Mugu geva alt

Áki Olsen helt ikki, at føroysku leikararnir vóru nóg uppsettir, tá farið varð inn á vøllin til dystin leygardagin

 

Landsdystur


Í málskjóting var Áki Olsen tann føroyski leikarin, sum gjørdi mest um seg í teimum báðum dystunum um vikuskiftið, men eins og hjá viðleikarunum, so var avrikið leygardagin als ikki á hædd við tað fríggjadagin.

Møði var kanska ein partur av frágreiðingini, men sambært føroyska toppskjúttanum, so var hetta als ikki einasta frágreiðingin, tá vit fingu orð á hann leygardagin.

- Møði hevur kanska eisini skyldina fyri munin millum dystirnar, men tað er nú ikki allir sannleikin. Mótstøðumenninir eru jú ikki somikið býttir, at teir ikki duga betri at lesa okkum av í dag, enn teir gjørdu í gjár, segði Áki, tá vit setta honum spurningin.

- Hinvegin er tað eisini ólúksáliga hart at spæla tveir slíkar dystir dag um dag. Sjálvur havi eg eisini verið hálvskaddur síðani oktober, og er venjingarstøðan sjálvandi ikki so góð, sum hon kundi verið.


Ov nøgdir

Annars helt Áki eisini, at sálarligi parturin av spælinum hevði nógv at siga, tá ein orsøk skuldi finnast fyri greiða ósigrinum.

- Tað hevur fyrst og fremst nógv at siga, hvussu mann kemur frá byrjanini av dystinum. Gongst tað væl beinanvegin, so gevur hetta eisini sjálvsálit og dirvi til at royna nakað restina av dystinum, og tað var hetta, sum hendi fríggjadagin.

- Tað hendi ikki i dag, og yvirhøvur haldi eg ikki, at vit vóru nóg tendraðir til at fara á vøllin. Er mann ikki heilt klárur í heysinum, tá dysturin byrjar, so megnar mann ikki at svinga seg upp, tá dysturin er meira ella mini hálvrunnin.

Spurdur, um hetta kanska eisini hekk saman við, at føroysku leikararnir vóru mentalt troyttir til seinna dystin, sigur Áki, at tað er væl møguligt.

- Tað er tað kanska eisini, men tað liggur helst eisini í bakhøvdinum hjá okkum, at dysturin í gjár gekk so mikið væl. Tí roknaðu vit kanska við, at tað eisini skuldi ganga væl í dag, men tað gongur altso ikki, tá spælt verður á hesum støði. Er mann ikki 100% klárur, so verður mann revsaður, og tað vórðu vit eisini í dag, segði Áki Olsen at enda.