Landbúnaður er spennandi

Tað heldur 24 ára gamla Hjørdis Hansen av Norðoyri, sum hetta seinasta hálva árið ella gott tað, hevur gingið á yrkisskeiði í landbúnað í Klaksvík. Hon sigur, at um hon fekk møguleikan til at taka yvir okkurt festi, so hevði hon tikið av

Norðoyri: Hjørdis Hansen er 24 ára gomul. Hon er heimagangandi, men átta tímar um vikuna gongur hon á landbúnaðarskeiði í Klaksvík.
Hon byrjaði á skeiðinum í Kollafirði í novembur í fjør, men tað bleiv flutt til Klaksvíkar, tí at tað vóru so nógvir umsøkjarar úr Norðoyggjum. So beint nú koyra tvey skeið. Eitt í Kollafirði og eitt í Klaksvík.
Hjørdis er annars ikki uppvaksin á einum bóndagarði ella við seyðahaldi av nøkrum slagi. Tá tað kom fram, at fólk sum ynskja at hava festi um hendi, skulu hava eina útbúgving, byrj-aði tankin at spíra í høvdinum á henni.
? Eg haldi, at tað er sera áhugavert og spennandi, hóast eg ikki havi fingist við tað fyrr, sigur hon og leggur stórflennandi afturat, at hon hevur bert verið á fjalli einaferð í sínum lívi. Tað var fyri stuttum.
? Eg helt, at eg heldur mátti royna tað, tí tað gongur ikki, um ein einaferð skal fara at verða bóndi, at ikki hava verið so frætt sum á fjalli, sigur hon. Henni dámdi væl at ganga á fjalli og rokast uppi í á rættini.
Hjørdis hevur ikki nakrar ítøkiligar ætlanir um at gerast bóndi, men hon sigur tó, at tað er okkurt festi í bygdini, sum hon hevur gott eyga á.
? Um eitt festi hevði verðið boðið út, so hevði eg kanska umhugsað at søkt, men tað merkir so, at eg má hava nógva hjálp ? serliga í fyrstuni, heldur hon fyri. Tað kemst serstakliga av, at Hjørdis og maðurin, Jóhan, eiga tvey smábørn. Fimm ára gomlu Ninni og tvey ára gamla Heðin.
Spurd um, hon ikki heldur, at tað hevði verðið øgiliga bundisligt at verið bóndi, svarar Hjørdis skemtandi, at tað er tí, hon hevur sett fram krav um,at um hon hevði tikið ein garð við neytum eisini, at so skal Jóhan læra seg at fáast við mjólkineytini eisini, so hon kann sleppa frá at fara upp so tíðliga hvønn morgun.
? Nei, tvætl, men man má also vera fleiri um tað, haldi eg. Eg hevði ikki megnað tað einsamøll, tá smábørn eisini eru í húsinum, sigur Hjørdis meiri álvarsom á málinum.
Læruríkt skeið
Hjørdis letur væl at skeiðinum. Hon sigur tó, at tað hava verið ymsir trupulleikar hjá teimum, tí tey fluttu norður beint eftir nýggjár, men burtursæð frá tí, er tað sera spennandi, heldur hon.
? Næstan øll hini, sum eru á skeiðinum eru uppvoksin við tí, so viðhvørt kann eg slettis ikki tosa uppi í, sigur hon flennandi. Samstundis leggur hon tó afturat, at tað ikki merkir, at hon ikki lærir nóg mikið á skeiðinum, men heldur merkir tað, at henni manglar arbeiðsroyndir.
Á skeiðinum hava tey seks lærugreinar sum verða endaðar við roynd so hvørt, sum tær eru liðugt gjøgnumgingnar. Lærugreinarnar eru: Mikrobiologi, plantur, tøkni, verkætlan, húsdjór og búskap.
Tey eru 16 fólk, sum ganga til skeiðið, og tað er fullteknað. Harav eru seks kvinnur. Hjørdis sigur, at áhugin úr Norðoyggjum var so stórur, at tvey noyddust at halda fram í Kollafirði, tí tað var fult í Klaksvík.
Skeiðið endar um stutta tíð.
? Tá havi eg so pappírini, sum skulu til fyri at reka ein garð, so mugu vit bara fáa at síggja, hvussu tað verður í framtíðini við, sigur Hjørdis Hansen at enda.