Agnar Reinert Nú ein nýggj týðing av Bíbliuni er í umbúnað, er at vóna, at henda týðing verður lættlesilig og samstundis trúgv móti teimum griksku grundtekstunum. Tað eru fleiri skriftorð, eg havi hugsað [...] grundleggjandi skriftorð og tað er týðingin av Matt. 28. 19-20. Her mugu vit hugsa um: 1. Hvør skal doypast, fólkasløgini, ella tey, sum eru blivin lærisveinar? 2. Hvør skal lærast, fólkasløgini, ella teir nýggju [...] teach*2 í Matt. 28.19 make diciples of (gerið lærisveinar av)«. Sama orðið hava vit eisini í Ap. 14.21. Í hesum kap. eru Paulus og Barnabas á missiónsferð í Derbe; Har er sama orðið týtt til: »vunnu nógvar
Sjúkan vend til tað góða Í dag er Hanus Samró komin eitt fitt petti víðari í sínum lívi, hóast hann framvegis bert er 19 ára gamal. Stóri munurin er, at nú hevur hann lært at liva við teirri sannroynd, [...] Gongur í mótaklæðum og tykist glaður. Innan undir klæðunum er veruleikin tó ein annar. Yvirarmarnir eru til dømis sum hjá einum tvey ára gomlum barni. Ella sum hann sjálvur sigur: “Mínir armar líkjast teimum [...] hansara føri ber í sær, at vøddarnir í yvirørmum, herðrum, bringu og niðara parti av rygginum at kalla eru svunnir burtur í einki. Sjúkan tyngir gerandisdagin hjá Hanusi og ger lívið trupult. “Bara at fara
ella danskt? Í sambandinum ráddi (tá nøkur fá eru undantikin) tann hugsan, at móðurmálið var eitt heimamál, ið hevði sama virði og somu tign sum eitt nú jútskt ella fynskt í Danmark, men at danskt var [...] nunum var jú, at trúbótin gamaní var komin til Danmarkar og Íslands, men at hon, so leingi móðurmálið ikki var kirkjunnar og skúlans mál, ikki av røttum var komin til Føroya. Tað fall, sum Elsa Funding [...] andaligum baksýni. Tá ið Edward Mortensen í mai 1915 varð valdur inn í ríkisdagin, broyttist henda myndin. Nú hevði ein maður, sum í sínum hjarta var sjálvstýrismaður, og sum kendi viðurskiftini og høvuðspersónarnar
dagin, vit sita á kamaranum, síggja vit royk koma út úr vegginum. Prestur og konan vóru úti, so vit vóru einsamallar. Men til alla lukku arbeiddu nakrir mans við eitthvørt niðri í kirkjugarðinum. Vit róptu [...] er málningur, sum Sigmundur Petersen, sáli, málaði á sinni. Har eru eisini aðrar myndir úr Føroyum. Felags fyri myndaevnini er, at tey eru úr Suðuroy. Og orsøkin er einføld: Nanna Mattiasson er fødd og [...] landoddarnar við tíðindunum. - Vit, sum arbeiddu á Telegrafstøðini, frættu sjálvandi nógv meira um tað, sum gekk fyri seg í Klaksvík, enn nógvir aðrir føroyingar. Men vit høvdu tagnarskyldu, so tað ráddi
»miksi« og tað sær út til at teir eru í holt við at fáa ferð á spælið, sum til tíðir hevur verið heldur stirvið. Mjølnir vann triðja sett við settmuninum 15-9 og vóru nú bert eittans sett frá eini hálvari [...] tveir av seks dystum, men dysturin í Fuglafirði ber boð um, at teir eru á veg frameftir. Niðastu liðini í meistaradeildini hjá monnum eru SÍ við tveimum stigum og ÍF við ongum stigi. Góð tekin Hóast tapið [...] glið á sítt spæl, men staðfestir at tað enn er munur á Mjølnir og ÍF. ? Skulu vit gera okkum galdandi í løtuni, so krevst at vit alla tíðina gera okkara besta, samstundis sum hini liðini ikki skulu spæla
