Tónleikur til fjøldina

? Eg livi av at undirhalda fjøldina. Eg geri ikki tónleik til ummælararnar, tí eg verði noyddur at hugsa um søluna, og tann tónleikurin, sum selur, er ikki altíð tann, sum ummælararnir dáma, sigur Óli Poulsen, tónleikaprodusari í Danmark á 11. ári

Orð og myndir:

Eyðun Klakkstein


ÅRHUS: Fríggjadagin fyri tveimum vikum síðani vaknaði føroyski tónleikaprodusarin Óli Poulsen í Århus. Fyri framman lá enn ein dagur í Feedback Studio, har hann hevur ljóðblandað tvær føroyskar fløgur til jólamarknaðin.

Men Óli vaknaði eisini til fyrstu ummælini av arbeiðnum hjá sær seinastu fimm mánaðirnar.

Og tað var ikki júst rós Ekstrablaðið legði á morgunborðið í teirra ummæli av nýggju fløguni hjá Dodo and the Dodos:

»En gang forbenet, forkrampet husmoderpop af en meget slem skuffe,« segði Peter Nørgaard í sínum ummæli, og gav nýggju fløguna eina einsamalla stjørnu av seks møguligum.

Nørgaard royndi dúgliga at gera gjøldur burtur úr orðunum, sum Dodo syngur, og hann duldi ikki fyri, at honum dámdi ikki nýggju fløguna hjá Dodo, sum tey hava gjørt saman við Óla Poulsen.

Ummælini hjá øðrum donskum bløðum hava heldur ikki verið góð, hóast tey ikki taka so harðliga til, sum Ekstrablaðið ger tað.

? Tað er torført at hava við ummælarar at gera, tí teir skulu hava eina meining. Og betri tú ert inni í nøkrum, meira leitar tú eftir onkrum, sum er heilt serligt, og tað nýtist ikki at verða tað, sum undirheldur fjøldina. Eg livi av at undirhalda fjøldina. Eg geri ikki tónleik til ummælararnar, sigur Óli Poulsen.

? Tað eru nógv dømi um fløgur, sum einki hava selt, sjálvt um tær hava fingið framúr góð ummæli, og øvugt, fløgur sum hava selt væl hóast vánalig ummæli. Eg verði noyddur at hugsa um søluna, og tann tónleikurin, sum selur, er ikki altíð tann, sum ummælararnir dáma. Men tað má eg bara liva við.

? Ummælini hava heldur ikki so nógva makt longur, nú er tað meira marknaðartiltøk, sjónvarpslýsingar og slíkt sum gera munin. Eg kann til dømis nevna, at ein fløga, sum eg gjørdi við Yellowbellies, fekk framúrskarandi ummæli, men seldi slettis einki. Fløgan við Dodo hevði selt 28.000 eintøk áðrenn hon kom út.

Sjálvur heldur Óli, at nýggja fløgan hjá Dodo and the Dodo?s ljóðar betri enn tær gomlu, og í vikuni fekk Dodo handað eina sokallaða gullplátu, sum verður latin, tá tey fyrstu 25.000 eintøkini eru seld.


Vildi gera Dodo

meira svingandi

Dodo fekk sítt stóra gjøgnumbrot við slagsanginum hjá danska fótbóltslandsliðnum til HM í Mexico í 1986, Re-Sep-ten (Vi er røde, vi er hvide).

Upprunaliga skuldi Sanne Salomonsen syngja saman við Frank Arnesen, men tá hon gav avboð, fekk Dodo møguleikan.

Hendan stakplátan gjørdist tann mest selda nakrantíð í Danmark, og í eini sjónvarpssending í november mánaði 1996, traðkaði ?Móðir Danmark? fram saman við sínum bólki. Samstundis góvu Dodo and the Dodo?s út eina stakplátu, sum kundi seta ferð á teirra karrieru.

Dodo and the Dodo?s hava givið fýra fløgur út, sum samanlagt hava selt um 800.000 eintøk í Danmark. Nýggja fløgan er tann fimta í røðini, og tann fyrsta, sum Óli Poulsen er við á. Sjálvt um arbeiðið við fløguni hevur tikið fimm mánaðir, hevur tað ongantíð áður hevur gingið so skjótt hjá Dodo and the Dodo´s at gera eina fløgu.

? Eg segði ja til Dodo, tí eg helt tað kundi verða ein stuttlig uppgáva. Tey syngja á donskum, tað eru tað ikki so nógv sum gera júst nú, og so havi eg altíð hildið, at tónleikurin hjá teimum hevur verið stívur. Mítt mál var at gera tónleikin hjá teimum meira svingandi, og tað hevur eydnast, heldur Óli Poulsen.

? Men eg kann ikki loyva mær at siga, at eg eri nøgdur við tónleikin, tí tað eri eg ongantíð. Var eg tað, kundi eg bara givist, tí so var eg komin á mál. Eg royni at leita víðari, men finni helst einki, sigur Óli læandi.


