men verður hetta nú framskundað. - Summi siga tað er ov hart, at tað er ov vágaligt, at tað er ov dýrt, men tað sama bleiv sagt í 1962, segði varaforsetin, sambært amerikanska miðlinum Politico, í røðuni [...] skulu amerikansk rúmdarfólk aftur seta fótin á mánan. Tað er nýggja málið hjá amerikansku stjórnini, upplýsti varaforsetin Mike Pence í einari røðu í dag. Frammanundan hevur amerikanski rúmdarstovnurin NASA [...] Ritzau tíðindastovuni setti varaforsetin eisini sum mál, at ein kvinna skal vera partur av manningini, ið setur fót á mánan um fimm ár. - Lat meg gera tað greitt. Tann fyrsta kvinnan og næsti maðurin á
kunngjørdi fyri løtu síðani, at tað verður 62 ára gamli norðmaðurin Åge Fridtjof Hareide, ið tekur við sum nýggjur danskur landsliðsvenjari. Åge Hareide hevur eisini verið settur í samband við starvið líka síðani [...] ið í Norra við Rosenborg og í Svøríki við tveimum ymiskum feløgum, Helsingborg og Malmø FF. Hann hevur staðið á odda fyri Malmø FF tey bæði síðstu kappingarárini og leitt felagið til bólkaspælið í Champions [...] men legði frá sær nakrar fáar mánaðir áðrenn, at Brøndby vann meistaraheitið. Tað kann tó elva til stúran, at Hareide verður av mongum mettur, at vera vánaligasti landsliðsvenjarin hjá Norra nakrantíð.
alt í geyma, sum hugsast kann at lokka konuna og dóttrina heim aftur. Samstundis sum verkætlan hansara ger, at hann verður uppaftur meir sjálvskoðandi og fjartøkin, tí hann gjøgnumskoðar tómleikan í tí [...] hann aldrin hevði droymt um ... Konan verður so skelkað, at hon tekur dóttrina við sær og flytir frá Matti. Matti er sinnaður at gera alt fyri at fáa tær aftur og fær sannført seg sjálvan um, at tað bara [...] av ráðaloysi. Á heima-vígvøllinum fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør umframt Finlandiavirðislønina í 2002. Jákup í Skemmuni hevur týtt bókina til føroyskt.
Ólavsøku. Men at tað krevur ov nógv, sum nú er. ? Í grannalondunum hava tey hvørt ár um jóltíðir sama leik, sum verður framførdur ár um ár. Og sum verður spældur fyri fullum salum. Tí tað kemur so skjótt [...] hevði tað verið tað besta. Tað er so ótrúliga nógv arbeiði í at skula byrja heilt av nýggjum hvørt ár, og tað er eisini nógv dýrari. Men fólki dámar væl hesar útileikirnar á Ólavsøku, so tað er í grundini [...] Blóðreyða Gimsteinin verður framførdur 29. juli. Byrjað verður niðri við Bursatanga og Skansabrekku kl 14.30 og síðani verður hildið á í einar tveir tímar, ymsastaðni runt í býnum. Leikurin verður bert sýndur eina
Lítlu Dímun, tá vargur í gomlum døgum var komin í allan seyðin? Teir tóku alt av, og tað sum ikki fekst við góðum, ja, eg tori ikki at nevna hvat so var gjørt... Nú nýtt fólk er valt í stýrið fyri SEV og [...] nýggjan leiðslubygnað inn í stovnin. Tað er í øllum førum greitt, at tað tænir ongum, at SEV heldur fram sum ein afturlatin klubbi. Tað førir bara til undirgang. Og skal friður fáast í SEV, so veit Klæmint [...] hetta fólk, sum eru løtt at programmera, ella eru hetta fólk við førleikum, sum ger tey skikkaði til at taka á seg hesa sera týdningarmiklu uppgávu sum SEV er? Nú má og skal friður fáast, og tað má henda
