Húsarhaldsskúli, handarbeiðsskúli, eftirskúli, »videregående skole«, »husflidsskole«, háskúli, handarbeiðislæraraskúli, háskúli sum undirvísir í list og handverki, eftirútbúgving av lærarum, skeiðsháskúli, designskúli...
Ja, hetta eru bert nakrir av teimum skúlum, sum verða koyrdir í eina pulju, tá ið teir verða umrøddir, og sum øllum er tørvur á. Føroyingar vitja dúgliga hesar skúlar í útlondum, so eitt samlað tal av føroyingum í onkrum tílíkum skúla er stórt. Summi eru á stuttum skeiðum, summi 20 vikur, onkur kanska fjarlesir, 1 ára skúli á grundstøði, 1 ár aftaná lokna útbúgving, 2 ára skúli, 3 ára-, 4-5-7 ára útbúgving... hetta eru bert nøkur fá dømi.
Skúli- Háskúli ? hvat er hvat og hvussu skal hvat eita?
Háskúli, á mannamunni her, eitur Fólkaháskúli, Háskúli aðrastaðir er ein hægri lærustovnur. Men skúli er so læra, og góða læru innan ymisk øki og á ymiskum støði eiga vit so sjálvandi at bjóða øllum okkara fólki. Ikki minst átroðkandi er tað at eiga skúlatilboð til allan ungdómin. Tí frøðir tað meg, at klaksvíkingar taka seg saman og krevja skúla og krevja at fáa hann í egna fasta rammu.
Grundin »motivið« kann vera at bjarga Hondarbeiðsskúlanum, sum kanska hevur noyðst at stríðast sum skeið, ið søkjast skal loyvi til, helst undir kvøld- og frítíðarskúlalógini, undan hvørjum einasta skeiði. Húsarhaldsskúlin vinnur kanska eisini við hesi nýggju skúlaloysnini. »Motivið« kann eisini vera partur í býarkappingini ímillum Klaksvík og Havnina. Sama ger ? fær Klaksvíkin sín skúla, er hann teimum væl untur, og ungum føroyingum býðst høvi at fara til Klaksvíkar heldur enn burtur í lond ella at ganga fyri einki. Tað er gott. Eg fari at ynskja settu nevndini góða eydnu í arbeiðinum og bíði spent eftir at frætta nærri um ætlanirnar. Men Lista- og Handverkaskúlin á Sandi hvør var hann, og hvørjar vóru ætlanirnar, og hví gavst hann? Undirritaða var leiðari royndar Lista- og Handverkaraskúlans. Ja, sum sagt, navnið, giti eg, er grundin til at hann verður minstur í hesum viðfangi, og tað sindrið ið tíðindablaðið Sosialurin veit at siga, hevur lítið við veruleikan at gera. Grundgevingin, at næmingagrundarlagið var ov lítið og kostnaðurin ov dýrur heldur ikki, og satt at siga, í Sosialinum 4. november 98, meir enn 15 ár aftaná at skúlin endaði, síggi eg hetta fyri fyrstu ferð.
Næmingagrundar-lagið:
1979, tað árið skúlin byrjaði, fingu vit umleið 40 umsóknir. Vit høvdu ikki húsarúm fyri fleiri enn 5, og vit skuldu miða ímóti eini útbúgving, sum hevði støði, ið kundi samanberast við Lista- og Handverkaútbúgving í londunum rundan um okkum, fyrst og fremst Danmark. Kláraðu vit ikki tað, var hon ikki góðkend. Av hesum mongu umsøkjarunum høvdu tey flestu ongan serligan forkunnleika, hvørki á listaliga-, handverksliga- ella skúlaøkinum. Mett varð, at ein støðisútbúgving hevði givið fleiri eitt støði, og nøkrum eitt støði at fara víðari við. Útbúgvingin var 4 ár, hetta soldaði nøkur frá. Mong undraðust á, at sovorðið sum list og handverk skuldi brúka so nógva tíð. Eg eri av teirri áskoðan, at 4-5 ár er avgjørt minimum til rættiliga útbúgving, men meini so, at til ber at fáa avmarkaða útbúgving innan ávís øki uppá styttri tíð. Alla tíðina meðan skúlin var, vóru fyrispurningar um skeið, um at sleppa í skúla, eisini fulla tíð; men undantikið í 81, tá ið mær var álagt at fáa 2 næmingar inn, fekk eg ikki heimild at taka nýggjar næmingar upp. Viðmerkjast skal at nevndu 2, sum skuldu takast upp, skuldu hava forkunnleika, sum gjørdi teir førar fyri at fylgjast við og fara upp til próvtøku saman við teimum, sum høvdu gingið í skúlan í 2 ár. Skúlin fekk støðugt fyrispurningar frá fólki, sum ynskti at sleppa á Lista- og Handverksskúla, men sum sagt, vit høvdu onga heimild. Royndarskeiðið uppá 4 ár skuldi gjøgnumførast fyrst. Í tann mun tað, uttan meirkostnað, læt seg gera, var mær loyvt at taka fólk inn sum gestir í avmarkaða tíð. Skúlin hevði fleiri gestanæmingar styttri og longri tíðarskeið. Eisini øll árini aftaná eri eg spurd: hví eru ikki skeið? hvar er skúlin? hví góvust tit? hví gert tú einki við tað. Eg havi valt at biðja fólk spyrja fyrisitingina. Hvussu nógv hava gjørt tað, veit eg ikki, men so mikið veit eg, næmingagrundarlag var og er.
