Úrslitið av hesum var, at Fólkaflokkurin heitti á løgmann um at loysa hendan trupulleikan við at skriva út nýval. Flokkurin heldur, at valstríð er komið í politikkin – at valstríð er komið í fíggjarpolitikkin, og tað kann bara enda galið.
At valstríð er í politikki og fíggjarpolitikki, tað er væl saktans einki nýtt í tí. Tað eru hægst góðir 10 mánaðir til løgtingsval í seinasta lagi skal vera – og soleiðis er tað altíð, tá vit nærkast vali.
Vit hava fleiri ferðir skrivað, at samgongan í mangar mátar tykist vera ein parodi. Vit hava funnist at løgmanni, tí at einki fær avleiðingar. Tí var tað so forfrískandi at síggja ein kontantan løgmann í síðstu viku. Men fríggjakvøldið í Degi og Viku sóu vit aftur tann gamla Kaj Leo Johannesen, sum tekur tað púra róligt. Hann hevur hugsað um tingini - hann hevur tosað við tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, sum hann er samdur við, og komin til ta niðurstøðu, at hann fer ikki at skriva út val. Hann gongur sostatt ikki ynskinum hjá Fólkaflokkinum á møti.
Løgmaður og tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum eru samdir um, at samstarvið við Fólkaflokkin hevur verið gott. Tí vil hann ikki í óðum verkum skriva út nýval, hann vil heldur mýkja støðuna.
Men Fólkaflokkurin stendur fast upp á sítt, og hann vil hava nýval – ella kanska ein nýggjan løgmann. Okkurt spæl er fyri gallarínum. Spurningurin er so bara, um løgmaður hevur tryggjað sær annað samstarv í tinginum, so parlamentariska grundarlagið er tryggjað – ella um hann vil gera Fólkaflokkin til syndabukk við at leggja fram misálit á løgmann.
Men sambært øllum sólarmerkjum, so eru tað løgmaður og Sambandsflokkurin, sum hava vunnið upp á hetta samstarvið, meðan Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin missa.
Sambandsflokkurin etur av Javnaðarflokkinum, sum nú hevur fingið nýggjan formann, sum greitt hevur sagt, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur, so hann trolar týðuliga innanfyri hjá Sambandsflokkinum aftur.
Hvussu leikur fer, fáa vit at síggja. Men um einki misálitisuppskot verður reist móti løgmanni á tingfundinum í morgin – ella nýtt samstarv proklamerað, so kunnu vit bara staðfesta, at parodiin heldur fram.