Tað eru ikki øll ung, sum hesar dagarnar sova leingi og annars taka sær av løttum. Fleiri enn 40 ung úr øllum Norðurlondum hava valt at brúka heilar tvær vikur av summarfrítíðini á NUTU-summarsjónleikaskúla. Skúlin er eitt felags norðurlendskt tiltak, og í ár eru Føroyar vertir við MáF sum fyriskipara.
Eitt mál, sum øll skilja
Summarsjónleikaskúlin heldur til úti á Læraraskúlanum og á Skúlanum á Trøðni, sum hesar dagarnar eru karmur um ikki færri enn nýggju ymsar sjónleikaverksmiðjur. Lærarnir koma úr ymsum Norðurlondum og eru allir yrkisfólk innan sína sjónleikagrein, so støðið er høgt og krøvini hareftir. Og hóast fleiri ymisk mál verða tosað í hvørjum bólki, tykist tað ikki vera nakar trupulleiki at samskifta sínamillum, tí sum íslendska sjónleikalærarinnan Augusta Skúladóttir tekur til: Sjónleikur er í jú eitt mál, sum øll skilja.
Augusta gevur frálæru í kropsligari frásøgn. Her nýta leikarnir serliga kroppin og røddina til at gera tær ymsu typurnar so týðiligar, sum til ber. Hesa løtuna, vit støkka inn á gólvið, royna fýra leikarar seg á pallinum. Og sjálvt um tey ikki siga eitt orð, er als ongin ivi um, hvør er tann tápuligi, tann hástóri, tann løgni o.s.fr, og við heilt einføldu lutum, hava tey skjótt bygt upp eina sera stuttliga leikmynd.
Yvir á Skúlanum á Trøðni eru tey í ferð við venja synkronisering av rødd og rørslum. Uttan eitt orð og uttan at hyggja uppá hvønn annan skulu leikarnir syrgja fyri at laga hvørja rørslu og hvørt ljóð til hini á gólvinum. Kiksar okkurt, er bara at lata sum onki og halda fram, gevur lærarin, Gunnvá Zachariassen boð um, meðan luftin næstan sitrar av konsentratión. Sum áskoðari hevur tú ilt við at fáa eyga á, hvat tað er, sum ger, at leikarnir vita akkurát, hvat hini fara at gera fyri hvørt sekund, sum gongur. Men tað er nokk júst tað, sum er kynstrið.
Maskudansur og eldslúking
Úr eini aðrari skúlastovu hoyrist sangur og klavertónleikur út á gongina. Tað er norski leikstjórin Bård Brænde, sum situr við klaverið við eini 15 ungfólkum rundanum. Bólkurin er í ferð við at venja ymisk sløg av Teatersport, sum gongur út uppá at leikarnir skulu kunna improvisera ein leik ella ein sang bert út frá einum einstøkum orði ella setningi. Beint nú hevur ein av luttakarnum fingið boð um at syngja eina reglu út frá orðinum Summar, og alt fyri eitt trívur hon í regluna Tað angar av rósum, meðan hon fylgir klaverspælinum, og hini eru klár at syngja við. Og knappliga standa tey har og syngja ein fleirrøddaðan sang, sum ongin av teimum dugdi fyri bert lítlari løtu síðani.
Inni í stovuni við síðuna av sita leikarnir frammanfyri speglum og mála maskur á andlitið. Grønlendska Makka Kleist leggur teimum lag á, meðan hon greiðir frá aldargomlu Inuit traditiónini við Maskudansi. Tað ræður um at skapa so ógvusligar maskur, sum gjørligt, men maskan skal altíð hóska andlitinum og rørslunum hjá tí einstaka, so her er ongin uppskrift at ganga eftir. So tey ungu sita hugsavnað og royna seg fram. Onkur hevur enntá sett ein pinn tvørt fyri inni í munninum, fyri at skapa rætta óhugnaliga úttrykkið.
Úr hølunum við síðuna av hoyrist trummusláttur og sangur. Her er tað svenski Jens Peter Jannes, sum leggur lag á. Nógvur dramatikkur er í luftini og tað gerst dramatiskari enn. Næstu viku stendur nevniliga eldslúking á skránni, har tey ungu eisini fara at læra at gykla við eldstavum. Tá byrja eisini fýra nýggjar sjónleikagreinar, so gott er at ungu leikarnir longu eru í góðari venjing.