Eitt nýtt slag av føroyskum brennivíni stendur á hillunum, tá handlarnir hjá Rúsdrekkasølu Landsins lata upp í morgun. Nýggja brennivínið hevur fingið heitið Eldvatn og er næsta produktið hjá Dism.
Eldvatn er trífalt dropadrivið vodka framleitt úr føroyskum vatni.
- Talan er um vodka í heimsflokki. Framleitt úr føroyskum vatni, siga menninir handan Dism, Mortan Mols Mortensen og Erling Eidesgaard.
Eldvatn Vodka er framleitt úr føroyskum kelduvatni, og hetta er fyrstu ferð, at tað er roynt í handilsligari brennivínsframleiðslu.
- Í reinum vodka spælir vatnið ein sera týðandi leiklut. Og har mugu vit siga, at tað føroyska vatnið hevur spælt sín leiklut væl. Føroyska vatnið er gitið fyri at smakka væl og vera leskiligt, og hetta smakkar tú eisini ígjøgnum í Eldvatni, siga teir í Dismi.
Framleitt uttanlands
Brennivínsframleiðsla er, sum kunnugt, ikki loyvd í Føroyum. Tískil verður Eldvatn framleitt í útlegd. Vatnið verður tappað í tangar úr víðagitnu Fransakelduni í Tórshavnar Kommunu og siglt yvir hav til Íslands, har framleiðslan gongur fyri seg.
- Eldvatn er trífalt dropadrivið og sílað við state of the art útgerð. Úrslitið er eitt ektað premium vodka. Hóast hetta og hóast nøgdirnar eru smáar, er prísurin kappingarførur, siga menninir handan Dism.
Navnið Eldvatn er eitt elligamalt føroyskt orð fyri brennivín, ið verður lítið brúkt í dag. - Vit hildu tað vera stuttligt at geva hesum bombastiska orði ein nýggjan kjans. Navnið gerst heldur ikki verri av, at tað er í familju við slóðaran, Lívsins Vatn, sigur brennivínshúsið.
Etikettin
Á etikettini sæst ein drekaseyður. Eitt mytologiskt seyðaskepilsi við longum hala og ógvusligum hornum, sum spýtir eld. Drekaseyðurin goymir at Eldvatninum, ið liggur fjalt í føroysku fjøllunum. Virðislønti teknarin og barnabókahøvundurin Bárður Oskarsson hevur teknað drekaseyðin.
- Okkara mál er at framleiða autentiskt føroyskt brennivín, hóast lógin forðar okkum at gera tað heima á klettunum. Her hava vit eitt vodka, ið smakkar, sum um tað var gjørt her heima – av føroyskum vatnija, heilt einfalt av Føroyum, sigur Erling Eidesgaard.