Tað er longri til Suðuroyar enn úr Suðuroynni. Henda setning hava flestu ítróttarfólk hugsað ávegis suður um fjørð at spæla dyst. Løgið er tað kortini og guð vitið um tað kennist á sama hátt hjá suðuroyingum [...] TB-liðunum ? sama dag. Tað eru ikki kor at bjóða ítróttarfólkum, sjálvt um tey eru í góðari venjing, tí tað sigur seg sjálvt, at ein gerst troyttur tá ein hevur leikt ein dyst. So er tað líkamikið um talan [...] talan er um ein harðan dyst ella ikki. Hetta vikuskiftið var tað Drátt tað gekk út yvir. Tær spældu sum nevnt bæði móti a-liðnum og b-liðnum og eins og støðan er í Havn, so er munurin millum liðini bæði hjá
taka tað á tunguna. Sum tað var týdningarleyst. Sum um føroyingar hata pedagogar og halda at konurnar skulu aftur til kjøtgrýturnar og heim at ansa børnunum. Sum um vit livdu í 1800 talinum, tá tað var [...] sláa tað fast, so eiga vit í høvuðsheitinum at halda fast í verandi skipan. So til tað sum undrar meg. Í hvussu so er, um vit siga at arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri konufólkum - og tað er tað fyri [...] endurtaka tað: Tað er blóðskeivt. At enda vil eg líka siga, at eg havi brúkt langa tíð til at umhugsa, um eg skuldi skriva hetta lesarabrævið ella ikki. Fyri tað fyrsta tí at evnið, so ótrúligt tað enn ljóðar
í vinnuni. Best var fyri vinnuna, eins og samfelagið sum heild, at tað vóru kappingartreytirnar í vinnuni, sum avgjørdu nær íløgur vórðu gjørdar, og hvør tað var ið framdi tær. Var tað vinnnugrundarlagið [...] vøksturin í byggivinnuni eisini eru tað. Tað eru bæði fiskiskapurin og fiskaprísirnir, sum skunda undir vøksturin í fiskivinnuni. Men hesar seinastu mánaðarnar er tað meira fiskaprísirnir, sum hava borið [...] Framgongdin í lønargjaldingum var 11%, tá sammett verða tíðarskeiðini frá oktobur til septembur í 1996/97 og 1997/98. Serliga stórur vøkstur var í fiskiskapi har hann var 22%, í byggivinnuni 28%, í handli
nýbyrjað felag, sum heldur til inni í Eysturoynni. Tað vóru nakrir ungir tónleikarar, sum tóku seg saman at stovna felagið fyri uml. tveimum mánaðum síðani og 28. okt. var ein kunnandi og innleiðandi fundur [...] fundur hildin í Losjuni Glottin við Gøtugjógv. Nógv fólk var til staðar og samtykt var at fara undir felagið. Ein fyrireikandi nevnd varð sett til at gera eina reglugerð, tilevna eina endamálsorðing o.s
so spurningurin, um tað er rímuligt, at samferðslumálaráðharrin nýtir landskassans pengar til at útbyggja, umbyggja og viðlíkahalda og halda eitt alment samferðslunet í gongd inni í Tórshavnar Kommunu [...] skilja, at samferðsluøkið ikki fær so stóra játtan á fíggjarlógini, so onkunstaðni skal sparast. Hvat var tá meira náttúrligt at spart enn har, ið vælstandurin er størstur og livilíkindini best. Lætið havnagøtur [...] aktuellur fyri alt landið, tá kommunusamanleggingin kemur. Skal landið so veita blokkstuðul? Tá verður tað enn meira tápuligt at nýta cost-benefit modell. Nei, tá má nýtast okkurt, ið mótvegar hesi ótolandi
Herfølge, og tað var eftir hornasparksinnlegg. Seinna umfarið var bara 24 sekund gamalt, tá Silkeborg skoraði sigursmálið. Herfølge verjan plagar at hava stórt álit á Jákupi Mikkelsen, og tað plaga teir [...] áskoðarar møttu upp, og tað vóru nógv færri, enn tað varð tosað um fyrr í vikuni, tá møguleikin varð nevndur, at tað fór at verða útselt. Størsta áskoðarafjøldin mikukvøldið var í Odense, har OB, sum í [...] millum áskoðararnar, var vertur hjá FCK og Christian Andersen, sum fyri fyrstu ferð vitjaði á Gladsaxe stadion, síðani hann fór úr venjarastarvinum hjá AB. Undirhaldið var vánaligt, og tað komu eingi mál í
metti eg, at hann lá væl í Sandoynni, men um hann so var í Svínoy, so var styttri at fara hagar enn til Danmarkar, og tað, sum eg legði dent á, var, at byggjast skuldi á okkara umhvørvi og tilfeingi. Eg [...] gjøgnumførast fyrst. Í tann mun tað, uttan meirkostnað, læt seg gera, var mær loyvt at taka fólk inn sum gestir í avmarkaða tíð. Skúlin hevði fleiri gestanæmingar styttri og longri tíðarskeið. Eisini øll árini [...] góvust tit? hví gert tú einki við tað. Eg havi valt at biðja fólk spyrja fyrisitingina. Hvussu nógv hava gjørt tað, veit eg ikki, men so mikið veit eg, næmingagrundarlag var og er. Kostnaðurin Skúlin helt
Hugo Gardar skrivar úr Oslo Betri samstarv millum tey norðurlendsku londini skal gera tað lættari at samskipa tað arbeiðið, sum í dag fer fram millum lond ella í altjóða bólkum av londum, meinar Gun Hellsvik [...] hugsaði serliga um samstarvið, vit í dag hava við grannarnar fyri eystan. Eitt annað hon legði dent á var, at norðurlensdska samstarvið kann brúkast til at fáa meir burturúr ES-limaskapinum í samband við at [...] ES-samstarvið og í øðrum altjóða felagsskapum. Orðaskiftið í salinum vísti, at meirilutin í Ráðnum var fyri at fáa eitt rættargrundarlag, sum kann skipa tann fría handilin innan ES. Meirilutin ynskti eisini
Jacob hjá Lítla Óla var Ólavur Bóndi. Hansina hjá Mouritsi var Anna, kona bóndan. Sigurd á Teigunum var Haraldur, sonur teirra. Nella var Sigrid, dóttir teirra. Jacobina á Klovanum var Marin, arbeiðskonan [...] aldrin bleiv politikkur viðgjørdur. Tað var bannað at tosa politikk á fundum, ið ungmannafelagið skipaði fyri. Tað var stóri dreymurin ? at sleppa í veitslu Og so vóru tað veitslurnar. Hildnar sunnudag fyri [...] og tað var óvanligt, so okkurt mátti vera hent, og so var. Sorgin var stór. Húsið verður útbygt og varðin fingin í húsið 25 ár aftaná at húsið varð liðugt, metti sitandi nevnd, at ein útbygging var upp
við og við breiddi tað seg eisini til umfata uppgávur sum tónleikari, ljóðblandari og produsari. ? Tað var ein spurningur um at verða á rætta staðnum til røttu tíðina. Ofta var tað rættiliga tilvildarligt [...] at fløgan kann selja, og tað gongur upp fíggjarliga. Tað er tann minni hugaligi parturin ? tað er nógv stuttligari at gera tónleik ? men hann hoyrir til, tí tað er eisini tað, sum eg fái pengar fyri at [...] Ekstrablaðið ger tað. ? Tað er torført at hava við ummælarar at gera, tí teir skulu hava eina meining. Og betri tú ert inni í nøkrum, meira leitar tú eftir onkrum, sum er heilt serligt, og tað nýtist ikki at