Til gagns onkursvegna

Rolf Guttesen
----------

Hetta eru orð, sum Oddvør Johansen í viðmerking í Dimmu hósdagin brúkar. Meiningina kann eg stuðla fult út. Lat tað, sum tú og eg gera, koma til gagns onkursvegna. Men nú eru fleiri bólkar, flokkar, klassar, meiningar, linjur ella hvat tú vilt kalla tað í samfelagnum. Í tí liggur rótin til ósemjur. Summar kunna loysast við samtalu og orðaskifti, men helst ikki allar.

Kritiskur ella negativur
Oddvør meinar, at tað negativa, tað kritiska, fyllir ov nógv í mínari skriving. Hartil eru tvey ting at siga.

Eitt: tað ljóðar sum OJ bert kennir mína skriving í Sosialinum hesi seinnu árini, um politisk og samfelagslig viðurskiftir. Framleiðslan er tíbetur væl breiðari enn so.

Tvey: at tað at vera kritiskur, og tað at vera negativur og eitrandi, sum hon tekur til, er tað sama. Eg meini, at tað er munur á at vera kritiskur, og at vera niðurgerandi og negativur.

Skulu politiskar dáragerðir gloymast?
So sigur OJ, at her loypir ketan av. ”Hálvtrýss til hundrað ára gomul politisk mistøk og dáragerðir, sum í tjóðskaparligum ovurhuga ella býttleika eru gjørd í einai fjarari fortíð, skulu ”upplýsa” føroyingar”

Eg vil siga, at her eru vit ósamd. Um ikki dáragerðir skula fram, so skula tær goymast? Hugsa tær, at dáragerðir í europeiskari søgu hesi seinastu 50-100 árini skuldu gloymast? Tað ber ikki til.

Eg meini, at søgulig fakta, bæði dáragerðir og mistøk, skula fram til kritiska viðgerð. Annars ber ikki til at ”læra nakað av søguni”, sum man plagar at siga. Um tað er gjørt í tjóðskaparligum, nationalistiskum, kapitalistiskum, socialistiskum ella religiøsum ovurhuga ella býttleika er líka mikið.

Søga sum væl onduleraðar mytur
Ein søga, sum byggir á væl onduleraðar mytur, er ikki bara býtt og tápulig, men kann vera beinleiðis farlig. Ein søguuppfatan, sum barberar mistøk og dáragerðir hjá tjóðskaparrørsluni ella nationalistunum burtur, er óvísindalig og farlig. Kann føra til indoktrinering og tað, sum verri er. Er tað tað, sum Oddvør vil? Eg fái meg ikki at trúgva tí. Men hví eru á nationalistiska vonginum so sjarrlig, tá tað kemur til kritikk?

Eg noyðist líka at rættleiða OJ um eitt aftrat, sum hon skrivar: ”Nógv fólk, bæði livandi og deyð, verða hunddálkað og háað” Eg havi ongantíð ’hunddálkað’ fólk, men eg havi kritiserað teirra politisku støðu og gerðir. Og tað havi eg, og øll onnur, fullan rætt til. Sakin er, at munur er á einum privatpersóni og einum almennum persóni. Politikkarar eru almennir persónar, sum í skrift og talu leggja teirra sjónarmið fram, og berjast fyri at fáa síni sjónarmið ígjøgnum. Tað er í lagi, soleiðis skal tað vera. Samstundis hava teir eisini eina privata síðu, men hon er mest sum uttan áhuga í hesum sambandi.

Almennir og privatir persónar
Men at almennir persónar, sum til dømis politikkarar, skula vera friðaðir sum katólsk halgimennir, og eingin má umtala teir kritiskt, sjálvt um teir deyðir, tað er aftur ein misskiljing.

Teir, sum allarhelst vildu sleppa at vera ein partur av søguni, skula vurderast uppá teirra politiska avrik. Kanska hevur OJ í huga, at eg fyri nøkrum árum dokumenteraði at ein føroyskur politikari hevði gott samband við nazistar ella nazi-sympatisørar í Norra. Tað bleiv tá eisini uppfatað næstan sum ein skandala, at tað kom fram. Men tað er ein partur av søguni, sum ikki eigur at barberast burtur, kávast útyvir ella ”gloymast”.

Tann, sum ikki orkar at síggja søguna í síni grummheit og mangfoldigheit, kann sigast at vera passé.


28.01.10