Tað eru ikki stórvegins útskiftingar í landsliðshópinum. Spælararnir eru so at siga teir somu hvørja ferð. Teir hava verið ofta saman, og teir flestu kenna allar hinar stak væl. Tá landsliðið vandi á [...] teimum átjan, sum í hesum døgum eru á Svangaskarði, umboða útlendsk feløg. Men burtursæð frá nýggja manninum, sum eitur Johan Byrial Hansen, hava allir hinir, sum hava verið og eru í landsliðshópinum, spælt [...] Yvirhøvur ikki. Har fór bara ein brøkpartur av tíðini til fótbóltin. Í OB er tað nógv øðrvísi, har eru vit umleið 20 fulltíðar yrkisspælarar. Hetta er púra nýtt fyri mær, men eg skal ikki klaga. Higartil
Hæddini, í Saltangará. Við sær á framsýningini í Smiðjuni hevur Hilmar eini 25 listaverk, sum øll eru málaði við acryl-máling. Á sambýli Sosialurin hitti 45 ára gamla listamannin seinnapartin leygardagin [...] niðan úr húsunum. Atelierið er stívliga 30 fermetrar vítt, og høgt er uppí ovasta enda. Veggirnir eru ljósir, og ljósskipanin inni er lagað til endamálið. Dagliga arbeiði hjá Hilmari er at vera um tríggjar [...] listamaður, hevur Hilmar í sínari tíð eisini gingið á kvøldskúla hjá Jóannesi S. Hansen í máling og list. - Nú í vetur var Jóannes so saman við næmingum sínum úr Fuglafirði og av Strondum her úti í Saltnesi og
Soleiðis ljóðaðu slagorðini hjá Bill Clinton, tá ið hann rak valstríð móti George Bush Eldra í 1992. Vit eru mong, sum hava hug at siga tað sama, men við okkum sjálvi í sambandi við spurningin um Føroyar sum [...] Pengamenn vinna – einki eitur pengakvinnur Vit hava orðið ´pengamenn´, men ikki eitt tilsvarandi fyri kvennkynið, ´pengakvinnur´ ella ´pengakonur´. Hóast vit hava javnstøðu á mongum økjum, so forðar tann [...] Millum hesar ávaringar var ávaringin um, at pengar fóru at fáa eitt nógv fastari tak á valstríðini. Nú vakna vit við kaldan dreym og mugu ásanna, at henda ávaringin ivaleyst var ein røtt profeti. Læran frá
- Og ja, hann er nokkso villur. So vit mugu finna út av, hvussu vit skulu arbeiða við øllum ljósunum og robottunum undir loftinum. Og sjálvandi eisini, hvussu vit fáa roykin inn, greiðir hann íðin frá [...] litir Tað eru kanska ikki øll sum gáa um arbeiðið hjá einum ljósmanni. Men eingin ivi er um, at var einki ljós og eingin roykur á eini konsert, hevði tað verið ein heldur tom uppliving. Teir eru noyddir [...] bara siga, at mær dámar sera væl persónligheitina hjá honum. Hann er so deiliga “down-to-earth”. - Nú gleði eg meg bara til at møta honum og sleppa at seta ljós til hansara framførslu, sigur Poul Martin
tað veri seg sluppir, modell av útróðrarbátum, lampur, veggjaprýði ? tað eru ikki so fá heim í Føroyum, sum eftirhondini hava eitt nú grindareiðskap hangandi á bróstinum og eina lampu standandi á hillini [...] a. Samfelagsmál hava altíð havt tann stóra áhugan hjá Poul, og mangt kjakið hava vit báðir verið ígjøgnum, og hóast vit kanska ikki hava verið so samdir politiskt, so hevur kjakið altíð verið gott og gevandi [...] Í dag, 6. oktober, eru sjeyti ár liðin, síðan Poul E. Poulsen, eisini róptur Poul á Skalla, varð borin í heim á Heyggi í Hvalba. Av einum systkinaflokki uppá seks er Poul triðelstur. Poul er sonur Annu