Ein av mongu Stjørnuleikarunum, sum í gjár vann enn eitt gullmerki, er Joan Midjord Djordjevic. Hon var sjálvsagt ógvuliga fegin um, at tað eydnaðist Stjørnuni aftur at vinna føroyameistaraheitið.
- Eg haldi, at vit vóru meiri klárar til sjálva uppgávuna. Vit vóru uppsettar frá fyrsta bríksli, hóast tað gekk eitt sindur striltið við at koma ígongd. Soleiðis er tað tó ofta, tá ið man spælir slíkar dystir, at man hevur eitt sindur av nervum, tá ið dysturin byrjar, segði Joan eftir dystin.
Sjálvt helt Joan M. Djordjevic, at dysturin var merktur av tveimum sera væl virkandi verjum og tveir serstakliga vælspælandi málverjum.
- Neistaverjan var góð, og vit høvdu stórar trupulleikar við at spæla okkum ígjøgnum í fyrra hálvleiki, og Manuela stóð eisini stak væl í málinum hjá Neistanum. Hinvegin haldi eg, at verjan hjá okkum var knasandi allan dystin, og ikki minst stóð Agne í málinum ein branddyst, segði spælskiparin hjá Stjørnuni eftir dystin.
Eftir at tað í steðginum hevði verið ógvuliga javnt, dróg Stjørnan frá Neistanum, og hóast klaksvíkskvinnur næstan ikki skiftu út, bilaði tað ikki við orkuni.
- Vit høvdu ikki brúk fyri hvíldini. Tá ið tú liggur omaná, sum vit gjørdu í seinna hálvleiki, fært tú eyka orku, og tí fingu vit spælt við fullari orku allan dystin, segði Joan.
Spælskiparin hjá Stjørnuni hevur verið við í nøkur ár nú og vunnið nógv, og hugurin at spæla er framvegis sera góður.
- Vit eru ein stamma, ið hevur verið við leingi, og eg haldi, at tað hevur sera stóran týdning við hesari stammuni. So leingi sum tú vinnur, er hugurin at spæla eisini sera góður, so vit verða klárar aftur komandi kappingarár, segði Joan M. Djordjevic eftir dystin.Sjálv visti Joan ikki, hvat fór at henda í Klaksvík, tá ið Stjørnan kom heim aftur við gullinum, men hon ivaðist tó ikki í, at okkurt fór at verða gjørt.