr góðu yrkingar. Hann vaks upp her, tí pápi hansara var umsjónarmaður á Bróstsjúkrahúsinum.

Tá ið skúlin her varð tikin í nýstlu í 1965 yrkti Karsten eina kantatu – Songur til Studentaskúlan – sum telist ímillum tað besta í bundnum máli á føroyskum. Hann málar lívið við øllum sínum fyribrigdum frá djúpasta dali við sorg og vónloysi og upp á hægsta tind við móti, áræði, gleði og møguleikum. Øll, sum hava við skúla at gera, kenna ta stóru finaluna “Landið eg bar við mær inn um skúlagátt”. Lýsingin av skúlanum og møguleikunum ger, at tú kennir teg odna í mønu og merg.


Skúlabygningurin her er 42 ára gamal, og hann er fullkomuliga niðurslitin. Tað er breið politisk semja um, at tøk skulu takast fyri at betra um umstøðurnar hjá skúlanum, og at fáa hetta gjørt, liggur frammarlaga. Landsstýrið hevur hesi seinastu árini raðfest skúlabygging frammarlaga, og vit kunnu fegnast um, at úrslitið er, at fleiri miðnámsskúlar nú verða bygdir eftir átrokandi tørv í áratíggjur. Samtykt er, at nýggjur tekniskur skúli og handilsskúli verður bygdur í Marknagili, tekniski skúli í Klaksvík verður útbygdur, skúladepil verður bygdur í Suðuroy og Fiskivinnuskúli í Vestmanna. So vit kunnu siga, at tá ið tað kemur til miðnámsskúlar, so er í veruleikanum bara eftir at loysa hølistrupulleikarnar hjá hesum skúlanum.

Seinni í ár verður skipað fyri eini kanning av bygnaðarligu og námsfrøðiligu viðurskiftunum her í Hoydølum. Hetta professionella arbeiðið skal brúkast til at geva tí politiska myndugleikanum eitt haldgott grundarlag til støðutakan, soleiðis at ein varandi loysn verður funnin.

Tað er eingin ivi um, at hesin spurningurin skal loysast. Uttan mun til, hvussu politiska landslagið fer at síggja út eftir valið, so verður hetta ein av teimum fyrstu uppgávunum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum skal taka støðu til. Eg kann ikki standa og lova nakað her í dag, men eg taki undir við ynskinum og vónini hjá rektaranum um, at hátíðarhaldið, tá ið skúlin verður 75, kann haldast í glæsiligari hølum.

Meðan vit arbeiða og bíða eftir nýggjum karmum, fegnast vit um arbeiðið, sum verður lagt í ta fakligu tyngdina og trivnaðin her á staðnum. Tilvitanin um, hvussu týðandi útbúgving er, er størri nú, enn hon nakrantíð hevur verið, eisini millum politikarar og øll hini, sum varða av skúla og undirvísing. Alt meiri og meiri skulu vit liva av tí, sum verður skapt og myndað í og úr høvdinum, og tí er alneyðugt, at fyritreytirnar eru góðar.

Fyri hálvum øðrum ári síðani varð nevnd sett at endurskoða miðnámsútbúgvingarnar. Í næstu framtíð fer nevndin at handa mær álit, og so fara vit at arbeiða víðari út frá tí. Málið er, at vit við støði í okkara máli og mentan skulu brynja tann føroyska ungdómin so væl út, at hann verður betur førur fyri at lyfta samfelagið longri fram á leiðini og førur fyri at standa seg í útbúgving og arbeiði aðrastaðni í heimi.

Enn einaferð: hjartaliga tillukku við hesum runda føðingardegnum, og eg ynski tykkum Guds signing í arbeiðinum frameftir á leiðini. Og til síðst skal eg lesa síðsta ørindi av yrkingini hjá Karsten Hoydal, ”Landið, eg bar við mær”:


Lívið, dýra undur, eg var lutur av,

eitt ævinleikaboð av magn og anda,

sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav

við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda.

Tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg,

eyðmjúkur hugur mín skal opin vera,

í skapninginum øllum tekkja teg

og tær í verki sátt og sømdir bera.