Tað er rættiliga løgi at hoyra statsleiðarar og framstandandi polittikarar í Noregi, Svøríki og Danmark taka barnaansing fram sum eitt av teimum størstu málunum í einum landsvalstríði, meðan føroyskir politikarar nóg illa tora at taka tað á tunguna. Sum tað var týdningarleyst. Sum um føroyingar hata pedagogar og halda at konurnar skulu aftur til kjøtgrýturnar og heim at ansa børnunum. Sum um vit livdu í 1800 talinum, tá tað var fínt at hava eina heimagangandi frúu.
Er tað veruliga so, at føroyski tankin er 100 ár aftanfyri? Tað sum politikarar siga, speglar ofta hugburðin í samfelagnum. Tí kann eg lætt fáa ta fatan, at tað er so. At barnaansing er ein týdningarleysur spurningur í Føroyum. Eg trúgvi tí bara ikki heilt. Kanska manglar bara ein útmelding frá arbeiðsgevarasíðuni. Er tað so, so lesur tú eina nú. Og eg vóni at tað koma fleiri, um ikki í bløðunum, so við beinleiðis áheitanum á okkara polittikarar.
Tá eg seti meg niður at skriva hetta, so er tað tí, at okkara arbeiðspláss fær trupulleikar av, at nóg nógv ansingarpláss ikki eru í Havnini. Tað kostar okkum nógvar pengar til avloysarar, sum skulu venjast upp. Hetta kundu vit kanska verið fyri uttan, um vit vistu at mammurnar bert vóru burtur tað hálva árið. Fyri tað næsta missa vit stórar inntøkur av tí at avloysararnir skulu verða í starvi væl longri enn neyðugt, um vit yvirhøvður fáa bara rímiliga dugnaligar avloysarar. Fyri tað triðja kunnu vit ikki verða konufólk fyri uttan á okkara arbeiðsplássi. Vit hava eisini brúk fyri at síggja tingini út frá einum kvinnuligum sjónarhorni í okkara arbeiði. Vit hava brúk fyri báðum kynunum. Og soleiðis vil eg pástanda, at tað er á flest øllum arbeiðsplássum. Okkara arbeiðspláss er heldur ikki tað einasta, sum hevur trupulleikar í dag. Eg kundi nevnt tey fyrstu 6 arbeiðsplássini, sum eg bara havi hoyrt um, uttan at gera nakrar kanningar.
So til børnini. At fara út í eitt steinaldartjak um vit skulu lata pedagogar ansa børnunum ella ikki, gevur eftir mínum tykki onga meining. Sjálvandi skulu vit helst hava pedagogar at ansa børnunum, til gagns fyri børnini og fyri okkara framtíð. Í so máta hava vit eina góða skipan. Fyri at sláa tað fast, so eiga vit í høvuðsheitinum at halda fast í verandi skipan.
So til tað sum undrar meg. Í hvussu so er, um vit siga at arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri konufólkum - og tað er tað fyri mær eingin ivi um. Hvussu ber tað so til, at flokkar, sum verða roknaðir sum arbeiðsgevaravinarligir flokkar, eru teir, sum eru mest trekir til at skaffa neyðugu ansingarplássini. Og arbeiðsgevararnir siga ikki nógv. Eru tit ímóti barnaansing? Er tað ikki eisini tykkara áhugi, at fáa til vega neyðugu ansingarplássini og at tryggja at børnini eisini verða ansað á besta hátt - til frama fyri alt samfelagið - ella hvat.
Fyrst til býráðið. Í Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum er neyvan nakar ivi um, at undirtøka er fyri at skaffa fleiri ansingarpláss. Hjá hinum er verri, fyri uttan onkrar av teimum ungu. Og nú fari eg at nevna nøvn í býráðnum, sum, eftir míni fatan, lítlan áhuga hava fyri málinum ella vilja loysa málið á ein langt frá nøktandi hátt. Í Fólkaflokkinum eru: Jan Christiansen, Páll Petersen, Katrin Dahl og Ingi Mohr. Hesi hava, eftir tí sum eg havi lisið meg fram til, ongan vilja til at loysa málið á ein nøktandi hátt. Í Sambandsflokkinum eru: Lisbeth Petersen, Shumann Hjaltalin, Kaj Leo Johannesen og Heðin Mortensen. Hesi hava, út frá tí eg havi sæð, heldur ikki nakran vilja til at loysa málið, fyriuttan Heðin, sum knappliga gjørdist áhugaður í málinum, tí hann skuldi brúka til nakað annað. Frá sjálvstýrismanninum Ronald Poulsen hevur heldur einki verið at hoyra. Einastu flokkar, sum klárt hava meldað út at teir vilja loysa málið sum eitt átrokandi mál og eftir teimum linjum eru viðtiknar, eru Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin.
