Als eyðmýkir arbeiðsleys

Arbeiðsloysisskipanin varð hólvað av í løgtinginum

Arbeiðsloysisskipanin er farin heilt av sporinum.

Tað halda fleiri løgtingslimir.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Johan Dahl um bíðidagar, farloyvisskipan, og onnur viðurskifti.

 

Men undir viðgerðini kom fram, at nógvir løgtingslimir eru rættiliga ørkymlaðir um støðuna í Als - fyri ikki at siga, at fleiri av teimum eru heilt í øðini inn á Als.

 

Eitt, sum tingfólk halda, er farið heilt av sporinum, er, at fyrisitingarútreiðslurnar hjá ALS eru munandi hækkaðar, samstundis sum arbeiðsloysið er nógv lækkað.

 

- Tá ið Als varð sett av stovn, var tað eingin, sum hevði ímyndað sær, at fyrisitingin í skipanini skuldi verða eitt av teimum stóru arbeiðsplássunum í landinum.

 

Eitt, sum serliga fekk ákoyringar frá løgtingslimum, er kravið frá ALS um, at fólk skulu møta til skeið og arbeiðsfremjandi tiltøk, annars kunnu tey missa gjaldið úr skipanini.

 

Hetta halda tinglimir er eyðmýkjandi og óvirðiligt. Tey duga ikki at síggja, hvussu ALS skal tvinga arbeiðsleys í Suðuroy, úr Sandoy, og aðrastaðni, til Havnar á skeið.

 

Tað hoyrir heldur ongastaðni heima, at tvinga hálvgamlar, arbeiðsleysar sjómenn, sum tikið var til í tinginum, til Havnar á skeið at læra, hvørjir knívar eru best at brúka at flysa leyk við, sum tikið varð til í løgtinginum.

 

Tað er ikki nakað, sum Als kann bjóða tilkomnum sjómonnum, og øðrum, sum eru komin soleiðis fyri, at tey hava mist arbeiðið, halda tingfólk.

 

Tingfólk vístu eisini á, at Als er ein trygging, sum fólk rinda í, og sum tey so hava krav upp á at fáa pening úr aftur, tá ið brúk er fyri tí, uttan at skula tvingast á skeið, ella á arbeiðsfremjandi tiltak til at gera okkurt meiri ella minni tilvildarligt.

 

Treytin fyri at fáa av sínum egnum pengum, kann ikki vera at tú skalt tvingast á skeið, ella til arbeiðsfremjandi tiltak. Tað líkist eini revsing, og revsing hevur aldrin eggjað fólki til at arbeiða.

 

Ført varð fram, at hesi tvingaðu skeiðini eru so niðrandi, at tað hoyrir ongastaðni heima, og onkur tingfólk samanbóru tað enntá við eitt slag av trælahaldi.

 

Tinglimir eru eisini ørkymlaðir av, at stýrið fyri Als mælir til at avmarka skipanina við farloyvi, har fólk, kunnu fara í farloyvi í einum starvi, fyri at onkur arbeiðsleysur kann røkja starvið í eina tíð.

 

Men samstundis hava fleiri fleiri fakfeløg boðað alment frá, at skipanin skal varðveitast.

 

Eftir ætlan skuldi løgtingið taka støðu til Als í gjár, men tinglimir vóru so ørkymlaðir, at avgerðin varð útsett.

 

Løgtingið fer kanska at taka støðu til Als seinni í dag, men tað er eisini góður møguleiki fyri, at einki hendur í hesum umfari, til løgtingslimir hava fingið betri greiði á støðuna. Leggjast kann afturat, at tað er sjáldan, at politikarar úr at kalla øllum flokkum eru so samdir sum teir eru um at finnast at Als.

 

Tinglimr halda eisini, at politiska skipanin má fáa fund í lag við Als, fyri at endurreisa álitið á skipanina aftur, sum onkur teirra tók til.

 

Fyri nøkrum døgum síðani helt Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, í samrøðu við KvF, at skipanin við fólk hava skyldu at møta á skeið. Men við teimum rættindum, sum Als gevur arbeiðsleysum, fylgja eisini nakrar treytir við.

 

Og ein av hesum treytunum er, at fólk hava skyldu til at møta á teimum tiltøkum, Als skipar fyri. Vit gera hetta fyri at hitta arbeiðsleys í eini roynd at stytta leiðina út aftur á arbeiðsmarknaðin, segði Magni á Deild Olsen við KvF.