Kostnaðurin
Skúlin helt til í sera bíligum leigaðum húsum, sum vit sjálvi settu í stand uttan løn. Innbúgvið og byrjunartilfarið fíggjaðu Føroya Landsstýri og Menningargrunnurin. Raksturin var undir Landsskúlafyrisitingini: Tímalæraraløn undir kvøldskúlalæraraskipanini, húsaleiga, hiti og ljós. Einki til leiðslu, húsavørð, reingerð el. a. Gestalærarar vóru: ein tekstilverkfrøðingur, grafikari til prent og foto, 2 ymiskir vevlærarar, listamenn til listasøgu og tekning, hondarbeiðslærari til broderí, buntmakari til skinnseyming. Avtala varð gjørd við handilsskúlan um undirvísing á tí økinum og tí at onkur næmingur, fyri ein part, møguliga fór at undirvísa, høvdu vit tímalærara til almenna psykologi og undirvísingarlæru. Gestalærarar vóru somuleiðis løntir sum kvøldskúlalærarar, og tá var leiðarin, sum vera man, ikki undirvísari, altso ólønt.
Illa dugi eg at hugsa mær bíligari útbúgvingarstovn. Sjálvandi, var næmingatalið hægri, kostaði hvør næmingur minni, men til tess vóru ikki húsaumstøður. Í somu løtu fysisku rammurnar vóru til tað, hevði borið til, at havt størri næmingabólk Á Lista- og Handverkaskúlanum gjørdu vit veruligar royndir og sóu úrslit. Vit høvdu stundir at tosa um spurningar sum leiddu inn í víðari royndir. Í felag sóu vit nýggjar møguleikar sum birtu hugsjónir. Aftaná royndarskeiðið varð eg spurd, um eg vildi halda fram. Hesum svaraði eg játtandi, treytað av, at rammurnar vóru í lagi. Hvørjar vóru so hesar rammur?
Í minsta lagi tær at 1/2 lærari varð settur afturat, og at føst fíggjarjáttan varð sett til skúlan. Eg ynskti, at lýst var eftir leiðara. Hesin skuldi hava undirvísingarskyldu, tó ikki fult tímatal. Eftir fóru so at vera undirvísingartímar svarandi til fult starv. Hesir tímar skuldu býtast ímillum fleiri tímalærarar. Eg vildi við øðrum orðum tryggja skúlanum og næmingunum dugnaligar undirvísarar á øllum økjum eftir aktuellum tørvi. Tí soleiðis sum skúlin var skipaður, kundi læraratørvurin skifta eftir næmingunum. Skúlin hevði 2 ára støðisútbúgving og næstu minst 2 árini arbeiddu næmingarnir innan ymisk serøki. Royndarskeiðið fevndi serliga um tóvirki; men í skúlaætlanunum var alla tíðina arbeitt við Lista- og Handverkaskúla, sum skuldi fevna um allar greinir innan List- og Handverk.
At greiða frá skúlanum øllum og nágreiniligum ætlanum verður óneyðuga drúgført her, men spyr onkur geri eg tað fegin. Fyri mín part er nokk at siga, at tá ið skeiðsháskúlin á Sandi var viðtikin at liggja í »skúlapakkanum« hjá Sjálvstýrislandsstýrinum, helt eg, at nú vóru vit komin so nær málinum, sum tá bar til. Húsarúmd fór at vera til skeið av ógvuliga ymiskum slag, við ymiskari longd og pláss fór eisini at vera fyri lesandi, sum settu ár av til veruligan lesnað í teimum evnum vit í Sandoynni kundu bjóða ? eisini við undirvísingarkapasiteti av oyggj.
Hvar skal skúlin vera?
Eg segði, tá ið eg varð spurd, at Lista- og Handverkaskúla mugu vit eiga í landinum, til at menna list og handverk. Sjálv metti eg, at hann lá væl í Sandoynni, men um hann so var í Svínoy, so var styttri at fara hagar enn til Danmarkar, og tað, sum eg legði dent á, var, at byggjast skuldi á okkara umhvørvi og tilfeingi. Eg vísti á týdningin, at tey, sum fáa sær slíka útbúgving sleppa at byggja á egna grund, ikki fyri at gera tey heimføðingar, men fyri at geva teimum eitt støði, eisini at fara burtur í lond við, at byggja víðari á. Sum eg lesi nýggju Lista- og handverksskúlaætlanirnar, líkjast tær ikki Lista- og Handverkaskúlaætlanunum. Brúk er fyri báðum, og meir enn so.
Góðan byr.
Súsan í Jákupsstovu