Føroyar og yvirskot Tjóðbankans

Hava Føroyar mist sín rættvísa part av yvirskotinum hjá danska Tjóðbankanum gjøgnum mong ár?

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi

Í sambandi við viðgerðina av donsku fíggjarlógini hevur Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, nú reist ein fyrispurning um viðurskifti, sum ikki hava verið frammi áður.
Tað snýr seg um føroyska partin av yvirskotinum hjá danska Tjóðbankanum. Føroyar og Grønland eiga part av yvirskotinum hjá danska Tjóðbankanum, eftirsum hann stendur fyri gjaldoyramiðlingini fyri Føroyar og Grønland.
Hetta gevur inntøkur til Tjóðbankan, men hvussu stóran lut eiga Føroyar og Grønland í samlaða yvirskotinum hjá danska Tjóðbankanum?
Lógin á økinum viðvíkjandi Føroyum er frá 1949 - og síðani tá eru jú stórar kollveltingar hendar í føroyska samhandlinum við onnur lond og í gjaldoyranýtsluni í Føroyum.
Føroyski parturin av yvirskoti danska Tjóðbankans er roknaður út eftir seðlaumfarinum í Føroyum í mun til samlaða seðlaumfarið í Danmark, Grønlandi og Føroyum tilsamans.
Men hvat liggur í tí? Eru tað føroysku pengaseðlar-nir, ið bygt verður á? Og hvat er hent síðani elektronisk gjaldsmiðling er vorðin berandi?
Tað kemur nú undan kavi, at grønlendski parturin av yvirskoti danska Tjðbankans er útroknaður eftir fólkatalinum í Grønlandi í mun til fólkatalið í Danmark, Føroyum og Grønlandi tilsamans. Hetta er ásett í danskari lóg frá 1985.
Tí fær Grønland ein størri part av yvirskotinum enn Føroyar - í fjør og í ár svarandi til 7-8 milliónir krónur meira um árið.
Vit hava ikki tølini fyri nógv ár aftur í tíðina, men talan kann vera um stórar upphæddir tilsamans hesi árini, sum Føroyar hava fingið minni enn Grønland.
Tá ið útrokningargrundarlagið er so tilvildarligt og ymiskt, so kann eisini spyrjast, um Føroyar og Grønland yvirhøvur fáa sín rættvísa part av yvirskoti danska Tjóðbankans í mun til tað, sum vit í veruleikanum geva til inntøkurnar hjá danska Tjóðbankanum. Føroyar og Grønland útflyta jú ein lutfalsligan sera stóran part av í sínum inntøkugrundarlagi, og tað átti at givið lutfalsliga stórar valutainntøkur til Tjóðbankan.
Tí hevur Høgni Hoydal sett skrivliga fyrispurning um hetta til danska Fíggjarmálaráðharran, Thor Pedersen.
Spurningurin skal svarast innan 10 yrkadagar.