góðsku ella at alt er meira tænastuvinarligt í dag í mun til í gomlum døgum. Fyri 50 árum síðani fór rutubáturin Pride í Klaksvík frá bryggju kl. átta á morgni, og ikki eitt minutt fyrr ella seinni. Hevði [...] Joensen Vit liva í eini globaliseringstíð, verður sagt. Tað merkir m. a., at heimurin rundan um okkum regluliga kemur inn til okkara um sjónvarp og internet. Tað er kortini ikki alt, sum kann røkkast tann [...] men orðini telja ikki so nógv í hesum føri. Tað er tørvandi reglusemi og tíðarspill í vanliga gerandisdegnum, sum darvar okkum her á landi. Norrøna, flaggskip føroyinga, sum øll eru so errin av, skal veita
møguleiki er fyri klædnavaski í Stóra Pakkhúsi, hevur hetta tilboð eisini verið til vitjandi í kjallaranum í bygninginum hjá Heimavirkinum í nøkur ár. Í miðhæddini í Stóra Pakkhúsi verður ivaleyst mesta virksemi [...] og tað kendist, sum byrjaði dagurin ongantíð veruliga, áðrenn hann aftur tók at halla. Men ljósar løtur eru tó, sjálvt á myrkastu døgum. Ein av hesum ljósu løtum var leygardagin, tá Stóra Pakkhús í Vági [...] og hugnaligan hátt endamál húsins. T.d. sæst í húsinum ein av fyrstu ravmagnsskipanum í søgu Føroya. Sum kunnugt vóru suðuroyingar fyrstir at fáa ravmagn og í Stóra Pakkhúsi sæst gomul ravmagnsskipan varðveitt
samstundis sum arbeiðsloysið er nógv lækkað. - Tá ið Als varð sett av stovn, var tað eingin, sum hevði ímyndað sær, at fyrisitingin í skipanini skuldi verða eitt av teimum stóru arbeiðsplássunum í landinum [...] hvørjir knívar eru best at brúka at flysa leyk við, sum tikið varð til í løgtinginum. Tað er ikki nakað, sum Als kann bjóða tilkomnum sjómonnum, og øðrum, sum eru komin soleiðis fyri, at tey hava mist arbeiðið [...] skal tvinga arbeiðsleys í Suðuroy, úr Sandoy, og aðrastaðni, til Havnar á skeið. Tað hoyrir heldur ongastaðni heima, at tvinga hálvgamlar, arbeiðsleysar sjómenn, sum tikið var til í tinginum, til Havnar á
Hesar eru teknaðar síðst í 90?unum. Yrkingarnar hjá Óla Jákupi er ein blanding av gomlum og nýggjum tilfari. Hann vil helst ikki siga ov nógv um innihaldið í yrkingunum, tí sum hann sigur: ?Tær skulu tala [...] Í morgin letur upp listaframsýning í Leikalund við myndum og yrkingum hjá brøðurnum Óla Jákup og Tummas Jákup Thomsen Flestu málningarnir/tekningarnir hjá Tummasi eru nýggj verk, gjørd tað seinasta hálvárið [...] in 3. august 2007 klokkan 16, har møguleiki verður at hitta listarmennirnar. Leikalund hevur í hesum sambandi opið til klokkan 19. Eisini leygardagin verður møguleiki til at síggja framsýningina, tí handilin
Í Eysturríki leita myndugleikar og brotsmenn eftir vápnum í teimum nógvu vøtnunum í fjallalendinum. Sum vera man hava myndugleikarnir og brotsmenninir ikki sama endamál, men tað, sum leitað verður eftir [...] eftir, er tað sama. Báðir partar vita, at á hesum leiðum liggja fleiri túsund tons av gomlum vápnum frá seinna heimsbardaga. Tað hevur leingi verið alment kent, at týskararnir tveittu eina av rúgvu av sínum [...] vápnum í vøtnini, tá teir góvu seg yvir, og at amerikanarar, bretar, russar og fransmenn gjørdu tað sama, tá teir fóru úr Eysturríki. Eysturríksku myndugleikarnir siga, at tey flestu vápnini endaðu í vøtnum