sína mentan, og sum høvdu eina góða og rættvísa sak at berjast fyri. Sum longu nevnt var Edward í hugsan ein modernaður sosialliberalur politikari, og tá ið hann styðjaði Teir Radikalu, gjørdi hann tað ivaleyst [...] føringa í framtíðini, móðurmálið ella danskt? Í sambandinum ráddi (tá nøkur fá eru undantikin) tann hugsan, at móðurmálið var eitt heimamál, ið hevði sama virði og somu tign sum eitt nú jútskt ella fynskt í [...] úr sambandinum at málbera seg varliga ella nýanserað, so vóru alt varsemi og allar nýansur burtur, tá ið teirra metingar, sum vanligt var um hetta mundið, vórðu tiknar uppaftur av donskum blaðmonnum ella
luku krøvini at fáa hesa løggilding, tí teir høvdu ikki verið til eina próvtøku, sum krevst. Men teir fingu kortini hesa góðkenning. Tá níggju aðrir grannskoðarar ikki fingu somu sersømdir - hóast [...] hinir, kærdu teir. Og umboðskvinnan er óvanliga harðmælt. Hon tosar um, at Innlendismálaráðið ikki hevur grundarlag fyri niðurstøðuni, at frágreiðingar frá Innlendismálaráðnum eru óskiljandi [...] kundi Vinnumálaráðið ikki á nakran hátt viðgera málið. Tí heldur Umboðsmaðurin talan vera um ósakliga fyrisiting í Vinnumálaráðnum, tí bæði embætisfólk og landsstýrismaðurin í vinnumálum
er neyðugt, at landskassin átekur sær tað neyðuga hallið, sum skal til, fyri at samfelagið skal koyra so nøkulunda gjøgnum krepputíðir. Tá ið tíðirnar eru góðar, er tað náttúrligt at tað almenna [...] hevur yvirskot á fíggjarlógini, men samstundis er tað náttúrligt at hava undirskot, tá ið tíðirnar gerast verri, ella útlit eru fyri verri tíðum. Tað er heilt burturvið at siga, at tað [...] samtykti fyrr í ár - einmælt - ein nýtslukarm fyri árini fram til 2015, og semja er eisini um, at tá skal undirskotið á fíggjarlógini vera burtur. Men Bjarni Djurholm heldur ikki, at politiska skipanin
valstríð er komið í politikkin – at valstríð er komið í fíggjarpolitikkin, og tað kann bara enda galið. At valstríð er í politikki og fíggjarpolitikki, tað er væl saktans einki nýtt í [...] rin, sum hava vunnið upp á hetta samstarvið, meðan Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin missa. Sambandsflokkurin etur av Javnaðarflokkinum, sum nú hevur fingið nýggjan formann, sum [...] møti. Løgmaður og tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum eru samdir um, at samstarvið við Fólkaflokkin hevur verið gott. Tí vil hann ikki í óðum verkum skriva út nýval, hann vil heldur mýkja støðuna
stýrið. Rúni Heinesen, stýrisformaður, dugir einki skeivt at síggja í nøkrum av tí, sum fer fram. Kringvarpsstýrið, sum skuldi tryggja armslongd og óheftni millum public service og valdið, er ístaðin [...] hjá privata smápartafelagnum, fær atgongd til sendiflatuna í almenna Kringvarpinum. Er hetta sakligt og óheft, soleiðis sum kringvarpslógin lovar okkum aftur fyri kringvarpsgjaldið? Svarið er nei [...] undan okkara public service stovni. Uttan trúvirði og óheftni er public service bara eitt eiti, og tá er argumentið fyri kringvarpsskattinum burtur. Um Kringvarpsstýrið ikki traðkar í karakter og
í gjárkvøldið, tá sjónvarpið var heima og vitjaði Eydnu Skaale og spastiska son hennara, sum ikki er sloppin til ergoterapi, tí at eitt stríð millum fakfelagið og Heilsumálaráðið og Heilsutrygd [...] ygd er gingið hart út yvir sakleysu børnini. Tað var júst hetta, sum var evnið í Eygsjón fríggjadagin, tá Aksel V. Johannesen segði soleiðis: »Viss tað eru børn, sum hava lættari motoriskar tru [...] landsstýrismaðurin yvir mark – ella hevur hann eftir øllum at døma ikki nóg gott innlit í málið. Innslagið við Eydnu Skaale og soninum Benjamin vísti, hvussu stóran týdning júst tað at baka við
hesum góða uppskoti, sum hevur verið ávegis seinastu 12 árini. Tað boðaði frá góðum, tá umboð úr øllum flokkum løgdu fram álitið um stjórnarskipanaruppskotið. Men tað vísti seg skjótt, at full [...] full semja ikki var í øllum flokkum, og tað gav at bíta, tá løgmaður á ríkisfundi í Skagen boðaði frá, at uppskotið var burturdottið, og at tað fór ikki at verða lagt framaftur. Løgtingsumsitingin [...] ngin og løgfrøðingar hava víst á, at løgtingið ikki eigur at viðgera uppskotið, tí tað er í stríð bæði við grundlóg, heimastýrislóg og stýrisskipanarlóg. Hóast tingfólk eru viknað í
at flokkurin fekk tað ringasta valúrslitið í áttati ár ? síðani annað valið hjá flokkinum í 1932, tá flokkurin fekk 10,5 prosent. Við undantaki av katastrofuvalinum í 1994, so hevur Javnaðarflokkurin [...] eftir veljarakanningunum síðani síðsta val. Men nakað annað er, at Aksel V. Johnannesen fær sína sak fyri við nýggju manningini. Øll vita, at Gerhard Lognberg hevur ligið í støðugum stríði við flok [...] valstríðnum, tí tað ikki passaði inn í systemið hjá leiðsluni. Gerhard Lognberg segði eisini við útvarpið, at hann ikki var sloppin fram at, tí hann ikki aktaði leiðsluna. Hann segði, at hann varð hildin
mánaðin, tá vit rokna við einum skattatrekki upp á 50%. Tað vil siga, at tingmaðurin á Viðareiði fær tað sama oman á sína mánaðarløn, sum Palleba á Viðareiði fær í skattafríum endurgjaldið um árið [...] koyra undir 50 km til og frá arbeiði als einki endurgjald hava. Tað er so sjálvsagt, at fólk argast, tá sparingarnar ganga út yvir tey. Soleiðis argast eisini tey ungu, nú boðað verður frá, at landsstýrið [...] enn tingfólk í høvuðsstaðnum, so mugu tey samtykkja tað. So er tað ein erlig - um enn óskiljandi - sak. Sjálvandi skulu okkara politikarar verða væl løntir, tí tað er mangan eitt ótaksamt starv. Men tað
verið vaksnir nokk at medvirka konstruktivt. Føgru orðini um breiðar semjur og sakligt orðaskifti røkka ikki altíð so langt, tá á stendur. Tað vísir seg, at allur kritikkur av fullveldismálinum verður kveistraður [...] kegl. Løgið er, at einasti flokkur í Føroyum og ivaleyst í allari verðini, ið ikki førir partapolitikk, er Tjóðveldisfl., ið eftir øllum at døma sum tann einasti hevur innlit í onkran óreingiligan sannleika [...] sannleika. Tjóðveldisfl. vil eftir øllum at døma koyra solo í fullveldismálinum, ið vit síggja tað við tí skuggaspæli, ið gongur fyri seg í Tinganesi í dag. Spurningurin er, um tíðin ikki er búgvin til eitt