Gera stórfilm um Ólav Heilaga

Síðani tann 29. juli í 1954 hava norðmenn spælt “Leikin um Ólav Heilaga” á Stiklastøðum. Men nú fara norðmenn eisini undir at gera ein stórfilm um minniliga slagið og deyða Ólavs Heilaga, ið vit minnast hvørja ólavsøku.

At tað var seinnapartin tann 29. juli í 1030, at Ólavur kongur Haraldsson fall, hava vit frá frásøgnini hjá Snorra Sturlason í Heimskringlu. Meðan ólavsøkan í øldir hevur verið hildin í Føroyum, er tað munandi nýggjari, at norðmenn gera so nógv burturúr.

 

Men hesi yvir 70 árini, síðan “Leikurin um Ólav Heilaga” var framførdur sum sjónleikur fyrstu ferð, hava ymsir leikstjórar, sjónleikar, amatørar og sjálvboðin verið við til at hildið hesi serligu søgu á lívi. Tekstin eigur Olav Gullvåg og tónleikin Paul Okkenhaug, og Stiklestad Nasjonale Kultursenter skipar fyri.

 

Hetta skrivar fólkakirkjan.fo.

 

“Leikurin um Ólav Heilaga” verður í ár framførdur fýra ferðir. 

 

Søguligt samband

Tað kemur helst ikki av ongum, at ólavsøkan hevur verið hildin í Føroyum í øldir. Júst hvussu leingi, er ikki neyvt staðfest nakrastaðni, men nógv hevur verið gjørt burturúr, at Løgtingið varð sett ólavsøkudag, og fyrsta skrivliga keldan, ið vísir tað, er Seyðabrævið frá 1298.

 

Sum lítil tjóð hava Føroyar roynt at funnið og varðveitt síni serligu tjóðareyðkenni, og søguliga hevur lívið og gerandisdagurin í stóran mun verið eftir norskum háttalagi. Til dømis valdaði norsk rættarskipan í Føroyum, líka til danska grundlógin kom í 1849.

 

At vit halda ólavsøku til minnis um, at ein norskur kongur fall í stríði á Stiklastøðum og eitt ár seinni varð kosin halgimenni, vísir søguligu bondini millum Føroyar og Norra. Ólavur Heilagi er verndarhalgimenni hjá bæði Føroyum, Norra og Álandi, og Ólavskirkjan í Kirkjubø er uppkallað eftir honum.

 

Um fimm ár, í 2030, eru túsund ár liðin síðani Ólavur Heilagi fall, og tá verða Stiklastaðir miðdepil í stóra hátíðarhaldinum fyri túsundárinum hjá Norra sum tjóð. Slagið við Stiklastaðir broytti norsku søguna, so norska ríkið eftir tann dag var sum eitt ríki at rokna.

 

Stórfilmur á Stiklastøðum

Samstundis sum ólavsøkan verður hildin bæði í Føroyum og á Stiklastøðum, eru fyrireikingarnar í gongd til ein norskan stórfilm um Ólav Heilaga. Nordisk Film skal gera filmin, sum eitur “Slagið á Stiklastøðum”.

 

Í hesum døgum verður arbeitt við at finna røttu sjónleikararnar til filmin, sum Erik Skjoldbjærg skal leikstjórna eftir handriti hjá Kathrine Valen Zeiner og Maren Skolem. Filmurin fer at kosta yvir 50 milliónir krónur, og millum annað eru átta milliónir krónur fingnar í stuðli frá norska filmsstovninum.

 

Filmurin fer at lýsa endan á víkingatíðini og byggir á eina av týdningarmestu hendingum í norskari søgu. Hóast Ólavur Heilagi fall á Stiklastøðum, eydnaðist honum og kirkjuni at savna Norra til eitt ríki undir einum Guði.

 

Enn er ikki greitt, nær filmurin kemur í biografarnar, men ætlandi er hann liðugt framleiddur við árslok næsta ár. Og hóast Føroyar kanska ikki beinleiðis verða partur av søgugongdini, man áhugi fara at vera fyri honum her um leiðir við, skrivar folkakirkjan.fo.