hesum bombastiska orði ein nýggjan kjans. Navnið gerst heldur ikki verri av, at tað er í familju við slóðaran, Lívsins Vatn, sigur brennivínshúsið. Etikettin Á etikettini sæst ein drekaseyður. Eitt mytologiskt [...] mytologiskt seyðaskepilsi við longum hala og ógvusligum hornum, sum spýtir eld. Drekaseyðurin goymir at Eldvatninum, ið liggur fjalt í føroysku fjøllunum. Virðislønti teknarin og barnabókahøvundurin Bárður [...] fyrstu ferð, at tað er roynt í handilsligari brennivínsframleiðslu. - Í reinum vodka spælir vatnið ein sera týðandi leiklut. Og har mugu vit siga, at tað føroyska vatnið hevur spælt sín leiklut væl. Føroyska
prísin til hitapumpur og elbilar. Ein fortreyt fyri at fáa lægra prísin var tó, at setast skuldi upp ein serligur, sokallaður, grønur málari. Talan er um íløgu, sum liggur millum 10 og 20 túsund krónur fyri [...] prísinum máar grundarlagið undan grøna málaranum, ið uttan avslátturin fer at hava sama prís, sum vanligi málarin, sum hann hongur við síðuna av, sigur Erling Eidesgaard. [...] burtur aftur avslátturin fyri streym til elbilar og hitapumpur. Hann hevur sett landsstýriskvinnuni ein grein 52a fyrispurning, har hann spyr soleiðis: 1. Er tað í samsvari við umhvørvispolitikkin hjá samgonguni
Ein av mongu Stjørnuleikarunum, sum í gjár vann enn eitt gullmerki, er Joan Midjord Djordjevic. Hon var sjálvsagt ógvuliga fegin um, at tað eydnaðist Stjørnuni aftur at vinna føroyameistaraheitið. - Eg [...] næstan ikki skiftu út, bilaði tað ikki við orkuni. - Vit høvdu ikki brúk fyri hvíldini. Tá ið tú liggur omaná, sum vit gjørdu í seinna hálvleiki, fært tú eyka orku, og tí fingu vit spælt við fullari orku allan [...] spæla er framvegis sera góður. - Vit eru ein stamma, ið hevur verið við leingi, og eg haldi, at tað hevur sera stóran týdning við hesari stammuni. So leingi sum tú vinnur, er hugurin at spæla eisini sera
(25-9, 17-25, 17-25, 26-24, 15-11) Bert ein dystur var á skránni í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum. Her tók oddaliðið, Mjølnir, ímóti SÍ, sum liggur á aftasta plássi í bestu mansdeildini. Gongdin [...] teir vunnið fýra dystir á rað. Hjá SÍ sær hinvegin ikki so gott út. Teir hava nevniliga bert vunnið ein dyst, men síðstu dystirnar hava teir fleiri ferðir verið nær við. Mjølnir legði tó betri fyri í he [...] skula hava sagt. Mjølnir vann heili 25-9, og nú lá eitt sorl í luftini. SÍ svaraði aftur Var nakar, sum væntaði, at Mjølnir nú bara fór at hølva SÍ av, so fóru tey øll skeiv. SÍ kom skjótt yvir keðiligu
við viðgerðina av donsku fíggjarlógini hevur Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, nú reist ein fyrispurning um viðurskifti, sum ikki hava verið frammi áður. Tað snýr seg um føroyska partin av yvirskotinum hjá danska [...] part av yvirskoti danska Tjóðbankans í mun til tað, sum vit í veruleikanum geva til inntøkurnar hjá danska Tjóðbankanum. Føroyar og Grønland útflyta jú ein lutfalsligan sera stóran part av í sínum inntøku [...] num í Føroyum í mun til samlaða seðlaumfarið í Danmark, Grønlandi og Føroyum tilsamans. Men hvat liggur í tí? Eru tað føroysku pengaseðlar-nir, ið bygt verður á? Og hvat er hent síðani elektronisk gja
