ODDAGREIN: Kringvarpsstýrið spæl fallit

Kringvarpið trilvar í blindum, á veg út á kringlutar og kreativar leið­ir. Nú verður øll útgerð, gold­in av skatt­gjald­a­r­u­n­um, latin einum privatum smá­part­a­felag til fría nýtslu.

Tað sama við øllum starvsfólkunum á stovn­u­num, sum fáa fría at­gongd til at arbeiða fyri sama smá­part­a­fel­ag. Alt redaktionelt tilfar fer sama veg og kann frítt nýtast av sama felag. Og sendiflatan er lat­in víð­op­in – er enntá til sølu til hægst­bjóð­andi. Tann, sum klárar at gjalda mest í pengakassan hjá priv­ata smápartafelagnum, fær at­gongd til sendiflatuna í almenna Kring­varp­i­num.

Er hetta sakligt og óheft, soleiðis sum kring­varps­lógin lovar okkum aft­ur fyri kringvarpsgjaldið? Svarið er nei.
Afturat hesum sera kre­a­ti­va sátt­mála, kemur so tann veru­leiki, at bara ein fær hetta til­boð um lykl­ar­nar til Kringvarpið. Kring­varps­stjór­in og stjórin í Sp/f Fjølvinna eru, sam­bært sær sjálvum, av tí greiðu fatan, at eingin triði partur hev­ur sýnt ver­u­ligan áhuga at fram­leiða nýggj­ár­s­send­ing­ina. Vit loyva okk­um at spyrja, hvat grundarlag ein slík meting byggir á.

Allir almennir stovnar hava skyldu til at bjóða út keyp av vør­um og tænastum, sum hava eitt virði á meira enn 50.000 krónur. Boð­ini komu við rundskrivi úr Fíggj­ar­mál­a­ráð­num 1. oktober og eru eis­ini galdandi fyri Kringvarpið.

Tað gongur tó sjón fyri søgn, at kring­varps­stjórin er farin at selja burtur av øllum grundarlagnum undir okkara almenna public ser­v­ice stovni. Hann hevur longu selt alla­n ítróttin til ÍSF og FSF, sum stýra send­i­flat­uni í KvF á tí økinum. At kalla all­ar sendingar skulu hava sín spons­or, áðrenn tær sleppa í luft­ina. Nú gevur hann lyklarnar til eitt smá­part­a­fel­ag, sum fær frí­ar teym­ar til at selja sendiflatu í al­menna sjónvarpinum og koyra peng­ar­nar í egnan lumma.

Í­meðan snorksvevur Kring­varps­stýr­ið. Rúni Heinesen, stýr­is­for­mað­ur, dugir einki skeivt at síggja í nøkr­um av tí, sum fer fram. Kringvarpsstýrið, sum skuldi tryggja armslongd og ó­heftni millum public service og vald­ið, er ístaðin vorðin ein dýna, sum køv­ir all­an kri­tikk móti tí stovni, sum allir før­oyingar við lóg skulu gjalda fyri. Í meðan sleppa smart­ir sátt­­mál­­ar og fíggj­­ar­­lig ser­­­á­hug­a­mál púra ótarnað at máa burt­ur alt trú­virði undan okkara public service stovni.

Uttan trúvirði og óheftni er pub­lic service bara eitt eiti, og tá er argumentið fyri kring­varps­skatt­i­num burtur.
Um Kringvarpsstýrið ikki traðk­ar í kar­ak­ter og tekur ábyrgd av hes­um stovn­i­num, so er bara at leggja frá sær. Vit hava ikki tørv á eini dýnu til at verja tað virksemi, sum í løtuni fer fram í tí stovni, sum hevur lógartryggjaðan rætt at krevja inn 3625 krónur frá hvørjum húski í landinum.