Tað er longri til Suðuroyar enn úr Suðuroynni. Henda setning hava flestu ítróttarfólk hugsað ávegis suður um fjørð at spæla dyst. Løgið er tað kortini og guð vitið um tað kennist á sama hátt hjá suðuroyingum.
Nú tvey lið í meistaradeildini hjá kvinnum eru á Tvøroyri, so er kappingin løgd soleiðis til rættis, at tá liðini norðanfjørðs koma suður um at spæla, so spæla tey móti báðum TB-liðunum ? sama dag.
Tað eru ikki kor at bjóða ítróttarfólkum, sjálvt um tey eru í góðari venjing, tí tað sigur seg sjálvt, at ein gerst troyttur tá ein hevur leikt ein dyst. So er tað líkamikið um talan er um ein harðan dyst ella ikki.
Hetta vikuskiftið var tað Drátt tað gekk út yvir. Tær spældu sum nevnt bæði móti a-liðnum og b-liðnum og eins og støðan er í Havn, so er munurin millum liðini bæði hjá TB ov stórur. A-liðið er gott og klárar væl at gera seg galdandi í kappingini, meðan b-liðið, sum kom upp úr fyrstu deild í fjør ikki rættiliga hevur fótað sær enn.
TBa vann so ruddiliga sín dyst móti Drátti. Settúrslitini gjørdust 15-3, 15-6 og 16-14. Sostatt var triðja sett einasta settið í dystinum har spenningur var, men sum venjarin hjá TB, Virgar Djurhuus sigur, so var orsøkin tann, at hansara leikarar slappaðu av aftaná at hava vunnið so greitt í teimum báðum fyrstu settunum.
Leikararnir á TB-liðnum eru sera ungir og tað boðar frá góðum tíðum framyvir hjá TB. Spurningurin er so bara um tvørámenn kunnu »halda uppá damurnar«, tí sum oftast hava ungfólk lyndi til at flyta av oynni fyri at ganga í skúla ella finna sær arbeiði.
Hesum er venjarin tó ikki so bangin fyri. Virgar sigur, at tær flestu ganga á miðnámsskúlanum ella fara tær har tá tær eru lidnar í fólkaskúlanum, og tí eru útlit til at tær verða í oynni trý ár afturat.
Hetta gevur TB góðar møguleikar at byggja víðari uppá hesar leikararnar. Fyri stuttum var FK-kapping í Havn fyri yngri deildir, og tá vann TB kappingina hjá kvinnuunglingum og leikararnir á tí liðnum eru grundstamman á fyrstaliðið hjá TB. Og hevur ein venjari slíkt tilfar at byggja víðari á, so er gott í væntu.
Sum nevnt so leiktu vágagenturnar tveir dystir leygardagin. Seinna dystin ? móti TBb ? vunnu tær 3-1, og tær fóru sostatt ikki heilt sum av torvheiðum norður aftur.










