KÍ kann leypa split í landskappingina

KÍ hópurin fer eftir døgurða av landinum við tí endamáli at vinna seg víðari í Europa League - um tað eyndast verður neyðugt at broyta skránna í landskappingini

Í gjárkvøldið fylgdu KÍ spælararnir við, tá ið HB vann 2-1 ímóti B36. Harvið kámaðist møguleikin hjá klaksvíkingum at endurvinna FM rættiliga nógv. HB hevur spælt ein dyst fleiri enn KÍ, og HB er sjey stig frammanfyri klaksvíkingar.

HB skal spæla fýra heimadystir – ímóti Skála, Víkingi, NSÍ og TB – og ein dyst á Argjum, áðrenn síðsta dystin í Klaksvík. HB er higartil í ár bara einaferð farið av heimavøllinum uttan fulla úrtøku. Tað var 17. juni, tá ið klaksvíkingar fóru úr Gundadali við einum stigi. Úrslitið var 3-3.

Tí er tað einki, sum bendir á, at tað ikki skal eydnast HB at vinna FM.

KÍ skal ikki spæla aftur í landskappingini fyrr enn leygardagin 17. oktober, tá ið EB/Streymur verður gestur í Klaksvík.

Inntil tá eru tríggir landsdystir á skránni, har fimm spælarar úr KÍ eru boðsendir at vera við, og so er tað dysturin í Írlandi nú hóskvøldið.

KÍ ferðalagið lætti úr Vágum í leiguflogfari hjá Atlantsflogi klokkan hálvgum tíggju í morgun, og málið er dysturin á írska tjóðarvøllinum, Aviva Stadium, sum fyrr varð nevnt Lansdown Road. Mótstøðuliðið hjá KÍ verður Dundalk FC. Í Dundalk eitur heimavøllurin Oriel Park, har tað er pláss fyri 6000 áskoðarum, men hesin vøllurin er ikki skikkaður til dystir av tí slagnum, sum verður hóskvøldið, og tí fer Dundalk FC hóskvøldið at spæla ímóti KÍ á tjóðarvøllinum í írska høvuðsstaðnum, sum er 85 kilometrar sunnanfyri Dundalk. Á tjóðarvøllinum er pláss fyri 50 túsund áskoðarum, men hóskvøldið verður eingin áskoðari á Aviva Stadium.

Málið hjá Mikkjali Thomassen og KÍ spælarunum er at vinna í Dublin og harvið, at KÍ sum fyrsta føroyska felag skal vinna seg í bólkaspælið í Europa League. Higartil hevur tað verið óhugsandi, at tað skuldi eydnast føroyskum felag at vinna seg so langt. Dundalk FC verður roknað at vera favorittur, men nú er tað ikki óhugsandi, at tað skal eydnast KÍ hóskvøldið at vinna seg í bólkaspælið.

Føroyski fótbóltsheimurin fylgir KÍ við stórum áhuga, og hóskvøldið fara allir føroyingar at taka á við klaksvíkingum. Um tað fer at eydnast KÍ at taka hesa brekkuna, so verður tað størsta avrik í føroyskum fótbólti yvirhøvur.

Eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur. Men tað er ein veruleiki, at tað fer at órógva landskappingina heima á landi, um tað skuldi eydnast KÍ at vinna seg víðari í Europa League.

Skráin heima á landi sigur, at KÍ skal spæla leygardagin 17. oktober ímóti EB/Streymi á heimavølli, mikukvøldið 21. oktober á heimavølli ímóti B36, sunnudagin 25. oktober á heimavølli ímóti ÍF, mikudagin 28. oktober á útivølli ímóti Víkingi, sunnudagin 1. november á útivølli ímóti NSÍ, mikudagin 4. november á heimavølli ímóti AB og so leygardagin 7. november verður punktum sett á heimavølli ímóti HB.

Og UEFA hevur avgjørt, at tað verður spælt soleiðis í bólkaspælinum í Europa League:

22. oktober, 29. oktober, 5. november, 26. november, 3. desember og 10. desember.

Lutakastið til bólkaspælið verður longu nú fríggjadagin.

Hóskvøldið fæst at vita, um KÍ verður í pottinum, tá ið teir í UEFA fríggjadagin fara at kasta lut.

Um tað hóskvøldið verður veruleiki, sum fótbólts Føroyar droyma um, so fer tað at gella kring allan heimin. Og so verður tað stórt tak at fáa dystirnar at ganga upp, tí tað fer ikki at bera til, at KÍ skal spæla ímóti B36 21. oktober, í Europa 22. oktober, ímóti ÍF 25. oktober, ímóti Víkingi 28. oktober, í Europa 29. oktober, ímóti NSÍ 1. november, ímóti AB 4. november, í Europa 5. november og so ímóti HB 7. november.

Vit taka tað harfrá, plagar at verða sagt, og tað verður gjørt, um tað skuldi hent, at KÍ hóskvøldið skrivar enn eitt glæsiligt kapitul í føroyskari fótbóltssøgu.