SEV sjónleikur

 Hava vit nakað at gera í umboðsráðnum, eg meini við okkum, sum ikki eru innarlaga í onkrari sekt, t. d. brøðrasamkomuni ella eru virknir í onkrum ávísum politiskum flokki? Hetta er spurningurin, eg seti mær eftir farsuna í SEV. Leingi livið demokratiðið, sigur Sonni Johansen, umboðsnevndarlimur í SEV

Sonni Johansen, Umboðsnevndarlimur




SEV-fundurin á Hotel Føroyum fríggjadagin, 17. februar 2006 var ein stórur sjónleikur, allur sum hann var. Høvuðsleikararnir høvdu fleiri instruktørar ella sonevndar »advokatar« at hjálpa sær at gera hurluvasan fullkomnan, ja, sjálvt onkrir áskoðarar høvdu eisini instruktørar við sína lið. Leikararnir í Grímu høvdu neyvan klárað tað betur, og kanska átti Tjóðpallur Føroya at biðið um leikritið frá hesum leikmonnum.
At vit miðalklóku sita og verða stýrd sum robottar, har alt er programmerað áðrenn fundin, sigur mær, at skipanin ikki er tann rætta. Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Sjálvt um undirritaði legði fleiri feilir inn í skránna, stýrdu robottarnir ósvitaliga sikkurt uttan um allar forðingar á vegnum.
Kanska áttu vit heldur at farið aftur til aldargomlu skipanina við hólmgongu. So kundi eg fyrr enn ikki gjørt mótstøðu. Hvat gjørdu eigararnir av Lítlu Dímun, tá vargur í gomlum døgum var komin í allan seyðin? Teir tóku alt av, og tað sum ikki fekst við góðum, ja, eg tori ikki at nevna hvat so var gjørt...
Nú nýtt fólk er valt í stýrið fyri SEV og umboðsnevndarformaðurin er skiftur, seti eg mær henda spurning. Hví júst hesir menn? Eg kenni ongan av teimum og hvørjar førleikar teir hava, eg veit bert, at ein heilt ávísur bólkur hevur valt teir.
Eru hetta fólk, sum eru løtt at programmera, ella eru hetta fólk við førleikum, sum ger tey skikkaði til at taka á seg hesa sera týdningarmiklu uppgávu sum SEV er?
Nú má og skal friður fáast, og tað má henda nevnd fáa skil uppá. Hvørki Klæmint Weihe ella Leivur Hansen fingu nakra álitisváttan á hesum umboðsnevndarfundi (ella sjónleiki), tí Leivur datt akkurát inn um gáttina.
Hvat hetta stríð snýr seg um, veit eg ikki rættiliga. Eg havi fingið tilfar sendandi, tað sama sum er sent fjølmiðlunum, men okkurt er so tyngjandi, at tað átti at verið kannað betur. Tó má tryggjast, at Klæmint fær eina virðiliga viðferð. Hann hevur ikki verið nakar vánaligur stjóri fyri SEV, tað tala tøl og tann menning, sum SEV hevur verið fyri hesa longu tíð, hann hevur sitið.
Møguliga kundi menningin verið størri. Um stjórin stýrir felagnum á sama hátt, sum fyri 26 árum síðan, er kanska tíð til at fáa nýggjar visjónir og nýggjan leiðslubygnað inn í stovnin.
Tað er í øllum førum greitt, at tað tænir ongum, at SEV heldur fram sum ein afturlatin klubbi. Tað førir bara til undirgang. Og skal friður fáast í SEV, so veit Klæmint Weihe uttan iva best sjálvur, hvat hann skal gera. Maðurin er ikki heilt so hopleysur, sum onkur heldur.
Eg vil heita á Arnstein Niclasen um at gera eina kvalifikastiónslýsing av nýggja stýrinum. Tygum høvdu eina av undanfarna stýri, og hon vísti rættiliga væl hvørjum stigi tygum eru á.
At enda:
Tá religión, politikkur og løgfrøði vera blandað saman spyrst bara tramansskapur burtur úr og einki gott. Men hvat í allari víðu verð hava hesi fyribrigdi við SEV at gera??