Fiskimenn slítast upp langt fyri tíðina

? Uppi á landi eru øll møgulig krøv um trivnað. Vit hava arbeiðseftirlit, trygdarnevndir o.a., sum skulu ansa eftir, at arbeiðsumhvørvið er í lagi. Men umborð á okkara fiskiskipum eru eingi krøv um, at fiskimenn skulu arbeiða undir góðum umstøðum, segði Rúna Sivertsen, tá ið málið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap var til viðgerðar á tingi fríggjadagin

FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen

Løgtingskvinnan í Norðoyggjum nam við spurningin um arbeiðsumstøðurnar umborð á okkara skipum og bátum. Hon segði seg serliga hava tey skip í huga, sum royna undir Føroyum, ísfiskaskipini og útróðrarbátarnar og helt ikki, at ein betran av umstøðunum nýtist at merkja, at veiðitrýstið økist.
? Tað er eingin logikkur í at halda, at tað er støddin á toilettunum umborð sum avger, hvussu nógv skipið ella báturin fiskar, vísti hon á.

Slítast upp fyri tíðina
? Øll møgulig krøv eru um arbeiðsumstøður og trivnað, tá ið ræður um arbeiðspláss á landi ? og ikki minst, tá ið nýbyggingar verða gjørdar. So og so høgt skal vera millum loft og gólv, útluftingin skal vera í lagi, og gjóstur má ikki vera. Tilfar, sum er ringt fyri heilsuna, eitt nú asbest og annað, verður skift út ella klætt við øðrum tilfari. Nógv hóvasták verður gjørt fyri at tryggja arbeiðsfólki uppi á landi góðar umstøður og trivnað.
Rúna vísti á, at tá ið ræður um okkara sjófólk og tá serliga teir, sum eru í berandi ísfiskavinnuni undir Føroyum, eru eingi krøv um arbeiðsumstøður og rúmligheit umborð á hesum skipum og bátum.
? Hesir menn eru ringast fyri. Teir slíta seg upp langt fyri tíðina, tí umstøðurnar, teir arbeiða undir, í nógvum førum eru so vánaligar. Løgtingskvinnan segði, at menn, sum ynskja at byggja sær størri og betri skip og bátar, fáa ikki loyvi til tess, uttan so, at teir keypa annað skip og koyra tvey út fyri eitt.
? Men eg haldi ikki, at støddin á skipum og bátum eigur at vera nøkur forðing fyri góðum umstøðum, tí til ber at stýra veiðini í aðrar mátar, helt Rúna.

Avmarkaður reiðskapur
Løgtingskvinnan reisti eisini spurningin, hví so fáir fiski- og útróðrarmenn tosa um umstøðurnar umborð.
? Ilt er at siga, hví so er, men kanska vilja teir ikki grenja ? ella bera teir ótta fyri at verða koyrdir í land, um teir gera ov nógv burtur úr.
Ístaðin fyri at avmarka skip og bátar í stødd, helt hon, at tað hevði verið liðiligari í størri mun at framt avmarkingar í reiðskapinum heldur.
? Ein bátur, sum er so og so stórur, hevur ikki pláss fyri meiri enn einum ávísum tali av snellum. Tað er eisini avmarkað, hvussu nógvir stampar rúmast umborð.
Rúna vísti á, at til ber at avmarka veiðinøgdina við t.d.: 1. tali av fiskidøgum, 2. tali av gørnum, 3. tali av stampum, 4. tali av snellum og 5. stødd á troli og stødd av meskum. Veðurlag og streymviðurskifti er í sjálvum sær eisini ein avmarking hjá teimum smærru skipunum og bátunum
Hon helt, at verða avmarkingar framdar á henda hátt, átti tað at verið nóg mikið.

Hvar er logikkurin?
? Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, sigur, at loyvi kann ikki gevast til størri skip, tí hesi eru effektivari enn tey smærru. Tá ið eg so skjóti upp at fremja avmarkingar í reiðskapi, sigur landsstýrismaðurin, at so missa skipini møguleikan at effektivisera seg. Tí spyrji eg: Hvar er logikkurin?
Løgtingskvinnan helt ikki, at argumentið um, at størri skip fáa roynt í verri veðri heldur yvir ein kamb.
? Hugsa vit um útróðrarvinnuna og taka ein 40 og ein 50 tonsara sum dømi, so fiska hesir bátar í sama veðri. Munurin er bert tann, at teir, sum eru á tí størra bátinum, hava betri umstøður enn hinir. Hetta veit eg frá royndum útróðrarmonnum, segði Rúna Sivertsen, sum annars heitti á vinnunevnd løgtingsins og myndugleikarnar annars um at taka spurningin um trivnaðin umborð á skipum og bátum í størsta álvara.