Men tað kostar bara 13.000 krónur um árið at flyta ein vanligan viðing, sum hevur sítt starv í høvuðsstaðnum, til Havnar.
Hetta er løgið, men hetta er veruleikin. Løgtingið hevur samtykt, at tað kostar meira at flyta tingfólk av bygd til Havnar, enn tað kostar at flyta vanlig fólk. Tingfólk hava enntá sína egnu lóg, sum tey sjálvi hava gjørt, sum staðfestir hetta. Samstundis er ein onnur lóg, sum sigur, hvussu nógv vanlig fólk skulu hava endurgoldið av teirra ferðaútreiðslum, um tey hava langan veg til arbeiðis.
Og tað er hesa lóg, sum Jóannes Eidesgaard nú ætlar at broyta. Nú skulu tey, sum koyra undir 50 km til og frá arbeiði als einki endurgjald hava.
Tað er so sjálvsagt, at fólk argast, tá sparingarnar ganga út yvir tey. Soleiðis argast eisini tey ungu, nú boðað verður frá, at landsstýrið vil stimbra lestrarhugin og eggja fleiri ungum at lesa við at taka burtur av stuðulinum og taka burtur av teirra ferðaendurgjaldi.
Men júst hetta dømið um ferðaendurgjald í Føroyum er eitt gott dømi um, hvussu tingfólk seta seg sjálv í hásætið.
Tað er púra burtur úr vón og viti, at tingmenn snýkja sær eina eyka inntøku við at útgjalda sær dýrt ferðaendurgjald - eitt alt ov dýrt ferðaendurgjald. Fyri tingmannin á Viðareiði, so svarar tað til eina skattskylduga inntøku upp á 162.000 krónur um árið - ella 13.500 krónur um mánaðin, tá vit rokna við einum skattatrekki upp á 50%. Tað vil siga, at tingmaðurin á Viðareiði fær tað sama oman á sína mánaðarløn, sum Palleba á Viðareiði fær í skattafríum endurgjaldið um árið. Hetta er óetiskt, um nakað er óetiskt!
Álvaratos, slíkum ómorali hava vit als ikki brúk fyri. Hetta er beinleiðis óreiðiligt, og tí kann Løgtingið ikki tilláta sær at samtykkja uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard, um tey ikki samstundis lækka ferðaendurgjaldið til tingfólk á sama støðu, sum vanlig fólk fáa. Um Løgtingið heldur, at tinfólk av bygd skulu lønast hægri, enn tingfólk í høvuðsstaðnum, so mugu tey samtykkja tað. So er tað ein erlig - um enn óskiljandi - sak.
Sjálvandi skulu okkara politikarar verða væl løntir, tí tað er mangan eitt ótaksamt starv. Men tað er ikki neyðugt, at tey samtykkja sær sjálvum allar møguligar eyka inntøkur - fyri ikki at tala um pensjónir.
Um vit skulu hava virðing fyri tingfólk og tingarbeiði, so eiga tey at lúka somu treytir, sum tey seta okkum - alt annað er ósømiligt.