Havnagøtur?

VIT hava fingið ein havnamann til samferðslumálaráðharra. Hann er føddur og uppalin í Havn. Hann hevur slitið sínar barnaskógvar í havnagøtum. Hann sær út til at hugsa sum havnamaður, tá tað um samferðsluøkið ræður. Hann hevur saman við øðrum havnamonnum, ið eisini hava slitið sínar barnaskógvar í havnagøtum, funnið eitt modell at gera samferðsluíløgur eftir. Cost-benefit modellið kalla teir tað, jú nærri Havnini jú meiri Cost-benefit verdur er ein.

VIÐAREIÐISFÓLK, tjørnuvíksfólk, gásadalsfólk eru 0 verd á hesum nýggja skala hjá hesum, sum slitu sínar barnaskógvar í áðurnevndu havnagøtum. Alt broytist - soleiðis broytist eisini hugtakið havnagøtur. Havnin er nógv vaksin og veksur skjótt. Norðadalur, Syðradalur, Kaldbak og skjótt eisini Kollafjørður eru og verða skjótt Havnin. Havnagøtur mugu so verða vegakervið í Havn. Tvs. vegirnir til Syðradals, Norðadals, vegurin til Kaldbaks, hálvur um eitt ár, allur Oyggjavegurin og Kollafjarðartunnilin við tilbehoyri, verða havnagøtur.


NÚ kemur so spurningurin, um tað er rímuligt, at samferðslumálaráðharrin nýtir landskassans pengar til at útbyggja, umbyggja og viðlíkahalda og halda eitt alment samferðslunet í gongd inni í Tórshavnar Kommunu, meðan hann kveistrar útjaðaraøkini burtur?


SAMFERÐSLUKERVIÐ er grundstuðulin undir einari javnari menning av hesum landi. Vit skilja, at samferðsluøkið ikki fær so stóra játtan á fíggjarlógini, so onkunstaðni skal sparast. Hvat var tá meira náttúrligt at spart enn har, ið vælstandurin er størstur og livilíkindini best. Lætið havnagøtur verða havnagøtur fult og heilt. Nakað annað er, at spurningurin sum so verður aktuellur fyri alt landið, tá kommunusamanleggingin kemur. Skal landið so veita blokkstuðul? Tá verður tað enn meira tápuligt at nýta cost-benefit modell. Nei, tá má nýtast okkurt, ið mótvegar hesi ótolandi centraliserg, ið fer fram við størri og størri ferð,