umstøðurnar til at kanna kotelettirnar eru nakað at reypa av. Tað eru tær í heila tikið ikki á skúlanum. Har er trongt og óarbeiðsligt, fyri at siga tað, sum tað er. Tríggir árgangir, sum halda til í hvør sínum [...] Fólk hava rætt og slætt lyndi til at undirmeta skúlan, heldur hann. Helst av ókennskapi. Útbúgvingin frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna gevur ikki beinleiðis atgongd til øll universitet úti í heimi. Tað [...] Tað er rætt. Men hon er rættiliga gott støði undir til dømis eini hægri biologiskari útbúgving. Fleiri universtitet krevja til dømis evna- og støddfrøði á hægsta stigi, og tað kann Fiskivinnuskúlin ikki
LS hevur fingið pengar til íløgur. Men hetta bøtir ikki um raksturin. At LS skal virka sum røktarheim um somu tíð, sum hesin lívsneyðugi stovnurin ikki fær nóg nógvar pengar til vanliga raksturin, er eisini [...] almennar stovnar fyri at spara upp til fullveldið, so eigur Føroya fólk at fáa hetta at vita. Við slíkum politikki, so setir landsstýrið sjálvt fót fyri sínum fullveldisætlanum. Til fólkaatkvøðuna fer fólkið at [...] Og hvat sigur ábyrgdarpersónurin á økinum! Jú hon yppir eisini øksl. Staðfestir bara at støðan er ring, men kann einki gera við tað, tí ov fá røktarheim eru. Hon hevur onga skjóta loysn á trupulleikanum
vísir á, at útrokningarnar í viðmerkingunum til lógaruppskotið eru har, fyrst og fremst til tess at vegleiða hvussu ymisku skattirnir verða roknaðir, ikki til tess at vísa á hvussu stórar skattainntøkurnar [...] ber til at siga hvussu nógvir brunnar verða boraðir, hvussu nógv avleitt virksemi verður, hvussu nógv av hesum virksemi verður í Føroyum: Av hesum orsøkum ber heldur ikki til at siga hvørjir ?ring-vir [...] oljuframleiðslu kent. Í hesum sambandi hevur Sosialurin vent sær til Fíggjarmálastýrið, sum saman við Oljumálastýrinum hevur staðið fyri at evna til skattatreytirnar, sum oljufeløgini skulu undir. Regin Hammer
gevast ella doyr hann. Hvar er strikan? Tað ber til at kjakast ó-endaligt um, nær ein per-sónur hevur rúsdrekka-trupulleikar ella ikki. Og tann bundni er til lítla hjálp. Neyvan nøkur líðing verður so avnoktað [...] hel, eru til fíggjarliga last fyri samfelagið, men ymiskt er hvussu samfelagið vigar hesar. Munur er eisini á minningarorðunum í bløð-unum, bæði í longd og eymleika. Tað er sum sagt ógvuliga ringt at siga [...] nøku-lunda væl til passar, tá van-ligi dagurin byrjar. Eitt annað tekin er, um rús-drekka leiðir hann, har hann ikki ætlaði, tá ið hann drakk. Onki menniskja møtir sjónliga ávirkað av rúsdrekka til arbeiðis
ætlandi skulu brúkast at vísa samráðingarnevndini. Formaðurin fer yvir til diskin og biður kioskdamuna um at gera nógv kaffi, til tiltakið endar. Ætlan teirra var, tá flogrutan við sendinevndini var farin [...] seg ikki í at verða mistonktur fyri onki at gera teir tímarnar, sum settir eru av til fyrireiking. Hann royndi at ringja til Fimmaran mikukvøldið, sigur hann, men slapp ikki ígjøgnum. Ætlan hansara var at [...] Magnussen, stjóra á Lønardeildini, heim til sín at fylgt fyrireikingini. Og so kundu teir samstundis komið við í skúla, sigur Otto Leo Gram. Otto Leo sigur, at tey eru komin til Vestmanna at vísa sína ónøgd við
og uppskoti til fíggjarløgtingslóg 1999. Har er hann komin til, at í 1995 kostaði meginfyrisitingin 19,5 mió. kr., og í 1998 kostaði hon næstan 46 mió. kr. Haraftrat vísir hann á, at til flyting av [...] fáa fleiri fólk at avgreiða ta vaksandi uppgávumongdina. Skiftið til aðalstýri Eitt av meginkrøvunum til politikkararnar og serliga til landsstýrismenninar hesi seinastu árini hevur verið, at teir skulu [...] vísti á í sínum viðmerkingum til greinina í Sosialinum, at ein orsøkin til vøksturin í almennu umsitingini var nýggja stýrisskipanin. Hetta vísir Kjartan Hoydal aftur og vísir til, at um táverandi løgmaður
Stríðið millum føroyingar er um landshúsarhaldið í Føroyum; um at fáa pengar úr Danmark til mat og drekka. Tað førir til tann reinasta undirgang. Jú meira peningur, ið kemur úr Danmark, jú størri verður neyðin [...] eg ikki. Eg dugi at síggja, at vit klára okkum ikki sjálvir um vit fáa tvey ring fiskiár. Jørðina uppi á landi ber ikki til at snakka um. -Høvdu teir víst okkum ítøkiliga, at vit kunnu klára okkum. Men [...] at seta í verk innsavning fyri ein skannara til Landssjúkrahúsið. Og sjúkrahúsið í Klaksvík; tað eigur ikki eina kuvøsu. Kuvøsubørn í Klaksvík munnu flytast til Havnar, ha. So kunnu vit ikki snakka um at
fall upp á einar 20 metrar. Fólk sluppu í fyrstu atløgu ikki til gentuna, tí tað er torført at sleppa niður í gjónna og ringt var í sjónum. Ringt varð eftir hjálp úr Klaksvík, haðani sløkkiliðið, løgreglan [...] júst fingið fatur á gentuni. Teir vóru farnir niður við línu. Tað er ein lítil fjøra, har tað bar til at koma niður á, og tað eydnaðist teimum at fáa fatur á gentuni. Men tá var einki at gera, tí hon var
Róm og byrjaðu at ganga til hotellið, ið lá stutt haðani, fingu vit ta fyrstu hómingina av, hvussu frávíkjandi livihátturin hjá okkum er í mun til tann italska; her sipa vit til ferðsluna í Róm. Fyri tað [...] Hannus Petersen Fyri góðum trimum vikum síðani skrivaðu vit um fyrireikingar og ferðaætlan til námsferðina til Róm, og lovaðu, at greiða frá túrinum, tá ið vit komu heimaftur. Túrurin í Róm hevur verið [...] skuldu fyrst gista privat í Danmark í 2 dagar, áðrenn farið varð víðari við toki til Róm. Siglt varð fyrst við ferju til Týsklands, og síðani varð farið við toki gjøgnum alt Evropa. Tokferðin vardi í slakar
drongi. ?Í slíkum førum er tað ikki bara barnið, men alt húskið, sum mann má laga seg til. Ásvør segði, at tað er ringt hjá einum húski at hava fremmant fólk rundan um seg ein part av degnum, tí tey vilja [...] sjálvandi royna at skapa sær ein vanligan gerandisdag so vítt sum tað ber til. ?Men sum stuðul er tað eisini trupult at fara heim til eitt húski og vera har. Mann er noyddur at skapa sær sjálvum og barninum [...] innistól til drongin. So antin mátti eg nana honum, ella mátti hann liggja á eini madrassu á gólvinum, greiddi Ásvør frá. Var ikki tað rætta Ásvør Joensen segði, at aftaná tvey ár fekk hon hug til at royna