Ungu stjørnurnar glitraðu

Fyrireikararnir eru væl nøgdir við Stjørnubreytina 2004. Steintór Rasmussen fegnast um góðu undirtøkuna fyri tiltakinum

-Tónleikararnir eru øgiliga væl nøgdir. Vit fyrireikarar halda eisini, at tiltakið eydnaðist betri, enn vit tordu at vóna frammanundan, sigur ein fegin Steintór Rasmussen.
Hann fegnast um frálíku undirtøkuna fyri tiltakinum, sum varð roynt fyri fyrstu ferð í Føroyum. Bæði til framførsluna leygardagin og sunnudagin var stúgvandi fult av fólki í Norðurlandahúsinum, og fyrireikararnir gjørdu tí av at skipa fyri eini eyka framførslu sunnukvøldið.
-Vit eru samanumtikið ómetaliga fegin. Alt riggaði væl, og tey ungu sluppu veruliga at blóma. Einstakar framførslur riggaðu væl, aðrar minni væl, og onkur skaraði heilt framúr, greiðir Steintór Rasmussen frá.

Í øllum aldri
Fólk í øllum aldri leitaðu sær í Norðurlandahúsi um vikuskiftið at uppliva fremstu
stjørnuskotini í føroyska tónleikaheiminum. Áhoyararnar fingu høvið til at síggja og hoyra solosang, kór, rokk, popp, klassiskt og dans.
- Umframt frálíkur framførslur, var eisini nógv til eyguni hjá áhoyrarunum. Hóast talan var um eina framførslu í hálvan annan tíma, keddu fólk seg ikki, tí har hendi nakað allatíð, sigur Steintór Rasmussen.


Musikskúlin sæst aftur
-Tað kann væl vera, at tað situr onkur evnaríkur trummusláari í Sørvági ella ein bassistur í Skopun, sum ikki er valdur út til Stjørnubreytina 2004.
Nakað soleiðis tók Steintór Rasmussen til á tíðindafundi fyri góðum mánaði síðan um Stjørnubreytina 2004.
Tað er rættiliga hugvekjandi, at millum tónleikararnar á Stjørnubreytini í ár, vóru bert tveir, ið ikki eru búsitandi í miðstaðarøkinum.
-Í ár vóru tað bert Brandur Enni og Benjamin Petersen, ið ikki eru úr Havn. Tað eru møguliga onnur uppløgd evni, men vit eru so ikki komin á tey á hesum sinni. Ein frágreiðing liggur í tí stóra arbeiði, sum Musikskúlin í Havn ger fyri tey ungu í Havn, heldur Steintór Rasmussen.

Eftirmeting
Steintór Rasmussen dugir ikki við vissu at siga um tað verður skipað fyri Stjørnubreytini aftur.
-Vit skulu nú hava eftirmeting av tiltakinum. Tað krevur nógv arbeiðið at skipa fyri slíkum tiltøkum, men vit hava avgjørt fingið nakað at arbeiða víðari við. Tær royndir, við hava gjørt hesaferð, koma væl við, sigur Steintór Rasmussen at enda.