HB er á veg úr Brøndby við røttum ryggi

Brøndby hevur í kvøld vunnið seg víðari í Europa við 1-0 sigri ímóti HB, sum sí’stu løtuna hevði fleiri møguleikar at javna

Tað var í tíggjundu royndini við André Olsen sum venjara, at HB fyrstu ferð fór at v’llinum uttan at hava vunnið stig.

 

Í kvøld var avbjóðingin risastór. Fyri einari viku síðani megnaði HB 1-1 á heimavølli ímóti Brøndby IF í Europa Conference League, sum í kvøld varð roknað at vera uppaftur størri favorittur enn fyri einari viku síðani.

 

HB var aftur í kvøld ógvuliga verdugt umboð fyri føroyskan liðfótbólt.

 

Brøndby legði fyri við stórum trýsti soleiðis, sum tað altíð er, tá ið føroysk feløg spæla í Euroa – serliga á útivølli – og Bjarti Vitalis Mørk var stinnur millum HB stólparnar. Tá ið trýstið linkaði eitt sindur, var HB betri við í spælinum, men tað var Brøndby, sum legði seg á odda, tá ið hálvur tími var farin. Málskjútti var nýggi japanski spælarin Sho Fukuda, sum fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu. Hann var spældur leysur fyri málinum og so var 1-0.

 

HB mótbrekkan var stór í kvøld. Viljormur Davidsen var ikki førur fyri at spæla, og longu tá ið eitt stórt korter var farið, noyddist Ári Mohr Jónsson skaddur av vøllinum. Klavs Kraméns avloysti í miðverjuni, og Heini Sørensen varð skiftur inn, tá ið Ári Mohr Jónsson noyddist av vøllinum.

 

Eisini eftir steðgin var Brøndby omaná, men tað eydnaðist ongantíð av álvara at fáa bilbukt við HB og økja um leiðsluna. Tí var tað spenningur í inntil síðsta bríksl. HB hevði betri tak á spælinum í seinna hálvleiki, og í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftrat, vóru heimamenninir í verjustøðu.

 

HB spenti álopsbogan. Tá ið tað restaðu 20 minuttir, vórðu Jákup L. Thomsen og Mathias Voss skiftir inn, og síðstu minuttirnar høvdu Klavs Kraméns, Heini Sørensen og Ási P. Dam høvdu royndir ímóti málinum, sum heimaverjan blokeraði fyri.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, tóktist tað sum um, at teir í heimaleguni vóru lættir og fegnir, meðan HB spælararnir vóru vónsviknir. Eftir fínt avrik var staðfestingin hjá teimum, at luttøkan í hesum umfari er av. Men HB spælararnir eru við røttum ryggi á veg av Brøndby stadion og heim aftur at spæla í landskappingini.