Klaksvíks-effektin

Á fløguhúsanum á nýggju fløguni takka tey í Dodo and the Dodo?s sum vera man øllum persónunum, sum hava verið við til at skapa fløguna.

Alt frá familju og vinum til hjálparfólk og plátufelag. Til seinast verður ein serlig tøkk givin til ?Klakksviks-effekten?.

Orsøkin til hesa tøkkina er ein gomul sokallað Phaser-pedal frá seinasta í 70?unum, sum Óli dróg við sær í upptøkuhølini.

Pedalin gevur eitt sermerkt ljóð, og hon varð nýtt á næstan øllum sangunum á nýggju fløguni.

Klaksvík einasti føroyski plássið, tey í Dodo´s kendu, og tað gjørdi, at effektin hóskandi varð doypt Klaksvík-effektin...


Fekk møguleika

sum avloysari

Seinastu 11 árini hevur Óli Poulsen búð í Danmark. Eftir at hann hevði stýrt einari føroyskari útgávu fyri og aðrari eftir í upptøkuhølunum heima í Føroyum, flutti hann til Danmarkar at búgva.

? Eg var troyttur av at hava fast arbeiðið, og at brúka alla mína frítíð ? kvøld, vikuskifti og høgtíðir ? í studionum og alíkavæl ikki kunna koma víðari. Tað ber ikki til at liva av tónleiki í Føroyum, og tað ber ikki til at menna seg meira enn eitt vist. Tað hevði nógv at siga, tá eg flutti av landinum, greiður Óli Poulsen frá.

Tað mesta av fyrsta árinum í Danmark gjørdi Óli føroyskar fløgur í Bløndal Studio; millum annað tiltiknu 80?ini við Frændum. Men so var møguleikin knappliga har.

Medley Studio manglaði onkran at traðka til at avloysa tann ovbyrjaða teknikkaran í studionum, men eingin var at finna. Kontórkvinnan í Medley, sum var gentan hjá Óla, og seinni gjørdist kona hansara, hevði fingið til uppgávu at ringja runt til ymiskar teknikkarar, men eingin av teimum vanligu avloysarunum var tøkur. Tá hon nevndi Óla var leyst og liðugt.

Óli fekk møguleikan við mixpultin, og haðani hevur hann síðani verið við til at framleitt tónleik til bæði føroyska, danska og altjóða tónleikamarknaðin.

Fyrstu tíðina vóru flestu arbeiðini sum teknikkari, men so við og við breiddi tað seg eisini til umfata uppgávur sum tónleikari, ljóðblandari og produsari.

? Tað var ein spurningur um at verða á rætta staðnum til røttu tíðina. Ofta var tað rættiliga tilvildarligt, at eg fekk ymsar uppgávur.

Fyrstu veruliga stóru uppgávuna fekk Óli í 1989, tá hann stóð á odda fyri næstu fløguni hjá Hanne Boel, sum gjørdi hana til eina enn betri kenda, umtókta og seljandi songkvinnu í Danmark.

Eftir ta fløguna kom meira ferð á hjá Óla, hann kundi krevja meira pening fyri sítt arbeiði, og tilboðini gjørdust betri og meiri lokkandi. Frá at hava verið annar teknikkari í einum studio, og ofta at skula arbeiða ólagaligar tíðir, fekk hann nú sínar egnu ? stóru ? kundar.

Tað er stórur munur á arbeiðsuppgávunum hjá Óla nú, og tá hann byrjaði sum teknikkari og produsari heima í Føroyum.

? Eg kom inn í bransjuna, tí eg elskaði at gera tónleik. Men tá tú so sleppur fram at verður tú noyddur at hugsa um úrslit, at fløgan kann selja, og tað gongur upp fíggjarliga. Tað er tann minni hugaligi parturin ? tað er nógv stuttligari at gera tónleik ? men hann hoyrir til, tí tað er eisini tað, sum eg fái pengar fyri at gera. Eg skal syrgja fyri at fíggjarætlaninar halda, og at tíðarfreistirnar verða fylgdar.


Fær vanligar bólkar

at ljóða av meira

Óli Poulsen hevur eitt umdømi sum ein av teimum bestu produsarunum í Danmark, og hann verður umbiðin til nógv ymisk projekt.

? Sum útgangspunkt dámar mær best at arbeiða við svingandi tónleiki ? tónleik sum byggir á ein puls av einum ella øðrum slagi. Eg havi arbeitt mest við popptónleiki. Mær dámar væl rocktónleik, men kanska er tað minni brúk fyri produktión í sama máta í rocktónleiki sum í popptónleiki.

? Eg verði javnan noyddur at siga nei til ymsar fløgur, og tað er ofta av persónligum orsøkum ? antin tí eg ikki havi tíð, ella tí eg ikki havi hug.

Grundin til at so nógvir danskir tónleikarar, bæði kendir og minni kendir, venda sær til Óla Poulsen er fyrst og fremst, at hann hevur úrslit at vísa á.

