USA: Vilja aftur á mánan innan fimm ár

Innan tey næstu fimm árini skulu amerikansk rúmdarfólk aftur seta fótin á mánan. Tað er nýggja málið hjá amerikansku stjórnini, upplýsti varaforsetin Mike Pence í einari røðu í dag.


Frammanundan hevur amerikanski rúmdarstovnurin NASA arbeitt við einari tíðarætlan, har málið hevur verið at seta fólk á mánan innan tey næstu níggju árini, men verður hetta nú framskundað.


- Summi siga tað er ov hart, at tað er ov vágaligt, at tað er ov dýrt, men tað sama bleiv sagt í 1962, segði varaforsetin, sambært amerikanska miðlinum Politico, í røðuni, og sipaði harvið til kendu mánarøðuna hjá amerikanska forsetanum John F. Kennedy.


Sambært Ritzau tíðindastovuni setti varaforsetin eisini sum mál, at ein kvinna skal vera partur av manningini, ið setur fót á mánan um fimm ár.


- Lat meg gera tað greitt. Tann fyrsta kvinnan og næsti maðurin á mánanum fara bæði at vera amerikansk rúmdarfólk, ið eru send avstað við amerikanskum rakettum frá amerikanskari jørð, segði Pence.


USA er higartil einasta tjóð, ið hevur megnað at sett menniskjur á mánan. Í 1969 gjørdust Neil Armstrong og Buzz Aldrin fyrstu persónar á mánanum. Longu trý ár seinni vóru Gene Cernan og Jack Schmitt teir síðstu persónarnir, ið vitjaðu mánan.