Rósa Waag, 25 ár

Djóralækna-lesandi

Orsøkin til, at eg valdi júst hesa útbúgvingina er m.a., at eg altíð havi verið áhugað í djórum og náttúru sum heild. Við útbúgvingini sum djóralækni hevur tú møguleika at arbeiða við hesum báðum fyribrigdum samstundis.

Fyri at lesa til djóralækna er ein noyddur at flyta av landinum. Eg valdi at fara til Danmarkar; til Keypmannahavnar, har Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole, sum liggur á Frederiksberg, er karmur um sjálva útbúgvingina.
Skúlin er sera stórur, men samstundis sera hugnaligur við gomlum bygningum og nógvum grønum plettum kring bygningarnar.

Fríggjadagin innan sjálv skúlagongdin byrjaði, var ein rundvísing fyri øll, ið nú skuldu byrja uppá djóralækna-útbúgvingina, hildin á skúlanum, har eldri lesandi vístu okkum runt á skúlanum. Henda dagin blivu vit eisini býtt upp í smærri bólkar á eini 30 næmingar, litbólkar, á henda hátt var lættari at koma at kenna onkran, tí tilsamans vóru vit eini 130-140 nýggir næmingar. Hesin dagurin endaði við einum døgurða fyri litbólkunum hvør sær.

Sjálv skúlagongdin byrjaði fyrsta mánadagin í september. Vit fingu eina tímatalvu nær teir ymsu fyrilestrarnir vóru hildnir og eina tímatalvu yvir nær ein hevði venjingar. Hetta var nakað torført at finna útav í fyrstuni, men tað gekk tó.

Undirvísingin er býtt upp soleiðis, at fyrrapart eru fyrilestrar og venjingar seinnapartar. Tað fyrsta hálvárið, semester, eru sjey ymsar lærugreinar. Lærugreinarnar eru býttar upp soleiðis, at onkrar lærugreinar seinni í árinum komu fyri aðrar soleiðis, at vit ongantíð høvdu meira enn fimm lærugreinir um vikuna. Lærugreinarnar tað fyrsta semestrið eru sokallaðar basalar lærugreinar t.d. kemi, statistik, etik, biofysik og zoologi.
Tað eru fýra próvtøkur knýttar til hetta fyrsta semestrið, har tvær av teimum liggja beint fyri jól og hinar báðar beint eftir jól.

Djóralækna-útbúgvingin er normerað til 5 1/2 ár, altso 11 semester. Tey flestu leingja hetta tíðarskeiðið við 1/2-1 ár, so at útbúgvingin tilsamans varar 6-6 1/2 ár.
Eftir lokna útbúgving kanst tú kalla teg candidatus medicinae veterinariae (cand.med.vet.).