? Tað hevur nakað at siga, at tú hevur verið við á nógvum fløgum, at tú hevur selt so og so nógv, og at tú hevur víst, at tú kanst lata røttu vøruna. Og tað verði eg eisini noyddur at halda við líka allatíðina.

Í donskum tónleiki er Óli Poulsen kendur sum ein produsari, sum ger flottan popptónleik, og sum kann fáa meira ella minni vanligar bólkar at ljóða av nógv meira í einum studio, enn teir vanliga gera.

Eitt dømi um tað er Michael Learns to Rock, sum ikki júst eru nakrir tónleikaúrmælingar, men sum duga frágera væl at skriva poppsangir.

Har var leikluturin hjá Óla frá byrjan at leggja løgini til rættis, at fáa tey at ljóða av nøkrum, og eisini at taka ein hond í við ljóðførunum undir innspælingunum.


Minni samstarv við Michael

Learns To Rock

Michael Learns To Rock er samstundis tann bólkurin, sum Óli Poulsen hevur produserað, sum hevur selt flest fløgur.

Síðani fyrstu fløguna í 1991 hevur bólkurin selt fleiri enn fimm milliónir, og bara uppsamlingin Paint My Love, sum kom út í Asia og Afrika, seldi hálvatriðju millión. Og tá produsarin fær sín part av søluni, kann Óli Poulsen fegnast saman við Jascha Richter og hansara monnum um, at serliga asiatar hava tikið undir við danska poppbólkinum.

Óli Poulsen gjørdi tvær tær fyrstu fløgurnar saman við bólkinum úr Århus, meðan hann hevði meira avmarkaðan leiklut á tveimum teimum næstu. Tað var næsta fløgan, Colours frá 1993, sum gav bólkinum gjøgnumbrot í fjareystri.

? Eg havi framvegis eitt gott samband við Michael Learns To Rock, sjálvt um eg ikki havi verið so nógv við á tveimum teimum seinastu fløgunum. Tað hevur verið ein natúrligur útviklingur, at vit hava arbeitt minni saman. Báðir partar hava havt hug til at arbeiða við øðrum fólki. Men vit hava ikki steðgað samstarvinum meira enn so, enn at eg framvegis geri tónleik saman við teimum.


Ikki heimaftur

Hóast Óli nú fyrst og fremst livir av donskum fløgum, fæst hann eisini við at ljóðblanda føroyskar útgávur.

? Tað er sum ofta vinatænastur, eg geri fyri fólk, sum eg kenni væl, og sum eg havi verið persónligur vinur við síðani ungdómsárini, sigur hann.

? Men eg sigi eisini nei til føroyskar fløgur, og orsøkirnar eru tær somu sum við teimum donsku. Eg havi ongar ambitiónir við føroyskum tónleiki, sjálvt um tað er stuttligt at arbeiða við fløgum sum er eru góðar, og tað er heldur ikki av vegnum, at onnur fólk enn eg sleppa at royna seg.

Óli sigur seg ikki lurta nakað serligt eftir føroyskum tónleiki, men tær fløgurnar, hann sjálvur hevur ljóðblandað, kennir hann sjálvandi.

? Føroyskur tónleikur hevur veruliga ment seg, og tað eru eisini nógvar ungar og góðar kreftir á veg fram. Nú hoyri eg kanska ikki nakað av tí, sum er minni gott, men tað er gott tekin, at fólk sum Regin Guttesen og Lena Andersen fáa respons úr USA og Kanada.

? Sjálvandi ber tað eisini til hjá føroyskum tónleikarum at sláa ígjøgnum í útlandinum, men tað er ómøguligt at siga, hvat skal til. Knappliga er tað bara har. Hevði tað verið ein formil, so høvdu øll langt síðandi havt roynt hann.

Óli Poulsen heldur, at ein fyrimunur við at gera fløgur í Føroyum er, at tú nýtist ikki altíð at hugsa so nógv um at gera hana til føroyingar.

? Í Danmark er ein veruligur fløgumarknaður, og tí verða danskar fløgur í stóran mun gjørdar til tann marknaðin. Í Føroyum er ikki nakar so stórur marknaður, og tí kanst tú gera ein fløgu, sum selur í Føroyum tí hon er føroysk, men sum siktar meiri ímóti einum altjóða marknaði.

? Men tað sum slær ígjøgnum er ofta nakað, sum hevur sín egna identitet. Og tað hava onkrar føroyskar fløgur sanniliga. Eg kann nevna fløguna hjá Lenu, og í Føroyum hevur til dømis Frændur sín identitet, sjálvt um hann er rættiliga føroyskur, og neyvan kann brúkast í útlondum, heldur Óli Poulsen.

Sjálvt um Óli hevur verið heimanífrá í 11 ár, hevur hann ongar ætlanir um at flyta heimaftur.

? Eg havi framvegis hug at gera tónleik og at liva av tí, og tað kann eg ikki gera í Føroyum. Sjálvandi broytist tað dagliga sambandið við vinir og familju í Føroyum, men tað ber til at halda gott samband, og vinir, sum tú hevur havt síðani barndómin og ungdómin, tað eru vinir, sum halda.