Løgtingið samtykti fyrr í ár - einmælt - ein nýtslukarm fyri árini fram til 2015, og semja er eisini um, at tá skal undirskotið á fíggjarlógini vera burtur.
Men Bjarni Djurholm heldur ikki, at politiska skipanin hevur rygg til at gera neyðugu broytingarnar. Hann vísir á, at alt ov nógv tingfólk ganga solo og arbeiða bara fyri sær sjálvum, at Javnaðarflokkurin púra opinskáraður fríggjar til Tjóðveldi, at andstøðan einki alternativ er, tí tað er ein »forsamling, sum livir í politiskari pseudotilveru og signalpolitikki uttan substans og kann ikki takast á álvara«.
Hann vísir á, at neyðugt er at prioritera - at serfrøðin vísir á, at helmingurin av landskassahallinum er av bygnaðarskeivleikum. Men niðurstøðan hjá Bjarna Djurholm er heldur døpur - at politiska skipanin als ikki er før fyri at gjøgnumføra neyðugu reformarnar.
Vit mugu so bara vóna, at løgtingið ikki fer at langa bremsurnar so hart í, at alt samfelagið steðgar upp. Herman Oskarsson, fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum hevur so mangan víst á, at í slíkum tíðum er neyðugt, at landskassin átekur sær tað neyðuga hallið, sum skal til, fyri at samfelagið skal koyra so nøkulunda gjøgnum krepputíðir.
Tá ið tíðirnar eru góðar, er tað náttúrligt at tað almenna hevur yvirskot á fíggjarlógini, men samstundis er tað náttúrligt at hava undirskot, tá ið tíðirnar gerast verri, ella útlit eru fyri verri tíðum. Tað er heilt burturvið at siga, at tað almenna ongantíð aftur skal hava undirskot, heldur hann.
Hóast arbeiðsloysið ikki er so stórt, sum tað onkuntíð hevur verið, so merkir vinnan, at fólk ikki brúka pengar, og tað er ein trupulleiki.
Vit ynskja okkum, at fíggjarlógaruppskotið fer at skapa optimismu, at vit fáa eina sakliga viðgerð, sum ikki skal snúgva seg um tunlar ella druknar í kjaki um sparingar á almannaøkinum.
Politikararnir skylda okkum eina sakliga viðgerð, sum skal elva til framburð og optimismu.