royndi alt fyri eitt at spyrja umboðið fryi SportsFive, hvat ein slíkur dystur kann verða verdir, men eg fekk einki greitt svar. Men talið liggur helst onkra staðni har ímillum, sigur hann. Og verður rætt [...] upphæddir. Í mun støðuna, sum onkra tíð hevur verið, so hevur HB ikki longur nakrar fasta avtalu um sjónvarpsrættindi. Tað merkir, at hvør dysturin verður seldur fyri seg, og so kann ein dystur móti Liverpool [...] søgunum skilt á tann hátt, at tit veruliga arbeiða við at styrkja um liðið? - Tað er sjálvandi nakað, sum vit fara at viðgera. Enn fái eg bara ikki sagt, hvat tað blívir til, ella um tað yvir høvur verður
eru møguliga onnur uppløgd evni, men vit eru so ikki komin á tey á hesum sinni. Ein frágreiðing liggur í tí stóra arbeiði, sum Musikskúlin í Havn ger fyri tey ungu í Havn, heldur Steintór Rasmussen. Eftirmeting [...] eydnaðist betri, enn vit tordu at vóna frammanundan, sigur ein fegin Steintór Rasmussen. Hann fegnast um frálíku undirtøkuna fyri tiltakinum, sum varð roynt fyri fyrstu ferð í Føroyum. Bæði til framførsluna [...] sæst aftur -Tað kann væl vera, at tað situr onkur evnaríkur trummusláari í Sørvági ella ein bassistur í Skopun, sum ikki er valdur út til Stjørnubreytina 2004. Nakað soleiðis tók Steintór Rasmussen til á
verður ein hátíðarløta í kirkjukjallaranum. Júst hvat fer at verða á skránni har, veit Hans Eiler Hammer ikki at siga við vissu, men kirkja býður øllum at vera hjartaliga vælkomnum í kjallaran til ein kaffimunn [...] høvdu líka sum onki høli til eitt so stórt møti, og tá kirkjan ikki verður nýtt um hasa tíðina sunnukvøldið, so spurdu tey, um tey ikki kundu halda tað í kirkjuni, greiðir Hans Eiler frá. Ein gospelkonsert [...] . Men tað er tíverri so óheppið, at vígslan og innsetanin av prestinum í Hvalvíkar kirkju liggur sama dag sum hátíðargudstænastan, so bæði bispur, próstur og fleiri aðrir prestar verða í Hvalvík sunnudagin
áhugað í djórum og náttúru sum heild. Við útbúgvingini sum djóralækni hevur tú møguleika at arbeiða við hesum báðum fyribrigdum samstundis. Fyri at lesa til djóralækna er ein noyddur at flyta av landinum [...] Eg valdi at fara til Danmarkar; til Keypmannahavnar, har Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole, sum liggur á Frederiksberg, er karmur um sjálva útbúgvingina. Skúlin er sera stórur, men samstundis sera [...] bygningum og nógvum grønum plettum kring bygningarnar. Fríggjadagin innan sjálv skúlagongdin byrjaði, var ein rundvísing fyri øll, ið nú skuldu byrja uppá djóralækna-útbúgvingina, hildin á skúlanum, har eldri
føroyski leikarin, sum gjørdi mest um seg í teimum báðum dystunum um vikuskiftið, men eins og hjá viðleikarunum, so var avrikið leygardagin als ikki á hædd við tað fríggjadagin. Møði var kanska ein partur av [...] er venjingarstøðan sjálvandi ikki so góð, sum hon kundi verið. Ov nøgdir Annars helt Áki eisini, at sálarligi parturin av spælinum hevði nógv at siga, tá ein orsøk skuldi finnast fyri greiða ósigrinum [...] so gevur hetta eisini sjálvsálit og dirvi til at royna nakað restina av dystinum, og tað var hetta, sum hendi fríggjadagin. - Tað hendi ikki i dag, og yvirhøvur haldi eg ikki, at vit vóru nóg tendraðir til