Forlagið Nýlendi hevur givið út bókina Á heima-vígvøllinum eftir finska rithøvundin Kari Hotakainen.
Hjúnarlagið hjá Matti ridlar. Ein dagin, tey hava skeldast, ger Matti nakað, hann aldrin hevði droymt um ... Konan verður so skelkað, at hon tekur dóttrina við sær og flytir frá Matti. Matti er sinnaður at gera alt fyri at fáa tær aftur og fær sannført seg sjálvan um, at tað bara kann gerast á ein hátt: Hann má gerast húsaeigari, so konan kann fáa tað, hon altíð hevur droymt um. Og so fer Matti til verka ...
Undir yvirskriftini "Liðugt við friðsælu" segði norski rithøvundurin Knut Faldbakken soleiðis um Á heima-vígvøllinum.
- Við speiska gløggskygni hansara, ið stendur avbyrgdur, leggur Matti sær rætt og slætt alt í geyma, sum hugsast kann at lokka konuna og dóttrina heim aftur. Samstundis sum verkætlan hansara ger, at hann verður uppaftur meir sjálvskoðandi og fjartøkin, tí hann gjøgnumskoðar tómleikan í tí, hann tráar eftir. Tá ið hann so umsíðir er komin hagar, at hann skal gera sín dreym til veruleika, stendur hann við vónloysisinnar dyr. Skaldsøgan er ein stílvøkur bygging av klókskapi, vídd og speisemi um eitt bládýpi av ráðaloysi.
Á heima-vígvøllinum fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør umframt Finlandiavirðislønina í 2002.
Jákup í Skemmuni hevur týtt bókina til føroyskt.