Tey sum trúgva at allur trupulleikin liggur hjá býráðnum, taka stórliga feil. Tað er nevniliga so, at landsstýrið ikki so frætt sum hevur avsett pening til tær avmarkaðu útbyggingarnar á barnagarðsøkinum í Havn í næsta ár, sambært tí Kristian Magnussen hevur ført fram í bløðunum. Útbyggingar sum áttu at verið nógvar ferðir størri. Men landsstýrismaðurin í sama málið, Helena Dam á Neystabø, loyvir sær í sjónvarpinum at taka ansingina av nøkrum fáum læknabørnum fram um 3-400 onnur! Álvara tos.
Men tit polittikarar í tinginum og í býráðnum: Tað er ikki ov seint enn!!! Tit kunnu enn klára broyta fíggjarlógina hjá landinum og fíggjarætlanina hjá býráðnum fyri næsta ár. Gera tit ikki tað, missa virkini inntøkur, børnini verða ikki ansaði nóg væl og góð fólk, sum samfelagið hevur brúk fyri, flyta ikki heim aftur.
Væl vitandi at samfelagið hevur verið í undantaksstøðu síðani 1992, so er støðan so mikið fræg í dag, at peningur eigur at vera tøkur til at loysa eitt so átrokandi mál, sum beinleiðis er ein forðing fyri at vit kunnu tjena pengar.
Land og kommuna eiga hvør í sínum lagi at seta eitt tveysifrað milliónatal av til hetta mál. Annars fer bíðilistin uppá 3-400 børn bara at vaksa. Fólkatalið bara veksur í Føroyum. Hugsið tykkum ein bíðilista uppá 5-700 børn um tvey ár. Tá verður Havnin í undantaksstøðu. Og tað tænir ongum.
Merkir hetta, at skatturin skal upp við einum hálvum ella heilum prosenti, so eigur hetta at verða gjørt. Men heilt erligt, eg trúgvi ikki tað er neyðugt, tí meirinntøkurnar bæði hjá landi og kommunu hava verið so mikið stórar, at pláss er fyri tí uttan at hækka skattin.
Á fólkamunni hevur eisini verið talað um, at arbeiðsgevarar kundu gjørt sínar egnu barnagarðar. Alt í lagi, tað kunnu arbeiðsgevararnir - men eftir mínum tykki er hetta blóðskeift, tí barnaansing er eftir mínum tykki ein kommunalur/landsspurningur. Tað skal ikki verða so, at bert foreldur, sum arbeiða á ávísum arbeiðsplássum, skulu føla seg trygg við at fáa síni børn ansaði. Eg gangi heldur ikki inn fyri, at børn hjá foreldrum í arbeiði skulu fáa framíhjá pláss fram um t.d. arbeiðsleys. Øll børn skulu hava líka rætt til ansingarplássini, og tey skulu sleppa framat, soleiðis sum fakkunnleikin nú einaferð meinar er rættast. Hinvegin, er tað so, at vit ikki fáa fleiri ansingarpláss skjótt og arbeiðsgevaraansing er einasti útvegur, so er okkara arbeiðspláss til reiðar at leggja pening á borðið saman við øðrum, um áhugi er fyri tí, fyri at vera við til at útvega neyðugu ansingarplássini. Men lat meg endurtaka tað: Tað er blóðskeivt.
At enda vil eg líka siga, at eg havi brúkt langa tíð til at umhugsa, um eg skuldi skriva hetta lesarabrævið ella ikki. Fyri tað fyrsta tí at evnið, so ótrúligt tað enn ljóðar, er eitt kontroversielt evni. Fyri tað næsta, tí at eg sjálvur standi býráðslimi í javnaðarflokkinum nær. Men eg havi væl loyvi at hava mína meining. Átti kanska ikki at nevnt nøvn, men eg trúgvi tó ikki at nakar tekur sær hetta til sín, um eg ikki nevni nøvn. Samstundis vóni eg, at eg havi gjørt fleiri av tykkum órætt. Um so er, so gerið mær tað tænastu: Vísið tað. Eg vóni eisini at fleiri arbeiðsgevarar gera vart við seg, soleiðis at málið verður tikið upp í tí álvara, sum tað krevur.
Høgni Rasmussen
Sansir e-mail: hogni@sansir.fo