Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo
Betri samstarv millum tey norðurlendsku londini skal gera tað lættari at samskipa tað arbeiðið, sum í dag fer fram millum lond ella í altjóða bólkum av londum, meinar Gun Hellsvik, borgarligur limur í svenska Ríkisdegnum og limur í Norðurlandaráðnum. Hon hugsaði serliga um samstarvið, vit í dag hava við grannarnar fyri eystan. Eitt annað hon legði dent á var, at norðurlensdska samstarvið kann brúkast til at fáa meir burturúr ES-limaskapinum í samband við at tey norðurlendsku ES-londini sita við formannskapinum í ES.
Betri eftirlit
Í gjár samtykti Norðurlandaráðið fleiri mál um mat- og brúkarapolitikk. Fleiri av samtyktunum verða sendar til stjórnirnar í teimum ymsu londunum, men ætlanin er eisini, at Norðanlond skulu standa saman fyri at fáa ávirkan innan ES-samstarvið og í øðrum altjóða felagsskapum.
Orðaskiftið í salinum vísti, at meirilutin í Ráðnum var fyri at fáa eitt rættargrundarlag, sum kann skipa tann fría handilin innan ES. Meirilutin ynskti eisini, at samráðingarnar innan altjóða handilsfelagsskapin WTO skulu tryggja eina reglugerð fyri einum globalum fríhandli.
Ósemja um frískúlaavtalu
Eitt uppskot frá konservativa bólkinum fekk ein meiriluta uppá eina atkvøðu, aftaná at serliga javnaðarflokkarnir og vinstra-sosialistarnir høvdu brúkt nógva tíð til at royna at steðgað ætlanini um at brúka meir pengar til nýggjar frískúlar. Ráðharraráðið skal nú leggja arbeiðið til rættis, fyri at hendan samtyktin kann gerast veruleiki. Tann konservativi bólkurin vil hava, at frískúlarnir fáa somu váttan um stuðul, sum almennir skúlar fáa.
Smáu máløkini
Jógvan við Keldu og Dan Reinert Petersen høvdu lagt uppskot fyri norðurlandaráðið, sum skal tryggja teimum smáu málunum at yvirliva. Uppskotið fekk góða undirtøku í ráðnum og skal nú gerast til ein part av tí málpolitisku skránni. Uppskotið verður nú latið Íslandi í hendi at arbeiða víðari við. Eitt uppskot um at norðurlandahúsini og ?stovnarnir í Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Álandi skulu fáa meir pengar bleiv samtykt. Somuleiðis skulu pengar brúkast til at tryggja orðabókaútgávur hjá teimum smáu málunum.
Styrkja ES-samskifti
Finski Europaráðharrin Ole Norrback kravdi, at mál sum eru í ES-skipanini og kunnu hava áhuga fyri Norðanlond so skjótt sum til ber skulu finnast fram og sendast inn í Norðurlandaráðið til viðgerðar.
Sterkari
politiska leiðslu
Forsetin í Norðurlandaráðnum, norska javnaðarkvinnan Berit Brørby ynskti í síni røðu týsdagin, at politiska leiðslan í Ráðnum verður styrkt, og at tann valdi forsetin skal sita longri enn í dag. Hon ynskir, at Norðurlandaráðið skal gerast drívkraftin aftanfyri okkara samskifti við Russland og restina av Europa.